52-163/2020
Næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
163.20 Svar frá J. av Rana til S. Stenberg - Næmingatal í fólkaskúlaflokkunum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 21. juni 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-8 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-163/2020 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, til Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, eftir § 52a í Tingskipanini, um næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Metir landsstýrismaðurin, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum er ov høgt? 2. Um ja, eru nakrar ætlanir at minka um næmingatalið í flokkunum og nær? 3. Um nei, eru aðrar broytingar á fólkaskúlaøkinum á veg? Um ja, hvørjar? Svar Til 1: Næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum er rættiliga ymiskt í skúlunum kring landið. Hetta er í stóran mun tengt at búsetingarmynstrinum og eisini, um skúli hevur eina skipan við samanløgdum flokkum. Sostatt skiftir næmingatalið frá einum næmingi í tveimum fólkaskúlum til 53 næmingar í skúla við samanløgdum flokkum. Í § 20 í fólkaskúlalógini er ásett, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 næmingar. Miðað verður ímóti at halda seg til hesa meginreglu. Í játtanarskipanini til fólkaskúlan verður fult tímatal játtað til tveir flokkar, tá ið næmingatalið er 27 næmingar, tó verða eyka tímar játtaðir, tá ið næmingatalið í einum flokki í 3. – 7. flokki er 25 ella 26 næmingar. Í verandi skúlaári eru tað 159 flokkar, sum hava 20 næmingar ella fleiri, og er býtið millum hesar flokkar, at tað eru : 87 flokkar, sum hava 20 – 23 næmingar og 72 flokkar, sum hava 24 – næmingar ella fleiri Tað kann verða torført at røkka einstaka næminginum, tá ið næmingatalið er høgt í einum flokki. Vit hava skyldu til at taka atlit at tí einstaka, so at allir næmingar bæði læra og trívast í fólkaskúlanum. Eg fari at eftirmeta skipanina eisini við atlit at, at næmigatalið er rættiliga høgt í nógvum flokkum, serliga í skúlum, har stór næmingatilgongd er. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 2: Eg fari at eftirkanna skipanina bæði lógarásetingar og játtanarmannagongd. Áðrenn hetta er gjørt, er valla rætt einvíst at svara ja ella nei. Trivnaður og læring veldst eisini um samansetingina í flokkinum, førleikarnar hjá tí einstaka næminginum, og um játtaðir eru eyka tímar til næmingar við serligum avbjóðingum, ella talan er um byrjanarundirvísing, har partvís tvílæraraskipan verður sett í verk, tá ið næmingatalið er 19 næmingar og fleiri. Til 3: Samgongan hevur m.a. sett sær fyri, at tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í sambandi við m. a. floksstødd. Eg havi sett sjøtul á hetta arbeiðið, har floksstødd verður eitt evni. Harumframt verður dentur lagdur á at dagføra tíma- og lærugreinabýtið og viðurskifti, sum eru tengd at hesum sum kravdar lærugreinir, vallærugreinir, býtið millum tær hugvísindaligu og náttúruvísindaligu lærugreinarnar, og um tær handaligu og skapandi lærugreinarnar hava nóg stóra rúmd í fólkaskúlanum. Flokslæraraarbeiðið verður eisini raðfest sum partur av trivnaðararbeiðinum og læringini í einstaka flokkinum, og sum partur av samskiftinum millum heim og skúla og samskipanini í læraratoymunum. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
163.20 Spurningur til J. av Rana frá S. Stenberg - Næmingatal í fólkaskúlaflokkunum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum er ov høgt? 2. Um ja, eru nakrar ætlanir at minka um næmingatalið í flokkunum og nær? 3. Um nei, eru aðrar broytingar á fólkaskúlaøkinum á veg? Um ja, hvørjar? Viðmerkingar: Tað er onki at taka seg aftur í, at fólkaskúlin er ein av grundsúlunum í samfelagnum. Ein góður fólkaskúli er fortreyt fyri framtíðini hjá okkara børnum og harvið samfelagnum øllum, og øll ynskja vit ein góðan fólkaskúla. Samfelagsgongdin seinnu árini hevur havt við sær, at nakrir av smáu skúlunum ikki eru virknir longur, og vit síggja eisini at nýggju skúlabyggingarnar rúma størri og størri eindum. Og tíbetur er barnatalið hækkað seinnu árini. Hinvegin frætta vit um ein sperdan fólkaskúla, at tað er trupult at fáa tillutað tørvsmetta serundirvísingartímatalið, at skúlaaftran er ein veruleiki, og at tað eru børn, sum hava trupult við at trívast, og harvið eisini kunnu verða darvað í teirra menning. Tí er spurningurin, um ein loysn hevði verið, at færri børn vóru í hvørjum flokki, so tað var betri tíð til einstaka barnið. Hetta hevði uttan iva tænt øllum pørtum, barni, lærara og samfelagnum øllum. Eitt lægri næmingatal í hvørjum flokki kundi kanska eisini virka fyribyrgjandi og minka um tørvin á øðrum sertænastum. Á Løgtingi, 8. juni 2021 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --