52-166/2020
Gulu Læknahúsini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
166.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. L. Jacobsen - Gulu Læknahúsini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. juni 2021 HMR J. nr. 21/11641-9 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-166/2020 eftir § 52a í tingskipanini um gulu læknahúsini frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir eru við læknahúsunum (gulu húsunum), sum hoyra til Klaksvíkar Sjúkrahús? 2. Hvussu nógvur peningur er settur av á fíggjarlógini til gulu húsini? Svar: Til spurning 1 Ein ætlan er um at dagføra læknahúsini, Gulu hús, soleiðis at umsitingin kann flyta úr starvsfólkabygninginum hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi í Gulu hús. Gomlu læknahúsini, Gulu hús, vórðu bygd í 1923, og eru ogn hjá landinum. Tey liggja í vøkrum gróðursettum øki. Tey kunnu verða sett í stand, og síðani verða væl egnað til fyrisiting. Talan er um at útvega 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn. Ætlanin er at innrætta bygningin til at hava umsiting við so fáum broytingum í innrætting, sum til ber, soleiðis at dámurin á húsunum kann verða varðveittur. Til spurning 2 Við fíggjarlógini fyri 2021 eru 6 mió. kr. játtaðar til Klaksvíkar sjúkrahús (løgujáttan). Í ætlanarárunum 2022 eru 5 mió. kr. settar, og í 2023 eru 10 mió. kr. settar sum játtanarupphædd á kontuni. Við eykajáttan í vár varð ein sonevnd C-átekning fingin á kontuna. Hetta merkir, at tað ber til at flyta ikki brúkta játtan í 2021 til seinni fíggjarár. -- 1 of 2 -- Eingin ávís upphædd er enn avsett til Gulu húsini, men farið er í holt við at prosjektera ætlanina við Gulu húsunum. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, er millum annað ein kostnaðarmeting kend, sum við øðrum verður brúkt sum grundarlag undir uppskoti til verklagslóg til hesa umbygging. Ætlanin er at leggja uppskot til verklagslóg fyri Løgtingið í heyst. Í uppskotinum til verklagslóg kemur ein upphædd at standa, ið ætlandi verður at brúka til Gulu húsini. Heilsumálaráðið, 25. juni 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
166.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. L. Jacobsen - Gulu Læknahúsini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Gulu læknahúsini Spurningar: 1. Hvørjar ætlanir eru við læknahúsunum (gulu húsunum), sum hoyra til Klaksvíkar Sjúkrahús? 2. Hvussu nógvur peningur er settur av á fíggjarlógini til gulu húsini? Viðmerkingar: Gomlu læknahúsini norðan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús eru í ringum standi. Nógv hevur verið tosað um, hvat húsini skulu brúkast til, men kortini er onki hent í málinum. Fyri at fáa greiðu á hvat fer at henda við sokallaðu gulu húsunum verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 15. juni 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --