← Løgtingsmál

52-155/2020

Skipan við útlenskum serlæknum í sjúkrahúsverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
155.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Joensen - Skipan við útlendskum serlæknum í sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. juni 2021
HMR J. nr. 21/09925-8
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-154/2020 eftir § 52a í tingskipanini um skipan við útlendskum serlæknum
í sjúkrahúsverkinum, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv serlæknastørv eru dekkað av læknum, sum búgva í Føroyum?
2. Er ætlanin at dekka fleiri serlæknastørv við læknum búsitandi í Føroyum?
3. Er møguleiki at tryggja eina serlæknaskipan, soleiðis at útskiftingin av útlendskum
serlæknum er so lítil sum gjørligt?
Svar:
Til spurning 1
Umleið 40 serlæknastørv (ársverk) í Sjúkrahúsverkinum eru mannaði við serlæknum, sum hava
bústað í Føroyum. Harumframt eru umleið 15 serlæknastørv (ársverk) dekkað við ymiskum
konsulentum/konsulentskipanum.
Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið arbeiðir áhaldandi við at fáa serlæknar við góðum førleikum til verkið, og tað er
ynskiligt, at serlæknarnir eru búsitandi í Føroyum, tá ið teir verða settir í starv. Sambært
Sjúkrahúsverkinum verður hetta mett sum ein fyrimunur fyri bæði sjúkling og lækna.
Tá ið Sjúkrahúsverkið hevur sett útlendskar læknar í størvini, (tað kann vera sum konsulentar í
stafettum ella sum sonevnd “sentur til sentur avtala”) er orsøkin, at tað ikki hevur borið til at fáa
serlæknar búsitandi í Føroyum til tey serlæknaøkini. Á fleiri serlæknaøkjum eru tað ofta teir somu
serlæknarnir, sum koma aftur, men á øðrum serøkjum eru serlæknarnir fleiri í tali. Sambært

-- 1 of 2 --

Sjúkrahúsverkinum verður tað mett sum ein fyrimunur, tá ið tað eru teir somu læknarnir, sum koma
til Føroya við jøvnum millumbilum.
Til spurning 3
Arbeitt verður støðugt við at tryggja eina serlæknaskipan, soleiðis at útskiftingin av útlendskum
serlæknaum er so lítil sum gjørligt. Í fíggjarlógini fyri 2020 og 2021 er játtanin tilsamans hækkað
við 6,4 mió. kr. til at seta fleiri serlæknar í starv. Harumframt er játtanin til at útbúgva yngri læknar
sama tíðarskeið hækkað samanlagt við 3,9 mió. kr. Tað vil siga, at játtanin til hesi bæði økini er
samanlagt hækkað við 10,3 mió. kr. hetta tíðarskeiðið.
Sum nevnt í svarinum til spurning 2 roynir Sjúkrahúsverkið mest møguligt at fáa sett serlæknar í
starv, sum eru búsitandi í Føroyum fyri at tryggja eina serlæknaskipan við minst møguligari
útskifting av útlendskum serlæknum.
Sum áður nevnt eru tey seinnu árini sett serstøk tiltøk í verk, sum hava til endamáls at seta fleiri
serlæknar í starv umframt at útbúgva yngri læknar. Tað hevur eydnast Sjúkrahúsverkinum at seta
fleiri nýggjar serlæknar í starv innan eina røð av sergreinum. Arbeiðið við hesi góðu gongdini fer at
halda fram komandi árini. Samstundis hevur tað alstóran týdning fyri sjúkrahúsverkið, at læknar
støðugt verða útbúnir.
Heilsumálaráðið, 8. juni 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
155.20 spurningur til K.L.H.Johannesen fra J.Joensen - Skipan við útlenskum serlæknum í sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Skipan við útlenskum serlæknum í sjúkrahúsverkinum
Spurningar:
1. Hvussu nógv serlæknastørv eru dekkað av læknum, sum búgva í Føroyum?
2. Er ætlanin at dekka fleiri serlæknastørv við læknum búsitandi í Føroyum?
3. Er møguleiki at tryggja eina serlæknaskipan, soleiðis at útskiftingin av
úlendskum serlæknum er so lítil sum gjørligt?
Viðmerkingar:
Føroyar hava møguleika at nýta serlæknahjálp í grannalondum okkara, har vit ikki
hava læknafakligheit í Føroyum. Nógvir føroyingar fáa sjúkraviðgerð eitt nú í
Danmark. Eisini hevur føroyska sjúkrahúsverkið gleði av at fáa útlendskar læknar at
dekka serlæknaøki, sum vit sjálv ikki megna at dekka í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Henda skipan hevur verið galdandi í longri tíð. Fleiri serlæknaøki eru tó dekkað av
læknum, sum búgva í Føroyum.
Stóra avbjóðingin fyri sjúklingarnar, sum javnan hava tørv á serlæknahjálp t.d.
psoriasis-sjúklingar og onnur við kroniskum sjúkum, er, at skiftandi serlæknar hava
viðtalurnar á sjúkrahúsunum. Hesir viðgera ymiskt og tilmæla ymiskar viðgerðir. Á
summum sjúkraøkjum eru læknar bert í Føroyum í stutt tíðarskeið, og so kemur annar
lækni til næstu viðtalu. Hesir læknar, sum koma til Føroya í styttri tíðarbil, sita við
avbjóðingini ikki at kenna sjúklingarnar og teirra sjúkragongd, hóast journalir eru
tøkar. Fólk við kroniskum sjúkum hava sera stóra gleði av, at læknin kennir
sjúkragongdina og sjúklingin væl, tí neyðugt er við javnari sjúkraviðgerð alt árið.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 27. mai 2021
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --