52-169/2020
Ferðaætlanin hjá Hasfjord og Teistanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
169.20 Svar frá J. Niclasen til P. á Reynatúgvu - Ferðaætlanin hjá Hasfjord og Teistanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. jul. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 5. juli 2021 J. nr.: 21/12802 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-169/2020 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ferðaætlanina hjá Hasfjord og Teistanum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fram við verandi ferðaætlan um Skopunarfjørð, har bæði Hasfjord og Teistin sigla allar dagar í vikuni? 2. Um ikki, hví skal skipanin, sum tykist rigga væl, broytast aftur? 3. Hvør er meirkostnaðurin av verandi skipan? 4. Hvør er meirinntøkan av verandi skipan? Svar: Fast vegasamband verður eftir ætlan millum Sandoynna og meginøkið í desembur 2023. Hóast hetta setti samgongan sær fyri, at betra siglingina á Sandoyarleiðini, við at keypa skip til at sigla tungan farm til og frá Sandoynni. Tað gagnar vinnulívinum á Sandoynni, og ger tað høgligari hjá ferðafólki at sigla. Ternan avloysti Teistan á Sandoyarleiðini í ein mánað, meðan Teistin hevur verið til 20 ára klassing. Tá ein ferja hjá Strandferðsluni fer úr sigling í eitt tíðarskeið er avleiðingin vanliga, at tænastustøði lækkar. Hesa ferð hevði stovnurin møguleika at varðveita á leið sama tænastustøði, við at lata Hasfjord sigla nógv oftari meðan Ternan røkti Sandoyarleiðina. Tað er ein spurningur um kapasitet, tí Ternan tekur bert á leið helvtina av akførum í mun til Teistan. Hetta hevur eisini verið ein royndartíð fyri at vita hvussu siglingin á Sandoyarleiðini kann skipast. Hugsa vit okkum at Hasfjord heldur áfram at sigla á Sandoyarleiðini, sum seinasta mánaðin, kostar tað sambært Strandferðsluni eini 3,2 mió. kr. árliga í rakstri. Tað er peningur, sum SSL ikki hevur játtan til. Roknað verður ikki við serligum inntøkuvøkstri, tí nøgdin av farmi -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 verður at kalla tann sama á Sandoyarleiðini, meðan møguliga kundu komi nakað fleiri persónbilar. Nú Teistin eftir ein mánað er komin aftur í sigling, verður farið aftur til vanligu ferðaætlanina, har Teistin siglir 61 túrar um vikuna (tur/retur), og Hasfjord siglir 20 túrar um vikuna, týsdag til fríggjadag. Samanlagt 81 túrar (tur/retur). Siglt verður sostatt 162 ferðir um fjørðin um vikuna. Í løtuni eru ikki ætlanir ella peningur til at økja um túratalið. Tinganes, 05. juli 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
169.20 Spurningur til J. Niclasen frá P. á Reynatúgvu - Ferðaætlanin hjá Hasfjord og Teistanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Ferðaætlanin hjá Hasfjord og Teistanum Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fram við verandi ferðaætlan um Skopunarfjørð, har bæði Hasfjord og Teistin sigla allar dagar í vikuni? 2. Um ikki, hví skal skipanin, sum tykist rigga væl, broytast aftur? 3. Hvør er meirkostnaðurin av verandi skipan? 4. Hvør er meirinntøkan av verandi skipan? Viðmerkingar: Nú Ternan hevur røkt siglingina fyri Teistan, meðan Teistin hevur verið til eftirlit, hevur eisini Hasfjord havt eina betri ferðaætlan. Sjey dagar um vikuna og tveir túrar afturat dagliga. Henda ferðaætlan hevur verið ein munagóður bati hjá fólki og farmi um Skopunarfjørð. Røðirnar á Gomlu Rætt og í Skopun hava verið væl styttri, og trongsulin til bilparkering á Gomlu Rætt hevur ikki verið so út av lagi. Eisini hevur nøgdsemið millum brúkararnar, sum dagliga brúka farleiðina, verið nógv betri. Alt í alt ein nøktandi skipan til Sandoyartunnilin er liðugur. Tí kundi verið ynskiligt, at verandi sigling hjá Hasfjord og Ternuni helt fram, tá Teistin aftur er tøkur til siglingina, og til heystfrítíðin er av. Also, at Hasfjord siglir sum nú, samstundis sum Teistin fer í sína regluligu sigling aftur. Hóast verandi ferðaætlan riggar væl, so ljóðar, at siglingin aftur skal skerjast, nú summarfrítíðin er í hondum. Tí hesar spurningar til landsstýrismannin. Á Løgtingi, 23. juni 2021 Páll á Reynatúgvu -- 1 of 1 --