← Løgtingsmál

52-153/2020

Tinglýsingargjald

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
153.20 Svar frá J.Niclasen til B.Johannesen - Tinglýsingargjald.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. juni 2021
J. nr.: 21/09882
Svar uppá fyrispurning nr. 52-153/2020 frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tinglýsingargjald.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at lækka tinglýsingargjaldið frá 1% til
0,5%?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka tinglýsingargjaldið?
Svar:
At lækka gjaldið úr 1% niður í 0,5% kostar áleið 25 mió.kr. árliga. Inntøkurnar fyri
tinglýsingargjaldið vóru 51 mió. kr. í 2020.
Núverandi samgonga, sum var í minniluta í fíggjarnevndini seinasta valskeið, mælti í tilmælinum
úr fíggjarnevndini frá at hækka tinglýsingargjaldið. Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett
sær fyri at lækka tinglýsingargjaldið aftur. Tað ætli eg mær at virka fyri.
Tinganes, 7. juni 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
153.20 spurningur til J.Niclasen fra B.Johannesen - Tinglýsingargjald.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Tinglýsingargjald
Spurningar:
1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at lækka tinglýsingargjaldið frá
1% til 0,5%?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka tinglýsingargjaldið?
Viðmerkingar:
Seinastu árini hava átøk verið framd, ið skulu minka um bústaðartrotið, vit hava í dag.
Sóknast hevur verið eftir einum fjølbroyttari bústaðarmarknaði, har møguleiki er at
leiga, samstundis sum tað er vorðið torførari og dýrari at fáa sítt egna at búgva í.
Nøkur átøk eru gjørd, ið skulu basa hesum trotinum. Frádráttur til húsaútleigan, ið
skal eggja fólkið at langtíðarleiga til fólk, er eitt. Í ár bleiv eisini ein bústaðarpakki
samtyktur, ið gav Bústøðum eina lániheimild uppá 450 milliónir krónur at byggja
bústaðir fyri, harav 250 milliónir krónur eru markaðar til leiguíbúðir.
Tó er ikki nakað gjørt, ið skal hjálpa fólki at seta føtur undir egið borð. Hóast fleiri
ynskja sær eina leiguíbúð í dag, í mun til fyrr, so eru tað framvegis nógv, ið droyma
um at seta føtur undir egið borð.
Í samgonguskjalinum stendur, at tinglýsingargjaldið verður lækkað aftur, eftir at tað í
undanfarna valskeiði bleiv hækkað frá 0,5% til 1%. Ein lækking, ið fekk
tinglýsingargjaldið aftur á tað stigið, hevði gjørt tað fíggjarligari lættari hjá familjum
at sett føtur undir egið borð.
Hesin fyrispurningur verður settur fyri at fáa greiðu á, hvat ein tílík lækking hevði
kostað, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja hesa lækking.
Á Løgtingi, 26.mai 2021
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --