← Løgtingsmál

52-164/2020

Makrelkvotur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
164.20 Svar frá J. Vestergaard til P. á Reynatúgvu - Makrelkvotur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
23. juni 2021
Mál: 21/11446-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-164/2020
Svar til fyrispurning 52-164/2020 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, um makrelkvotur.
Spurningar:
1. Hvat grundarlag verður nýtt fyri at býta nýggju makrelkvoturnar, tey 60.000 tonsini?
2. Fer landsstýrismaðurin at luta út kvotur til viðkomandi fiskivinnuverkætlanir í Sandoynni,
Norðstreymoy og Suðurstreymoy, nú kvotupartur okkara av makrelinum hækkar?
3. Um ikki, við hvørjum grundgevingum velur landsstýrismaðurin ikki at geva áðurnevndu
økjum ein møguleika at menna vinnuvirksemi grundað á nýggja tilfeingið av makreli?
Svar:
Til nr. 1.
Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um, at meginparturin av tí, ið makrelkvotan er økt við,
verður latið í sama lutfalli millum skipabólkarnar, sum makrelkvotan hevur verið latin seinastu
árini.
Til nr. 2.
Tað er ikki hugsanin at luta makrelkvotur grundað á landafrøðilig atlit. Tað var eitt atlit, sum varð
brúkt at luta menningarkvotur undir seinastu samgongu. Verandi samgonga hevur tikið av ta
skipanina. Ein partur av makrelkvotuni verður samsvarandi sjófeingislógini tó settur av til
vinnuligar royndir og verkætlanir – íroknað kvotur til ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur til rakstur
av verandi skipum. Tað er gjørligt hjá persónum/feløgum um alt landið á jøvnum føti at søkja um
at fáa burturav hesum partinum av makrelkvotuni, sum er settur av til hesi endamál.
Til nr. 3.
Sum tilskilað omanfyri, er skipanin við menningarkvotum, har m.a. landafrøðilig atlit vórðu tikin,
tá hesar vórðu útlutaðar, tikin av. Harvið er farið frá at brúka landafrøðilig viðurskifti í sambandi
við at útluta kvotur. Sum eisini er tilskilað omanfyri, fer at bera til hjá persónum ella feløgum
allastaðni í Føroyum at søkja um lut í kvotunøgdunum, sum settar eru av til vinnuligar royndir og
verkætlanir. Tey í spurninginum nevndu økini fáa harvið møguleika á jøvnum føti við persónar og
feløg aðrastaðni í Føroyum at søkja um tøkar kvotur.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
164.20 Spurningur til J. Vestergaard frá P. á Reynatúgvu - Makrelkvotur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Evni: Makrelkvotur
Spurningar:
1. Hvat grundarlag verður nýtt fyri at býta nýggju makrelkvoturnar, tey 60.000
tonsini?
2. Fer landsstýrismaðurin at luta út kvotur til viðkomandi fiskivinnuverkætlanir í
Sandoynni, Norðstreymoy og Suðurstreymoy, nú kvotupartur okkara av
makrelinum hækkar?
3. Um ikki, við hvørjum grundgevingum velur landsstýrismaðurin ikki at geva
áðurnevndu økjum ein møguleika at menna vinnuvirksemi grundað á nýggja
tilfeingið av makreli?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at makrelkvoturnar verða
hækkaðar, nú eingin strandalandasemja er í eygsjón í ár.
Harvið áseta strandalondini sína egnu kvotu, og taka ikki hædd fyri tilmælunum frá
ráðgevandi fiskifrøðini.
Fyri Føroyar merkir tað, at nýtt tilfeingi svarandi til 60.000 tons, ella eitt
avreiðingarvirði á oman fyri 300 mió.kr. afturat, verður tøkt hjá føroyskari fiskivinnu
at fiska.
Rættindini til havsins ríkidømi eru landsins ogn, og sum er verða tey býtt sera ymiskt
millum landsins øki.
Serliga loypir í eygað Sandoyggin, Norðstreymoy, og Suðurstreymoy, sum ikki hava
fingið sín rímiliga lut av tilfeinginum. Hetta kann vera óheppið fyri hesi øki, havandi í
huga, at vit øll eiga fiskin, sum í havi okkara svimur.
Nú er eitt gylt høvi hjá landsstýrismanninum at menna uppsjóvarfiskiskap í
Sandoynni, Norðstreymoy, og Suðurstreymoy; tí hesar spurningar.
Á Løgtingi, 11. juni 2021
Páll á Reynatúgvu

-- 1 of 1 --