← Løgtingsmál

52-154/2020

Pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
154.20 Svar fa E.M.Gunnleygsdóttur til E. Samuelsen - Pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
8. juni 2021
Mál: 21/07811-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 52-154/2020
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum
Spurningar:
1. Fer landsstýrismaðurin at gera tað møguligt hjá øllum fólkapensjónistum, ið eru á
arbeiðsmarknaðinum, at fáa rætt til dagpening vegna sjúku?
2. Fer landsstýrismaðurin at hækka markið fyri mótrokning í fólkapensjónini, ið
samgongan lækkaði úr 60.000 kr. niður á 45.000 kr?
3. Fer landsstýrismaðurin at broyta aldursmarkið fyri skipanina við tillagaðum starvi, so
tað fer at bera til at arbeiða í tillagaðum starvi, eftir at viðkomandi er vorðin 67 ár?
Viðmerkingar:
Búskaparráðið hevur lagt frágreiðing fram, ið staðfestir, at stórt starvsfólkatrot er og verður
innan almanna-, heilsu- og eldraøkið komandi árini. Fyri at megna hesa avbjóðing verður
brúk fyri øllum hondum, ið megna, á arbeiðsmarknaðinum komandi mongu árini. Tað er ein
stórur fyrimunur fyri samfelagið, at eisini tey, ið eru farin um pensjónsaldur, eru virkin á
arbeiðsmarknaðinum, ynskja tey tað. Tí er alneyðugt, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum
eru skipað soleiðis, at tey eggja fólki at halda fram á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur.
Herfyri boðaði landsstýrismaðurin frá, at tey við útsettari pensjón skulu fáa atgongd til
dagpening vegna sjúku. Hetta er bert ein elalítil partur av teimum, ið eru fólkapensjónistar, og
tí kann tað undra, at ikki verður skipað soleiðis fyri, at allir pensjónistar, ið eru á
arbeiðsmarknaðinum, fáa dagpening vegna sjúku.
Sitandi samgonga lækkaði markið fyri mótrokning í fólkapensjónini úr 60.000 kr. niður í
40.000 kr. At mótrokningarfría upphæddin er so lág, ger tað ikki eggjandi hjá pensjónistum at
arbeiða og rakar tey, ið hava eina lítla uppsparing, lutfalsliga hart.
Í dag mugu fólk, ið eru í tillagaðum starvi, fara av arbeiðsmarknaðinum, tá ið tey gerast
pensjónistar. Eitt amboð, ið vildi gjørt tað møguligt hjá hesum bólki at hildið fram á
arbeiðsmarknaðinum, hevði verið at avtikið ella hækkað aldursmarkið fyri, nær henda skipan
heldur uppat.

-- 1 of 7 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 7
Á Løgtingi, 27. mai 2021
Eyðgunn Samuelsen
Svar:
1. Fer landsstýrismaðurin at gera tað møguligt hjá øllum fólkapensjónistum, ið eru á
arbeiðsmarknaðinum, at fáa rætt til dagpening vegna sjúku?
Sambært upprunaligu dagpengalógini frá 1999 høvdu fólkapensjonistar rætt til dagpening
vegna sjúku. Fólkapensjonistar høvdu tó einans rætt til dagpening í 20 vikur í einum ári, í
mun til 40 vikur hjá persónum, sum ikki vóru pensjonistar. Ein lógarbroyting í 2010 hevði
við sær, at fólkapensjonistar síðani tá ikki hava havt rætt til dagpening vegna sjúku.
Í viðmerkingunum til hendan spurningin verður víst á, at tað bert er ein elalítil partur av
fólkapensjonistum, sum við ætlaðu broytingunum fara at fáa atgongd dagpening vegna
sjúku. Tað er rætt, at tað einans er ein lítil partur av samlaða talinum av fólkapensjonistum.
Men meginparturin av fólkapensjonistum eru ikki á arbeiðsmarknaðinum og eru sostatt ikki
fyri inntøkumissi í sambandi við sjúku. Nógvir fólkapensjonistar hava bara leyst tilknýti til
arbeiðsmarknaðin, og hesi fáa hægri fólkapensjón og hava sostatt eitt inntøkugrundarlag,
hóast arbeiðsinntøkan dettur burtur. Ein stórur partur av fólkapensjonistum, sum hava fast
tilknýti til arbeiðsmarknaðin, velja at útseta fólkapensjónina, og hesi fara ætlandi at fáa
atgongd til dagpening vegna sjúku. Umleið 20 prosent av øllum nýggjum
fólkapensjonistum velja at útseta pensjónina.
Tá ein fólkapensjonistur velur at útseta pensjónina, er tað tí, at arbeiðsinntøkan saman við
møguligari privatari pensjónsuppsparing er somikið høg, at fólkapensjónin er fult
mótroknað ella tætt uppá at vera fult mótroknað. Fólkapensjonistar, sum útseta pensjónina,
fáa onga fólkapensjón, og tá sjúka rakar, kann sostatt ein týðandi partur av inntøkuni detta
burtur.
Hjá fólkapensjonisti, sum ikki hevur so høga arbeiðsinntøku, lønar tað seg vanliga ikki at
útseta pensjónina. Tá arbeiðsinntøkan ikki er høg, tá hevur fólkapensjonisturin rætt til
fólkapensjón ella lutvísa fólkapensjón. Tað merkir, at ein fólkapensjonistur, sum arbeiðir
nakað, hevur fólkapensjónina at dúva uppá, um hann gerst sjúkur.
Júst fólkapensjonistar, sum arbeiða, hava undir hesi samgonguni fingið bøttar fíggjarligar
umstøður, m.a. tí mótrokning í sambandi við aðra inntøku er gjørd munandi lagaligari.
Hetta merkir, at fólkapensjonistur, sum arbeiðir, hevur nú eitt størri fíggjarligt frælsi at
leggja sær lívið til rættis, og eisini varðveitir pensjonisturin størri part av síni pensjón, hóast
arbeiðsinntøku.
Ein fólkapensjonistur, sum hevur arbeiðsinntøku á t.d. 20.000 kr. um mánaðin, hevur
millum 6.000 og 8.500 kr. meira eftir um mánaðin aftaná skatt enn persónur, sum arbeiðir
fulla tíð fyri vanliga tímaløn (upphæddin, sum viðkomandi hevur meira eftir, er treytað av
hjúnastøðu og treytað av, um viðkomandi fær gamla ella nýggja pensjón).

-- 2 of 7 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 7
Upphæddin, sum verður veitt í fólkapensjón, er treytað av aðrari inntøku. Tá
inntøkuviðurskifti broytast, t.d. tá arbeiðsinntøka dettur burtur, tá hevur fólkapensjonisturin
rætt til hægri fólkapensjón. Hetta verður gjørt við, at Almannaverkið ásetir pensjón av
nýggjum við støði í mettari ársinntøku. Er talan um stutttíðarsjúku er neyvan grundarlag
fyri at áseta pensjón av nýggjum, tí pensjónsupphæddin broytist lítið. Men er talan um
longurvarandi sjúku, kann pensjónsupphæddin hækka lutfalsliga nógv, um pensjónin
verður ásett av nýggjum.
Í viðmerkingunum til spurningin verður víst á, at starvsfólkatrot verður innan almanna-,
heilsu- og eldraøkið komandi árini, og at tað hevur stóran týdning, at viðurskiftini á
arbeiðsmarknaðinum eru skipað soleiðis, at tey eggja fólki at halda fram á
arbeiðsmarknaðinum, eftir at tey eru farin um pensjónsaldur. Landsstýrismaðurin skal í
hesum sambandi gera vart við, at partar av teimum, sum arbeiða innan almanna-, heilsu-
og eldraøkið, og sum arbeiða í minsta lagi 20 tímar um vikuna, vanliga hevur rætt til løn
undir sjúku – eisini hóast tey eru farin um pensjónsaldur. Hesi verða tí ikki beinleiðis fevnd
av einum rætti til dagpening vegna sjúku.
Tey, sum bara arbeiða fáar tímar, ella bara arbeiða av og á, hava ikki høga arbeiðsinntøku,
og tí hava tey rætt til hægri fólkapensjón. Hesi hava tí eina hægri inntøku at liva av, um tey
gerast sjúk (umframt, at tey kunnu áseta pensjónina av nýggjum, um sjúkan gerst
longurvarandi).
Hyggja vit frameftir fara øll, ið móttaka fólkapensjón, og sum hava havt tilknýti til
arbeiðsmarknaðin, at hava eina ávísa pensjónsuppsparing, sum verður útgoldin sum
lívrenta og ratupensjón. Fólkapensjonistar fara tí at hava eitt lutfalsliga trygt fíggjarligt
grundarlag – eisini fólkapensjonisturin á arbeiðsmarknaðinum, sum gerst sjúkur.
2. Fer landsstýrismaðurin at hækka markið fyri mótrokning í fólkapensjónini, ið samgongan
lækkaði úr 60.000 kr. niður á 45.000 kr?
Eitt tað fyrsta, sum hendan samgongan framdi í verki, var at betra munandi um viðurskiftini
hjá fólkapensjonistum á arbeiðsmarknaðinum. Samlaðu broytingarnar í løgtingsmáli nr.
10/2019 og 11/2019 vóru til fyrimuns fyri allar fólkapensjonistar, tí grundupphæddin
hækkaði og fólkapensjonistar fingu rætt til ein serligan frádrátt í skattinum. Hóast markið
fyri mótrokning varð broytt úr 60.000 kr. niður til 45.000 kr. (og ikki 40.000 kr., sum
spyrjarin skrivar í viðmerkingunum til spurningin), er tað nú meira lokkandi at arbeiða sum
fólkapensjonistur, enn tað var fyri bara tveimum árum síðani.
At tað ikki loysir seg at arbeiða, aftaná at inntøkan hevur rokkið markið á 45.000 kr. tykist
vera ein fatan, sum nógvir pensjonistar hava. Men í veruleikanum lønar tað seg altíð hjá
fólkapensjonistum at arbeiða, og pensjonisturin fær altíð úrtøku burturúr eini eyka vakt.
Myndin niðanfyri vísir sambandið millum arbeiðsinntøku og inntøku aftaná skatt og øll
tvungin gjøld. Fyri hvørja krónu arbeiðsinntøkan hækkar, hækkar eisini tøka inntøkan
(inntøka eftir skatt og øll tvungin gjøld). Myndin vísir, at tað er ein munur á hallinum á
linjuni hjá ávikavist fólkapensjonisti og hjá løntakara, sum ikki er pensjonistur, men hallið
er hóast alt avmarkað.

-- 3 of 7 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 4 av 7
Inntøka eftir skatt og tvungin gjøld
At fólkapensjonistar uppliva, at tað ikki lønar seg at arbeiða, kann hava skattatekniskar
orsakir. T.d. heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald verður trekt av tí, sum verður flutt fyrst,
og um lønin kemur áðrenn pensjónin, tá sær tað út sum um, at skatturin á løn er óvanliga
høgur. Men skatturin og gjøldini javna seg út, og tá mánaðurin ella árið er farið afturum, tá
hevur fólkapensjonisturin altíð fingið meira burturúr at arbeiða.
Tá sokallaða pensjónsnýskipanin hjá undanfarnu samgongu varð send til ummælis, varð
skotið upp, at markið fyri mótrokning skuldi lækka til 30.000 kr. Í endaliga uppskotinum,
sum varð sent Løgtinginum (lm. nr. 65/2017), varð markið hækkað til 45.000 kr. Løgtingið
broytti markið til 60.000 kr.
Ein fólkapensjonistur á arbeiðsmarknaðinum hevur munandi hægri inntøku enn
starvsfelagin, sum ikki er fólkapensjonistur. Talvan niðanfyri vísir inntøku eftir skatt og
gjøld hjá fólkapensjonistum á arbeiðsmarknaðinum.
Útgoldið eftir skatt og øll tvungin gjøld til fólkapensjonist við arbeiðsinntøku
Ógiftur Giftur
Arbeiðsinnt.
gomul
pensjón
Nýggj
pensjón
gomul
pensjón
Nýggj
pensjón
5.000 kr./mdr. 15.600 15.500 13.900 13.850
10.000 kr./mdr. 17.500 17.600 16.150 16.000
15.000 kr./mdr. 19.900 19.600 18.600 18.000
20.000 kr./mdr. 22.250 21.300 21.100 20.000
22.200 kr./mdr.* 23.200 22.300 22.050 20.650
*Viðm.: 22.200 kr. um mánaðin svarar umleið til løn fyri fulla tíð sambært sáttmála millum Føroya
arbeiðsgevarafelag og Føroya arbeiðarafelag
0
5.000
10.000
15.000
20.000
25.000
0 25.000 50.000 75.000 100.000 125.000 150.000 175.000 200.000 225.000 250.000 275.000 300.000
Inntøka eftir skatt og gjøld um mánaðin
Arbeiðsinntøka um árið
Løntakari (ikki-pensjonist) nýggj fólkapensjón ógift nýggj fólkapensjón gift

-- 4 of 7 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 5 av 7
Aftrat upphæddunum omanfyri er møguligt útgjald frá privatari pensjón, og útgjald
sambært eftirlønarlógini. Tað skal nevnast, at uppspard eftirløn, sum verður útgoldin sum
lívrenta ella lutapensjón sambært almannapensjónslógini verður roknað sum inntøka og
harvið mótroknað í fólkapensjónini.
Fyri at seta upphæddirnar í talvuni omanfyri í ein samanhang er í talvuni niðanfyri dømi
um, hvat ein løntakari, sum ikki er pensjonistur, fær útgoldið aftaná skatt og gjøld.
Útgoldið eftir skatt og øll tvungin gjøld til løntakara (ikki-pensjonistur)
Arbeiðsløn
22.200 kr./mdr. (arbeiðsmannaløn) 13.900
25.000 kr./mdr. 15.400
30.000 kr./mdr. 17.950
Talvurnar omanfyri vísa, at fólkapensjonistar á arbeiðsmarknaðinum hava góðar treytir.
Ein fólkapensjonistur, sum t.d. arbeiðir fulla tíð sum ófaklært arbeiðsfólk, hevur umleið
6.750 til 9.300 kr. meira eftir um mánaðin aftaná skatt og gjøld, enn starvsfelagin, sum
hevur somu arbeiðsløn men ikki er fólkapensjonistur (munurin er treytaður av, um
pensjonisturin er giftur ella ógiftur og treytaður av, um tað er gomul ella nýggj pensjón).
Samanberingin tekur ikki hædd fyri, at pensjonisturin fær útgoldna privata pensjón ella fær
sáttmálaásett eftirlønargjald aftrat arbeiðsinntøkuni.
Broytingin hevði alt annað líka havt við sær, at fólkapensjonistar við arbeiðsinntøku hægri
enn 60.000 kr., høvdu fingið 250 kr. meira útgoldið um mánaðin. Hetta eru
fólkapensjonistar, sum frammanundan hava góðar inntøkur. Fólkapensjonistar við inntøku
millum 45.000 og 60.000 kr. høvdu fingið frá 0 og upp til 250 kr. meira útgoldið um
mánaðin, meðan broytingin ikki hevði ávirkað inntøkuna hjá teimum, sum hava
arbeiðsinntøku lægri enn 45.000 kr. um árið.
At hækka markið fyri mótrokning úr 45.000 kr. upp til 60.000 kr. hevur lítlan og ongan
týdning fyri insitamentið hjá fólkapensjonistum at arbeiða. Tað er bara hjá
fólkapensjonistum við árligari inntøku millum 45.000 og 60.000 kr. um árið, at broytingin
hevði havt marginalan týdning. Hjá øllum øðrum fólkapensjonistum verður effektivi
marginalskatturin óbroyttur.
Tað merkir, at tá ein fólkapensjonistur við árligari inntøku hægri enn 60.000 kr. skal taka
støðu til, um hann ynskir at arbeiða meira, tá hevur broyting í markinum úr 45 upp til 60.000
kr. ongan týdning fyri meirinntøkuna. Tað er bara hjá teimum fólkapensjonistum, sum ikki
ynskja at blíva mótroknaðir yvirhøvur, og sum tí halda seg undir markinum, sum møguliga
høvdu arbeitt eitt vet meira.
Dømi um ein fólkapensjonist, har arbeiðsinntøkan hækkar úr 45.000 kr. um árið upp til
60.000 kr.
Verandi skipan: Inntøkan eftir skatt og øll gjøld hækkar úr 14.927 kr. um mánaðin upp til
15.472 kr.
Við broyttum markið fyri mótrokning (úr 45 upp til 60.000 kr.): Inntøkan eftir skatt og øll
gjøld hækkar úr 14.927 kr. um mánaðin upp til 15.722 kr.

-- 5 of 7 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 6 av 7
Sum dømi omanfyri vísir, hevur broytta markið avmarkaðan týdning fyri, hvat
fólkapensjonistur við ársinntøku millum 45 og 60.000 kr. fær meira burturúr við at arbeiða
meira. Fyri inntøku hægri enn 60.000 kr. hevur ein broyting ongan týdning fyri, hvat
fólkapensjonisturin fær meira burturúr. Broytingin gevur hesum 250 kr. meira útgoldið um
mánaðin uttan mun til, um viðkomandi arbeiðir meira, ella um viðkomandi hevur óbroytta
inntøku.
At hækka markið fyri mótrokning úr 45.000 kr. upp til 60.000 kr. hevur við sær, at leysliga
mett 1500-2000 fólkapensjonistar fara at fáa meira um í pensjón, harav tey flestu fara at fáa
250 kr. meira um mánaðin. Tað hevur við sær eina meirútreiðslu fyri landskassan á umleið
4,5 til 6 mió. kr. um árið. Og hetta eru fólkapensjonistar, sum frammanundan hava
lutfalsliga høga inntøku.
3. Fer landsstýrismaðurin at broyta aldursmarkið fyri skipanina við tillagaðum starvi, so
tað fer at bera til at arbeiða í tillagaðum starvi, eftir at viðkomandi er vorðin 67 ár?
Ein persónur í tillagaðum starvi er starvsettur á einum arbeiðsplássi eftir vanligum treytum.
Tað merkir, at arbeiðsgevarin rindar løn fyri tað, sum persónurin í tillagaðum starvi leggur
eftir seg á arbeiðsplássinum. Arbeiðsgevarin rindar arbeiðslønina, og harumframt fær
borgarin eitt lønarískoyti frá Almannaverkinum. Tá ein persónur í tillagaðum starvi fyllir
67 ár, missir hann rættin til lønarískoyti. Men persónurin kann halda fram at arbeiða, sum
hann gjørdi frammanundan, og í staðin fyri lønarískoyti fær hann rætt til fólkapensjón,
útgjald frá Samhaldsfasta, umframt at hann fær serligar skattafyrimunir.
Ein persónur í tillagaðum starvi, sum heldur fram at arbeiða á sama hátt, eftir at hann er
blivin fólkapensjonistur, fær í flestu førum hægri inntøku, hóast lønarískoytið dettur burtur.
Tillagað starv Fólkapensjonistur
Løn frá arbeiðsgevara
Lønar-
ískoyti
Inntøka
áðrenn skatt
Inntøka
eftir skatt
og gjøld Ógiftur Giftur
5.000 17.652 22.652 14.154 15.722 13.826
10.000 16.152 26.152 16.034 17.848 16.005
15.000 14.652 29.652 17.807 19.777 17.943
20.000 12.152 32.152 19.025 21.549 19.777
Fyrivarni skal takast fyri, at lønarískoyti hjá persóni í tillagaðum starvi kann vera lægri enn
í talvuni omanfyri, tí arbeiðsløn og lønarískoyti kann ikki vera hægri enn sáttmálaløn.
Harumframt er ikki hædd tikin fyri, at fólkapensjonistur fær útgoldið privata pensjón, og
hædd er ikki tikin fyri, at sáttmálaásett eftirlønargjald verður útgoldið saman við lønini.
Talvan vísir sostatt, at ein ógiftur fólkapensjonistur, sum hevur verið í tillagaðum starvi,
altíð fær hægri inntøku, meðan ein giftur fólkapensjonistur varðveitir umleið somu inntøku,
um viðkomandi heldur fram at arbeiða sum vanligt.

-- 6 of 7 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 7 av 7
Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um, at fólkapensjonistur við útsettari pensjón skal hava
rætt til dagpening vegna sjúku. Arbeiðsmarknaðarrættindi annars hjá fólkapensjonistum
fara at halda fram óbroytt.

-- 7 of 7 --
154.20 spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra E. Samuelsen - Pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum
Spurningar:
1. Fer landsstýrismaðurin at gera tað møguligt hjá øllum fólkapensjónistum, ið
eru á arbeiðsmarknaðinum, at fáa rætt til dagpening vegna sjúku?
2. Fer landsstýrismaðurin at hækka markið fyri mótrokning í fólkapensjónini, ið
samgongan lækkaði úr 60.000 kr. niður á 45.000 kr?
3. Fer landsstýrismaðurin at broyta aldursmarkið fyri skipanina við tillagaðum
starvi, so tað fer at bera til at arbeiða í tillagaðum starvi, eftir at viðkomandi er
vorðin 67 ár?
Viðmerkingar:
Búskaparráðið hevur lagt frágreiðing fram, ið staðfestir, at stórt starvsfólkatrot er og
verður innan almanna-, heilsu- og eldraøkið komandi árini. Fyri at megna hesa
avbjóðing verður brúk fyri øllum hondum, ið megna, á arbeiðsmarknaðinum komandi
mongu árini. Tað er ein stórur fyrimunur fyri samfelagið, at eisini tey, ið eru farin um
pensjónsaldur, eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, ynskja tey tað. Tí er alneyðugt, at
viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru skipað soleiðis, at tey eggja fólki at halda
fram á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur.
Herfyri boðaði landsstýrismaðurin frá, at tey við útsettari pensjón skulu fáa atgongd
til dagpening vegna sjúku. Hetta er bert ein elalítil partur av teimum, ið eru
fólkapensjónistar, og tí kann tað undra, at ikki verður skipað soleiðis fyri, at allir
pensjónistar, ið eru á arbeiðsmarknaðinum, fáa dagpening vegna sjúku.
Sitandi samgonga lækkaði markið fyri mótrokning í fólkapensjónini úr 60.000 kr.
niður í 40.000 kr. At mótrokningarfría upphæddin er so lág, ger tað ikki eggjandi hjá
pensjónistum at arbeiða og rakar tey, ið hava eina lítla uppsparing, lutfalsliga hart.
Í dag mugu fólk, ið eru í tillagaðum starvi, fara av arbeiðsmarknaðinum, tá ið tey
gerast pensjónistar. Eitt amboð, ið vildi gjørt tað møguligt hjá hesum bólki at hildið
fram á arbeiðsmarknaðinum, hevði verið at avtikið ella hækkað aldursmarkið fyri, nær
henda skipan heldur uppat.
Á Løgtingi, 27. mai 2021
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --