← Løgtingsmál

52-156/2020

Stýrið fyri Bústaðir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
156.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til B. Løwe - Stýrið í Bústøðum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
9. juni 2021
Mál: 21/10130-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: EMH
Nr. 52-156/2020
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Stýrið fyri Bústaðir
Spurningar:
Fyriliggur nakað frámæli frá umsitingini/aðalstjóranum í Almannamálaráðnum viðvíkjandi
valinum av stýrinum í Bústøðum?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur svarað løgtingsfólkum, at hon ætlar ikki at upplýsa fyri
løgtingsfólkum um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini viðvíkjandi valinum av nýggjum stýri
fyri Bústaðir.
Uppgávan hjá tingfólkum er m.a. at hava eftirlit við, hvussu landsstýrisfólk umsita málsøki
síni. Tí eiga tingfólk at fáa at vita, um tað liggur frámæli frá umsitingini/aðalstjóranum í
Almannamálaráðnum í málinum um val av einum ella fleiri limum í nýggja stýrinum fyri
Bústaðir.
Á Løgtingi, 28. mai 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Svar:
§ 2 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn áleggur landsstýrismanninum at velja stýrið, og tað hevur
landsstýrismaðurin gjørt. Eg havi tikið avgerð og valt stýrið, og meti, at fólkini eru væl
kvalifiserað og hava eina breiða og umboðandi vitan. Samanlagt hava limirnir í stýrinum gott
innlit í bygging, búskaparfrøði og fígging og gott innlit í sosiala øki. Eisini eru tveir av
limunum endurvaldir til tess at tryggja framhald.
Eins og upplýst fyri spyrjara í svari uppá fyrispurning nr. 52-145/2020 eftir § 52a í
Tingskipanini, er tað landsstýrismaðurin, sum tilnevnir stýrið fyri Húsalánsgrunnin, og hevur
landsstýrismaðurin heldur ikki hesuferð ætlanir um at upplýsa fyri spyrjara um innanhýsis
skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í.
9. juni 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
156.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá B. Løwe - Stýrið í Bústøðum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Stýrið fyri Bústaðir
Spurningar:
Fyriliggur nakað frámæli frá umsitingini/aðalstjóranum í Almannamálaráðnum
viðvíkjandi valinum av stýrinum í Bústøðum?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur svarað løgtingsfólkum, at hon ætlar ikki at upplýsa fyri
løgtingsfólkum um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini viðvíkjandi valinum av nýggjum
stýri fyri Bústaðir.
Uppgávan hjá tingfólkum er m.a. at hava eftirlit við, hvussu landsstýrisfólk umsita
málsøki síni. Tí eiga tingfólk at fáa at vita, um tað liggur frámæli frá
umsitingini/aðalstjóranum í Almannamálaráðnum í málinum um val av einum ella
fleiri limum í nýggja stýrinum fyri Bústaðir.
Á Løgtingi, 28. mai 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --