52-168/2020
Umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
168.20 Svar frá J. Niclasen til B. L. Jacobsen - Umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 29. juni 2021 J. nr.: Svar uppá fyrispurning nr. 52-168/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir eru um at betra umstøðurnar hjá ferðafólki á ferjuleguni í Syðradali, so hesi hava eitt skýli ella líknandi at bíða í? 2. Um ongar ítøkiligar ætlanir eru, ætlar landsstýrismaðurin sær so at arbeiða fyri, at eitt skýli ella annað kemur, so ferðafólk kunnu fara inn at kroka? Svar: Landsverk upplýsir, at arbeitt hevur verið við at betra um umstøðurnar hjá ferðafólki við ferjuleguna á Syðradali. Ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, og nakað av útreiðslum eru brúktar til planlegging og tekning. Niðurstøðan hjá Landsverk er, at loysnirnar sum arbeitt hevur verið við, eru ov langt frá upprunaligu ætlanini. Skýlið gjørdist ov stórt og við ov nógvum funktiónum. Tí er arbeiðið steðgað og málið endurskoðað. Tinganes, 29. mai 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
168.20 Spurningur til J. Niclasen frá B. L. Jacobsen - Umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni Spurningar: 1. Hvørjar ætlanir eru um at betra umstøðurnar hjá ferðafólki á ferjuleguni í Syðradali, so hesi hava eitt skýli ella líknandi at bíða í? 2. Um ongar ítøkiligar ætlanir eru, ætlar landsstýrismaðurin sær so at arbeiða fyri, at eitt skýli ella annað kemur, so ferðafólk kunnu fara inn at kroka? Viðmerkingar: Rættiliga nógv ferðafólk fara um Kalsoyarfjørð og harvið ferjuleguna á Syðradali. Í 2019 var talið nærum hálvfjerðstúsund. Men eru ferðafólk ikki í bili hava tey onga staðni at kroka í regni, kava og illveðri annað enn at fara inn í okkurt privat neyst. Fyri at fáa greiðu á hvørjar ætlanir eru um at bøta um hesi viðurskifti, verður hesin fyrispurningur settur Á Løgtingi, 17. juni 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --