← Løgtingsmál

52-167/2020

Læraraútbúgvingin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
167.20 Svar frá J. av Rana til S. Stenberg - Læraraútbúgvingin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 28. juni 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-11
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-167/2020 eftir Tingskipanini §52 a frá Sirið Stenberg,
løgtingskvinnu, um eftirmeting av læraraútbúgvingini, settur landsstýrismanninum, Jenis
av Rana (eftir § 52a í Tingskipanini)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongst við arbeiðinum at eftirmeta læraraútbúgvingina og nær kann væntast, at
hetta verður liðugt?
Svar
Til 1: Arbeiðssetningur fyri eftirmetingina er liðugt orðaður, og uttanhýsis serfrøðingabólkur er
við at verða mannaður.
Serfrøðingabólkurin fer til verka beint eftir summarfrítíðina, og kemur væntandi at halda fram til
vit nærkast sumri í 2022. Tá handar serfrøðingabólkurin eina skriftliga frágreiðing, har
niðurstøður og tilmæli framganga frá eftirmetingini.
Tað er tó vert at viðmerkja, at arbeiðið við eftirmetingini ikki er ein serstøk eftirmeting av
læraraútbúgvingini burturav, men at talan er um eina eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, har
serligt atlit verður tikið til Námsvísindadeildina, har undir læraraútbúgvingina og
námsfrøðiútbúgvingina, v.m.
Í viðmerkingum til spurningin verður sagt, at læraraútbúgvingin hevur alstóran týdning fyri
fólkaskúlan, sum er ein av grundsúlunum í samfelagnum, og er fortreyt fyri framtíðina hjá
børnum okkara og tí eisini samfelagnum øllum. Eg eri samdur í hesum, men vil leggja afturat, at
eisini námsfrøðiútbúgvingin hevur alstóran týdning, og er somuleiðis ein av grundsúlunum í
samfelagnum.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
167.20 Spurningur til J. av Rana frá S. Stenberg - Læraraútbúgvingin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Læraraútbúgvingin
Spurningur:
Hvussu gongst við arbeiðinum at eftirmeta læraraútbúgvingina og nær kann væntast,
at hetta verður liðugt?
Viðmerkingar:
Læraraútbúgvingin hevur alstóran týdning fyri fólkaskúlan, sum er ein av
grundsúlunum í samfelagnum, og er fortreyt fyri framtíðina hjá børnum okkara og tí
eisini samfelagnum øllum. Semja tykist vera um tørvin á at eftirmeta
læraraútbúgvingina. Landsstýrismaðurin hevur eisini víst á hendan tørv. Tí er
spurningurin, hvussu gongur við hesum týdningarmikla arbeiði.
Á Løgtingi, 16. juni 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --