52-165/2020
Stuðulsskipan og markamót
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
165.20 Svar frá E. M. Gunnleygdóttur til Ey. Samuelsen - Stuðulsskipan og markamót.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 24. juni 2021 Mál: 21/11667-3 Tygara Skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen Nr. 52-165/2020 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um stuðulsskipan og markamót, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Spurningar: 1. Hvussu nógvir borgarar hava mist stuðulin frá Almannaverkinum seinasta árið orsakað av, at tey eru vorðin 67 ár? 2. Hvussu nógvir borgarar, 67 ár og eldri, fáa stuðul frá Almannaverkinum? 3. Er ein ávís mannagongd fyri, nær stuðulin ikki verður veittur, eftir ein er vorðin 67 ár, og verður ein ítøkilig meting gjørd og kunnað fyri borgaranum ? 4. Er tað møguligt hjá kommununum at gera avtalu við Almannaverkið um framhaldandi stuðulstænastu til borgarar yvir 67 ár móti gjaldi? Viðmerkingar: Í viðmerkingunum til uppskot um broyting í lóg um eldrarøkt og heimatænastu v.m. (tingmál nr. 081/2019) verður sagt, at kommunurnar hava ábyrgd av heimatænastuni, meðan landið hevur ábyrgdina av stuðulstænastuni. Heimatænastan er ikki aldurstreytað og fevnir um heimahjálp og sjúkrarøkt. Stuðulstænastan er stovnsett at stuðla borgarum millum 18 og 66 ár, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so hesi hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Í almennu viðmerkingunum verður víðari sagt: «Stuðulin kann halda áfram, eftir at borgarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum og hevur møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.» Í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur § 5 stk. 2 verður ásett: «Hóast ásetingina í stk. 1 kann persónur í fólkapensjónsaldri, ið er fevndur av løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., framhaldandi fáa tænastu sambært hesi løgtingslóg, um endamálið við tænastuni framhaldandi verður rokkið.» Tað ljóðar, at borgarar uppliva, at tá ið tey fylla 67 ár, so heldur tænastan uppat, uttan at borgarin hevur fingið eina meting av, um hann framhaldandi kann fáa gagn av stuðlinum og harvið møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív, ið hann hevði møguleika til, meðan hann hevði stuðulin. -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 Borgarin stendur sostatt uttan stuðul og hevur bert møguleika at fáa eina sera avmarkaða heimahjálp, ið ikki hevur sama endamál sum stuðulin, ið viðkomandi fekk, áðrenn hann var fyltur 67 ár. Fyri at fáa svarað, hvussu ásetingin í lógini um almannatrygd og tænastur og viðmerkingarnar í lógini um heimatænsatu, eldrarøkt v.m. verða útintar í praksis, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 15. juni 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 Svar: Til spurning nr. 1 og 3 Borgarar yvir 67 ár, sum hava fingið stuðul frá Almannaverkinum, kunnu sambært § 5, stk. 2 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (almannalógini) framhaldandi fáa stuðul, um endamálið við stuðulstænastuni framhaldandi kann verða rokkið. Ein individuel og ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, har mett verður, um endamálið við stuðlinum framhaldandi verður rokkið. Metingin verður gjørd við støði í tørvinum hjá borgaranum og ásetingunum almannalógini og við støði í kunngerð um stuðulstænastu. Sambært § 35 í almannalógini verður stuðulstænasta veitt sum: 1. Námsfrøðilig leiðbeining í mun til at røkka yvirskipað persónlig mál 2. Umsorgan og praktisk hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti 3. Fylgjari til sosial tiltøk 4. Vøka og hjávera, ið er uttan fyri ábyrgdarøki hjá kommunu og heilsuverki Kunngerð nr. 228 frá 28. desember 2020 um stuðulstænastu ásetir m.a. í § 1, at stuðulstænasta verður veitt fyri at menna og endurmenna førleikar hjá tí einstaka, soleiðis at viðkomandi kann liva eitt sjálvstøðugt, innihaldsríkt, virkið og støðugt lív, og at stuðulstænasta ikki fevnir um persónliga røkt ella sjúkrarøkt. Talan er altíð um individuella og ítøkiliga meting. Um niðurstøðan er, at endamálið við stuðlinum ikki longur verður rokkið sambært ásetingum í lóg og kunngerð, verður málið tikið upp, og skal stuðulin ikki longur halda fram, verður avgerð við grundgevingum send borgaranum. Tá tað verður mett neyðugt, samskiftir Almannaverkið við eldraøkið um, at borgarin ístaðin ella framyvir kann fáa tænastu sambært lóg um eldrarøkt og heimatænastu v.m. Almannaverkið hevur upplýst, at seinasta árið er tað ein borgari yvir 67 ár, sum ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul sambært galdandi reglum. Til spurning nr. 2 Sambært virksemisyvirlitum hjá eindunum fáa í løtuni 12 borgarar yvir 67 ár stuðul frá Almannaverkinum. Til spurning nr. 4 Tað ber til mótvegis gjaldi hjá kommunum at gera avtalu við Almannaverkið um framhaldandi stuðulstænastu. -- 3 of 3 --
165.20 Spurningur til E. M. Gunnleygdóttur frá Ey. Samuelsen - Stuðulsskipan og markamót.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Stuðulsskipan og markamót Spurningar: 1. Hvussu nógvir borgarar hava mist stuðulin frá Almannaverkinum seinasta árið orsakað av, at tey eru vorðin 67 ár? 2. Hvussu nógvir borgarar, 67 ár og eldri, fáa stuðul frá Almannaverkinum? 3. Er ein ávís mannagongd fyri, nær stuðulin ikki verður veittur, eftir ein er vorðin 67 ár, og verður ein ítøkilig meting gjørd og kunnað fyri borgaranum ? 4. Er tað møguligt hjá kommununum at gera avtalu við Almannaverkið um framhaldandi stuðulstænastu til borgarar yvir 67 ár móti gjaldi? Viðmerkingar: Í viðmerkingunum til uppskot um broyting í lóg um eldrarøkt og heimatænastu v.m. (tingmál nr. 081/2019) verður sagt, at kommunurnar hava ábyrgd av heimatænastuni, meðan landið hevur ábyrgdina av stuðulstænastuni. Heimatænastan er ikki aldurstreytað og fevnir um heimahjálp og sjúkrarøkt. Stuðulstænastan er stovnsett at stuðla borgarum millum 18 og 66 ár, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so hesi hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Í almennu viðmerkingunum verður víðari sagt: «Stuðulin kann halda áfram, eftir at borgarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum og hevur møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.» Í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur § 5 stk. 2 verður ásett: «Hóast ásetingina í stk. 1 kann persónur í fólkapensjónsaldri, ið er fevndur av løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., framhaldandi fáa tænastu sambært hesi løgtingslóg, um endamálið við tænastuni framhaldandi verður rokkið.» Tað ljóðar, at borgarar uppliva, at tá ið tey fylla 67 ár, so heldur tænastan uppat, uttan at borgarin hevur fingið eina meting av, um hann framhaldandi kann fáa gagn av stuðlinum og harvið møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív, ið hann hevði møguleika til, meðan hann hevði stuðulin. Borgarin stendur sostatt uttan stuðul og hevur bert møguleika at fáa eina sera avmarkaða heimahjálp, ið ikki hevur sama endamál sum stuðulin, ið viðkomandi fekk, áðrenn hann var fyltur 67 ár. -- 1 of 2 -- Fyri at fáa svarað, hvussu ásetingin í lógini um almannatrygd og tænastur og viðmerkingarnar í lógini um heimatænsatu, eldrarøkt v.m. verða útintar í praksis, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 15. juni 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 2 of 2 --