← Løgtingsmál

52-160/2020

Læknaviðurskiftini í Sandoynni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
160.20 Svar frá K.L.H.Johannesen til P.Reynatugvu - um læknaviðurskiftini í Sandoynni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 11. juni 2021
HMR J. nr. 21/10574-7
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-160/2020 eftir § 52a í tingskipanini um læknaviðurskiftini á
Sandoynni, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er landsstýrismaðurin kunnugur við, at helvtin av læknavaktini í Sandoynni
verður røkt av avloysarum?
2. Er landstýrismaðurin kunnugur við, at læknar eru, sum ynskja at vera settir í fast
starv í ósettu læknavaktini í Sandoynni?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør orsøk er til, og hvør grundgeving er fyri,
hví lækni ikki verður settur í helvtina av læknavaktini í Sandoynni, tá tøkir
læknar eru til starvið?
4.
Svar
Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst frá Heilsutrygd, at annar av
kommunulæknunum, sum er í føstum starvi á Sandoynni, hevur ynskt at fara í farloyvi
úr starvi sínum. Heilsutrygd hevur gingið umbønini hjá kommunulæknanum á møti.
Í hesum ítøkiliga førinum er talan um ein kommunulækna, sum er farin í farloyvi úr
starvi sínum. Viðkomandi er ikki farin úr starvinum. Av tí, at kommunulæknin
framvegis er í starvi, hóast viðkomandi er í farloyvi, er talan ikki um, at eitt
kommunulæknastarv á Sandoynni er ósett.
Tað ber ikki til hjá Heilsutrygd at lýsa eitt kommunulæknastarv leyst til fasta setan, tá
ein kommunulækni longu er í starvinum. Tað ber heldur ikki til hjá Heilsutrygd at lýsa
eitt kommunulæknastarv leyst til fasta setan, tá kommunulæknin í starvinum er í
farloyvi úr fasta starvi sínum.
Eftir ætlan verður komandi Sandoyartunnilin tikin í nýtslu í desember 2023. Fasta
sambandið millum Sandoynna og Streymoynna fer at hava við sær nýggjar og higartil
ótroyttar møguleikar fyri bæði kommunulæknaskipanina í Sandoynni og fyri oynna
sum heild.

-- 1 of 2 --

Heilsumálaráðið, 11. juni 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
160.20 Spurningur til K.L.H.Johannesen fra P.Reynatugvu - um læknaviðurskiftini í Sandoynni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Læknaviðurskiftini í Sandoynni
Spurningar:
1. Er landsstýrismaðurin kunnugur við, at helvtin av læknavaktini í Sandoynni
verður røkt av avloysarum?
2. Er landstýrismaðurin kunnugur við, at læknar eru, sum ynskja at vera settir í
fast starv í ósettu læknavaktini í Sandoynni?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør orsøk er til, og hvør grundgeving er
fyri, hví lækni ikki verður settur í helvtina av læknavaktini í Sandoynni, tá
tøkir læknar eru til starvið?
Viðmerkingar:
At hava trygg og støðug læknaviðurskifti er av stórum týdningi. Á leysu oyggjunum,
har flutningur til sjúkrahúsini er avmarkaður um firðir og sund, er somikið meira
týdningarmikið at hava støðug og álítandi læknaviðurskifti.
Í Sandoynni er ein lækni í føstum starvi, sum harvið fær møguleika at byggja upp tær
relatiónir og tað innlit í fólksins heilsustøðu, sum er neyðugt.
Restin av læknavaktini verður røkt av skiftandi avloysarum. Dugnaligir, men skiftandi
læknar, sum verrar um kunnleikan, og eisini er merkt av innlits- og tíðarspilli, serliga
fyri kronisku sjúklingarnar.
Undirritaði er vitandi um læknar, sum ynskja at vera settir í fast starv at røkja hina
helvtina av læknavaktini í Sandoynni, men framhaldandi mugu sandoyingar og
skúvoyingar finna seg í eini skipan við avloysarum.
Hettar er ikki í lagi, tá læknar finnast, sum hava áhuga í fastari starvssetan í Sandoyar
læknadømi.
Á Løgtingi, 3. juni 2021
Páll á Reynatúgvu

-- 1 of 1 --