52-150/2020
Ognirnar í Hoydølum og søla/makaskifti av Venjingarskúlanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
150.20 Svar fra J. av Rana til A. Olsen - Ognirnar í Hoydølum og søla makaskifti av Venjingarskúlanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. jun. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 30. mai 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-2 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-150/2020 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um ognirnar í Hoydølum og søla/makaskifti av Venjingarskúlanum, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum (eftir § 52a í Tingskipanini) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Eru framvegis samráðingar millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um ognirnar í Hoydølum? 2. Um ja, hvat ítøkiliga er ætlanin, at Hoydalar skulu brúkast til? 3. Er landsstýrið áhugað í at keypa tey 40% av Venjingarskúlanum frá kommununi til Fróðskaparsetrið? 4. Um ikki, kundi eitt makaskifti so ístaðin komið upp á tal fyri jørð við Stórutjørn? Svar Til 1: Ja, samráðingar eru enn millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um ognirnar í Hoydølum. Til 2: Landsstýrið hevur ikki ítøkiligar ætlanir fyri Hoydalar annað enn tað virksemi, ið er har nú. Hvørjar ætlanir kommunan hevur, er ein spurningur, ið kommunustýrið í Tórshavn má svara. Til 3: Ja. Ognirnar á Frælsinum hava verið og verða framvegis nýttar til partar av virkseminum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Sambært kampusætlanini skal nýtt kampus til Fróðskaparsetur Føroya byggjast á Frælsinum. Til 4: Tíðliga í tilgongdini var ætlanin at gera eitt makaskifti við kommununa. Ætlanin var tá, at kommunan læt landinum sín part av ognunum á Frælsinum og afturfyri fekk ein part av lendinum við Stórutjørn. Ráðið ráðførdi seg við Búnaðarstovuna, ið umsitur landsjørðina, og har vóru boðini, at eitt tílíkt makaskifti ikki var gjørligt, tí at tað var í stríð við galdandi løgtingslóg um landsjørð. Henda ætlan um makaskifti varð tí slept. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
150.20 Spurningur til J. av Rana frá A. Olsen - Ognirnar í Hoydølum og søla makaskifti av Venjingarskúlanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Ognirnar í Hoydølum og søla/makaskifti av Venjingarskúlanum Spurningar: 1. Eru framvegis samráðingar millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um ognirnar í Hoydølum? 2. Um ja, hvat ítøkiliga er ætlanin, at Hoydalar skulu brúkast til? 3. Er landsstýrið áhugað í at keypa tey 40% av Venjingarskúlanum frá kommununi til Fróðskaparsetrið? 4. Um ikki, kundi eitt makaskifti so ístaðin komið upp á tal fyri jørð við Stórutjørn? Viðmerkingar: Sitandi býráðsmeiriluti í Havn hevur verið frammi við eini ætlan um at byggja íbúðir í Hoydølum. Samskifti hevur verið millum kommununa og Uttanríkis- og mentamálaráðið um eitt makaskifti, har kommunan skuldi lata Venjingarskúlan til landið afturfyri bygningarnar í Hoydølum. Borgarstjórin var frammi í miðlunum um, at fyrst í februar skuldi arbeiðsbólkurin vera komin til eina niðurstøðu um, at Hoydalar skuldu vera bústaðarøki. Enn er ongin almenn niðurstøða komin, og áhugavert er tí at vita, um hendan ætlanin er slept. Hoydalar eru størsta frílendisøki í landinum, og longu í 1996 varð økið friðað sambært serstakari byggisamtykt, tí økið er serligt í náttúruhøpi, siðsøguligt og ikki minst fornfrøðiliga áhugavert. Í 2010 varð semja gjørd millum land og kommunu um, at Hoydalar skuldu gerast frílendi eftir eini serligari frílendisætlan. Økið hevur tí ongantíð verið ætlað til bústaðir til nøkur fá, men heldur til eitt øki, ið allir borgarar frítt kunnu njóta. Landið eigur bygningarnar í Hoydølum, og hevur tískil eisini ábyrgd av, at hesir verða víðlíkahildnir. Tórshavnar kommuna eigur 40% av Venjingarskúlanum og eru tað hesi 40%, sum kommunan ætlar at lata Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri bygningarnar í Hoydølum. At Uttanríkis- og mentamálaráðið fær tey 40 % av Venjingarskúlanum kann tykjast upplagt, tí økið kring Venjingarskúlan er ætlað til nýtt kampus. Har er longu semja undirritað millum kommununa og Uttanríkis- og mentamálaráðið. Heldur enn at gera gera eitt makaskifti við Hoydalar, kundi landið keypt kommununar part av Venjingarskúlanum, har kommunan so t.d. kundi ognað sær lendið við Stórutjórn fyri pengarnar. Umfatandi heildarætlan og arkitektakapping er gjørd fyri Stórutjórn, har ein fullfíggjað íbúðarætlan fyriliggur til eini 1.500-1.800 borgarar. Har kann býráðið, um tað vil, fara í gongd beinanvegin við at fáa til vegar íbúðir og grundstykkir til tey, sum mangla bústaðir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 19. mai 2021 Annika Olsen -- 2 of 2 --