← Løgtingsmál

52-158/2020

Sensurur í mun til stuðul til filmsverkætlanir hjá ungum listafólki

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
158.20 Svar frá B.Nielsen til B.Samuelsen - Sensurur í mun til stuðul til filmsverkætlanir hjá ungum listafólki.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
158.20 Spurningur til B.Nielsen fra B.Samuelsen - Sensurur í mun til stuðul til filmsverkætlanir hjá ungum listafólki.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Sensurur í mun til stuðul til filmsverkætlanir hjá ungum listafólki
Spurningar:
1. Er løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, nøgdur við háttin,
landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum umsitur játtanina til
filmsframleiðslu, nú hann enn einaferð setur faklig tilmæli til viks og noktar
ávísum ungum listafólki stuðul, tí verkið hóvar landsstýrismanninum illa?
2. Metir løgmaður hetta vera í samsvari við góðan fyrisitingarsið og at umsita
játtanina til film á fullgóðan hátt, tá ung evnarík listafólk ikki fáa stuðul,
orsakað av, at landsstýrismanninum persónliga ikki dámar innihaldið?
3. Heldur løgmaður tað vera sakligar grundgevingar, sum góð fyrisiting krevur,
at til dømis seksuelt innihald ella banniorð eru grundgevingar fyri at nokta
ungum filmsspírum stuðul úr filmsgrunninum?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur enn einaferð kolldømt eitt
fakligt tilmæli um fíggjarligan stuðul til ungt filmslistafólk. Løgmaður hevur eftirlit
við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og
fullgóðan hátt.
Spurt verður tí løgmann, um hann metir, at mátin landsstýrismaðurin í mentamálum
umsitur stuðulsjáttanina til filmsgerð er í samsvari við góðan fyrisitingarsið og um
løgmaður í hesum heldur, at landsstýrismaðurin umsitur hetta økið á fullgóðan hátt.
Føroysk filmsvinna og filmsframleiðsla hava ment seg sera nógv seinastu árini.
Millum ungu talentini telist eisini Katrin Joensen-Næs, sum sambært tilmælinum átti
at fáa 75 túsund krónur til filmin, sum viðger evnið sex. Har sita væl skikkað fólk og
tilmæla. Fólk, sum eru før fyri at meta um, hvørt verkætlanin er dygdargóð og
innihaldið borðbært. Hóast grundgevingarnar frá ráðgevingini hjá
landsstýrismanninum fyri at lata stuðul eru, at talan er um verkætlan á fakliga høgum
støði, so noktar landsstýrismaðurin stuðul úr filmsjáttanini, sonevnda filmsgrunninum.
Síðan 2014 hevur serstøk játtan til film verið undir Mentamálaráðnum, og
stuðulstørvurin er fleirfalt tað, sum pengarnir strekkja til. Stuðul úr filmsgrunni ella
frá almennari stuðulsskipan, har stuðul verður givin eftir fakliga ásettum treytum, er
aloftast ein fyritreyt fyri at fáa fígging aðrastaðni frá. Tí er tað at nokta fyri stuðli
eisini eitt slag, sum kann fáa størri avleiðing enn null krónur av játtanini, sum Jenis av
Rana umsitur - vegna Løgtingið, og harvið vegna Føroya fólk.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 28. mai 2021
Bjørt Samuelsen

-- 2 of 2 --