52-162/2020
Vaksnamannalæra og trípartasamstarv
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
162.20 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Vaksnamannalæra og trýpartasamstarv.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 21. juni 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-7 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-162/2020 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, til Jenis av Rana, landsstýrismann, settur eftir § 52 a í Tingskipanini. Um vaksnamannalæra og trípartasamstarv. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja avtalurnar viðvíkjandi yrkisútbúgvingum, ið vóru gjørdar í trípartasamráðingum í 2019 ? 2. Fer landsstýrismaðurin at taka upp trípartasamráðingar um vaksnamannalæru ? 3. Um ikki, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi vaksnamannalæru ? Svar Til 1: Avtalurnar, sum vórðu gjørdar í trípartasamráðingunum í 2019 eru umfatandi og umfata fleiri øki. Síðan eg tók við sum landsstýrismaður havi eg arbeitt støðugt við at menna og tillaga yrkisútbúgvingarnar, eins og ásett er í samgonguskjalinum. Arbeiðið er grundað á tilmæli um tillagingar av yrkisútbúgvingarøkinum, sum Yrkisútbúgvingarráðið gjørdi í 2018, og sum trípartasemjan eisini byggir á. Tað er greitt, at fleiri av málunum krevja at vera lýst nærri, og tað er eitt arbeiði, sum er í gongd á útbúgvingarøkinum. Til 2: Eg havi ongar ætlanir um at taka upp samráðingar um vaksnamannalæru í løtuni. Arbeitt verður longu við vaksnamannaútbúgving á ymsan hátt, og við støði í lógini um førleikameting frá 2014 og kunngerðini frá 2018 er møguligt hjá vaksnum, sum ynskja sær prógv innan yrkið, tey arbeiða í, at verða førleikamett, og á tann hátt fáa stytt um útbúgvingartíðina. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við útbúgvingarstovnar og arbeiðsmarknaðarpartar. Til 3: Vaksin og tilkomin hava møguleika at taka útbúgving og at førleikamenna seg á vinnu- og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum, umframt at fleiri tilboð eru innan frítíðarundirvísing til dømis við atliti at undirvísing í føroyskum fyri tilflytarum, stakgreinalestri á miðnámsstigi, skeiðum innan sigling og landbúnað umframt lærugreinum á 10. floksstigi. Harumframt eru fleiri møguleikar fyri førleikameting, og hetta er eitt øki, sum eg ætli at raðfesta framyvir í samstarvi við avvarðandi partar. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
162.20 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Vaksnamannalæra og trýpartasamstarv.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður Evni: Vaksnamannalæra og trípartasamstarv Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja avtalurnar viðvíkjandi yrkisútbúgvingum, ið vóru gjørdar í trípartasamráðingum í 2019 ? 2. Fer landsstýrismaðurin at taka upp trípartasamráðingar um vaksnamannalæru ? 3. Um ikki, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi vaksnamannalæru ? Viðmerkingar: Tann 24. juni 2019 undirskrivaði táverandi landsstýri eina avtalu um yrkisútbúgvingarøkið við Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Landsfelag Handverkaranna/Føroya Handverkarafelag/Starvsmannafelagið. At partarnir á arbeiðsmarknðinum og landsstýrið gjørdu eina tílíka semju var nýskapandi og slóðbrótandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Slík semja um mál av felags áhuga er við til framhaldandi menning av føroyska arbeiðsmarknaðinum, so hann kann tillagast broytingum í samfelagnum. Trípartasemjan millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini fevndi m.a. um viðurskifti hjá lærlingum, fleiri læru- og praktikkpláss innan tað almenna, konjunkturjavnandi amboð av landsvegahaldi og umvæling av almennum bygningum, og um treytir í sambandi við útbjóðing við tí endamáli at útbúgva vinnuna. Avtalað varð eisini, at farast skuldi undir eina nýggja trípartasamráðing á heysti 2019. Henda samráðing skuldi snúgva seg um at finna felags stev í samband við vaksnamannalæru. Landsstýrið fekk í 2018 handað Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil við tilmælum um, hvussu vaksnamannalæra kann skipast í Føroyum. Sambært álitinum er tørvurin á vaksnamannalæru stórur, tí arbeiðsmarknaðurin og tey krøv, ið verða sett til førleikar hjá tí einstaka, broytast støðugt. Kortini má staðfestast, at fleiri av átøkunum í avtaluni tíverri enn ikki hava sæð dagsins ljós, og at harafturat hoyrist einki um, at eitt nýtt umfar av trípartasamráðingum er tikið upp um vaksnamannalæru. Á Løgtingi, 8. juni 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --