52-157/2020
Felags móttøkustøð av fløskum og øðrum íløtum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
157.20 Svar frá H. Abramhamsen til A. Olsen - Fløskumóttøka.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tórshavn, tann 10. juni 2021 Journalnr.: 20/10182 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 157/2020 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi felags móttøkustøð av fløskum og øðrum íløtum Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at endurskoða kunngerðina nr. 54 um íløt, úrdrátt og pant frá 31. mai 2007? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at skipanin við fløskuinnsavnan virkar fullvæl í dag, og metir hann, at hon tekur atlit at brúkarunum? 3. Tekur landsstýrismaðurin undir við at fáa eina felags móttøkuskipan fyri fløskur, og at hesar móttøkuskipanir verða skipaðar kring landið? Viðmerkingar: Tað er ein sannroynd, at jú lættari man sum borgari kann sleppa av við rusk, tómar fløskur og íløt v.m., jú meiri fyribyrgir man, at hetta endar úti í náttúruni. Borgarar gera javnan vart við, hvussu lítið brúkaravinarlig fløskumóttøkuskipanin er í Føroyum, at man er noydd/noyddur at renna frá “Peri til Pól” fyri at sleppa av við fløskurnar. Soleiðis sum skipanin er sett saman taka teir handlar, ið hava eina fløskumóttóku bert ímóti fløskum, sum handilin sjálvur selur. Úrslitið av hesum er, at antin verða fløskurnar settar uttan fyri fløskumóttøkuna, í øðrum lagi koyrdar á Brennistøðina og í triðja og ringasta føri enda tær úti í náttúruni. Skilagott hevði verið at fingið eina brúkaravinarliga skipan, har borgarin kann lata allar sínar fløskur og íløt inn á einum stað. Tí verða hesir spuringar settir landsstýrismanninum. Svar 1-3 Ætlanin er at endurskoða verandi pantskipan. Hyggja vit eftir hvussu nógv kemur inn aftur, var returprosentið í 2020 90 %, sum má sigast at vera gott. Verandi skipan er ikki so brúkaravinalig, sum hugsast kann, og ofta hoyrast fólk illneitast inn á, at neyðugt er at renna frá Peri til Pól. Verandi skipan verður tí endurskoðað, og ætlanin er at komandi skipan skal vera so einføld sum gjørligt soleiðis at sleppast kann av við alt, sum hevur álagt pant á sama stað og skal hetta eisini skipast kring landið. -- 1 of 2 -- V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð 2/2 Arbeiðið við at endurskoða kunngerðina um burturkast er byrjað, og ætlanin er, at ein dagførd pantskipan skal vera í samljóði við hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt seint í heyst. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 10. juni 2021 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
157.20 spurningur til H.Abramhamsen fra A.Olsen - Fløskumóttøka.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Felags móttøkustøð av fløskum og øðrum íløtum Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at endurskoða kunngerðina nr. 54 um íløt, úrdrátt og pant frá 31. mai 2007? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at skipanin við fløskuinnsavnan virkar fullvæl í dag, og metir hann, at hon tekur atlit at brúkarunum? 3. Tekur landsstýrismaðurin undir við at fáa eina felags móttøkuskipan fyri fløskur, og at hesar móttøkuskipanir verða skipaðar kring landið? Viðmerkingar: Tað er ein sannroynd, at jú lættari man sum borgari kann sleppa av við rusk, tómar fløskur og íløt v.m., jú meiri fyribyrgir man, at hetta endar úti í náttúruni. Borgarar gera javnan vart við, hvussu lítið brúkaravinarlig fløskumóttøkuskipanin er í Føroyum, at man er noydd/noyddur at renna frá “Peri til Pól” fyri at sleppa av við fløskurnar. Soleiðis sum skipanin er sett saman taka teir handlar, ið hava eina fløskumóttóku bert ímóti fløskum, sum handilin sjálvur selur. Úrslitið av hesum er, at antin verða fløskurnar settar uttan fyri fløskumóttøkuna, í øðrum lagi koyrdar á Brennistøðina og í triðja og ringasta føri enda tær úti í náttúruni. Skilagott hevði verið at fingið eina brúkaravinarliga skipan, har borgarin kann lata allar sínar fløskur og íløt inn á einum stað. Tí verða hesir spuringar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 28. mai 2021 Annika Olsen -- 1 of 1 --