52-151/2020
Umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroynni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
151.20 svar fra K. L. H. Johannesen til B. Hammer - Umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroynni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 2. juni 2021 HMR J. nr. 21/09273-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-151/2020 eftir § 52a í tingskipanini um umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroynni, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá barnakonum, sum koma úr Suðuroynni til Havnar at føða, eru nøktandi? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at bøta um umstøðurnar? 3. Um so er, nær kunnu vit vænta batar á økinum? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at pápar kunnu fáa endurgjald fyri mista inntøku, tá teir eisini vegna frástøðuna til meginøkið, missa fleiri vikur arbeiði í sambandi við barnsburð? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Í oktober 2013 varð farið undir arbeiðið at nútímansgera íbúðir og kømur serliga til barnakonur, sum hava tørv á uppihaldi nærhendis Landssjúkrahúsinum í sambandi við barnsburð. Gestalonin á Landssjúkrahúsinum umfatar 4 íbúðir á Eirargarði 4, sum allar eru oyramerktar til barnakonur. Tær eru 50 fermetrar, og er ein íbúð á hvørjari hædd, undantikið á ovastu hæddini. Íbúðirnar eru innrættaðar við køki, stovu, sovikamari og einum eyka kamari við sovisofu við møguleika fyri uppreiðing til tvey børn. Harumframt er ein ferðasong tøk til heilt smá børn. Arbeiðið við at nútímansgera íbúðirnar fór fram í tíðarskeiðinum 2013 til 2017 og umfataði eina heilrenovering. Eisini vórðu keyptir nýggir møblar til íbúðir og kømur í hesum tíðarskeiði. Seinni eru møblar eftir tørvi útskiftir. -- 1 of 2 -- Umframt oyramerktu íbúðirnar til barnakonur, eru 8 kømur við tveimum einmanssengrum og eitt kamar við dupultsong og tilhaldsrúmi, sum kunnu brúkast til avvarðandi og møguliga barnakonur, innan hesar hava átt, um tørvur skuldi verið á tí. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur saman við leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi kannað verandi umstøður. Sjúkrahúsleiðslan metur ikki, at neyðugt er at bøta um fysisku karmarnar aftur enn. Hesa meting tekur landsstýrismaðurin til eftirtektar. Tó verða møblar skiftir út leypandi og eftir tørvi. Til spurning 4 Undirritaði landsstýrismaður er ikki vitandi um, at endurgjald fyri mista inntøku, vegna frástøðu til meginøkið, er ein trupulleiki í sambandi við barnsburð hjá avvarðandi. Tískil er hetta ei heldur eitt mál, sum landsstýrismaðurin hevur tikið upp til viðgerð. Heilsumálaráðið, 2. juni 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
151.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. Hammer - Umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroynni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroynni Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at umstøðurnar hjá barnakonum, sum koma úr Suðuroynni til Havnar at føða, eru nøktandi? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at bøta um umstøðurnar? 3. Um so er, nær kunnu vit vænta batar á økinum? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at pápar kunnu fáa endurgjald fyri mista inntøku, tá teir eisini vegna frástøðuna til meginøkið, missa fleiri vikur arbeiði í sambandi við barnsburð? Viðmerkingar: Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd fyri nøkrum árum síðan, og síðan hava barnakonur úr Suðuroynni ferðast til Havnar í sambandi við barnsburð. Sum natúrligt er, ynskja flestu barnakonur at hava maka og børn við, og av tí at tað sjáldan ber til at siga við vissu, akkurát nær barnið verður føtt, er neyðugt at vera í Havn nakrar dagar áðrenn væntaða føðing - umframt dagarnar aftaná, at barnið er føtt. Tá føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi lat aftur, var ætlanin, at íbúðir skuldu gerast í einum bygningi hjá Landssjúkrahúsinum, har barnakonur og familjur teirra kundu vera í sambandi við barnsburð. Men hetta bleiv av ongum. Barnakonur úr Suðuroynni hava nú búleikast undir vánaligum umstøðum í fleiri ár, og hóast tað fleiri ferðir hevur verið víst á trupulleikan, so sær tað ikki út til, at nakað munagott hendir. Harafturat eru tað nógvir pápar, sum missa nógva inntøku, av tí at teir ikki fáa arbeitt teir dagarnar, sum teir mugu vera í Havn. Hetta rakar serliga hart tímaløntar pápar, og dømi eru um, at tímaløntir pápar hevur verið í Havn í upp til 8 vikur uttan rætt til nakað endurgjald fyri mista inntøku. Her eru suðuroyingar fyri stórum vanbýti í mun til foreldur í øðrum økjum í landinum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 20. mai 2021 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --