← Løgtingsmál

52-149/2020

Privatar gjaldsskipanir í náttúruni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jun. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
149.20 Svar fra H. Abrahamsen til A. V. Johannesen - Privatar gjaldskipanir í náttúruni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jun. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 1. juni 2021
J.nr.: 21/09125-2
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 149/2020 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um
privatar gjaldskipanir í náttúruni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í samsvari við landsins lóg, at eitt gjaldportur er
sett upp í Saksun?
2. Um landsstýrismaðurin ikki heldur hetta vera í samsvari við landsins lóg, hvat ætlar
hann so at gera við tað?
3. Heldur landsstýrismaðurin nakran vanda vera fyri, at um portrið í Saksun sleppur at
verða standandi, fer henda skipan at vinna hevd, so almenni myndugleikin missir
møguleikan fyri at seta krøv um, at tað verður tikið burtur?
4. Heldur landsstýrismaðurin nakran vanda vera fyri, at um portrið í Saksun sleppur at
verða standandi, fer henda skipan at vinna hevd, so aðrir bøndur fara at hava fullan
rætt til at seta í verk somu skipan, sum nú er galdandi í Saksun?
Til nr. 1-2
Galdandi lóggáva hevur ikki nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina (t.e. rondin á
landi, ið myndar markið millum land og sjógv), og vanliga fatanin er, sbr. m.a. dómarnar
niðanfyri, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast. Við støði
í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldportrið, sum síðan á sumri 2019 hevur forðað fyri
atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at
strondini. Tað ber eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at
øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.
Strondin liggur í flestu førum til samlaða markatalið í bygdini. Í onkrum førum liggur strondin
til ávísan haga, og í uppaftur øðrum førum liggur strondin til fleiri bygdir. Hetta seinasta sæst,
tá ið talan er um ávikavist gamla bygd og niðursetubygd úr gomlu bygdini. Til markatalið
hoyra lunnindini, t.e. rætturin at taka t.d. tara, sand og reka, og bara tann, sum eigur ella hevur í
hondum lendið, sum strondin liggur til, hevur rætt til hesi lunnindi.

-- 1 of 5 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Rættur til lunnindi er kortini ikki tað sama sum ognarrættur til sjálva strondina, sbr. m.a. dóm í
Føroya Rætti frá 19571. Í dóminum leggur Føroya Rættur til grund, at “ejendomsretten til jord
på Færøerne ikke strækker sig længere ud mod havet end bevoksningsgrænsen. Over det uden
for liggende strandareal udøver jordejerne en række beføjelser, lunnindir, såsom eneret til
drivtømmer, tang og sand samt ret til jordehval. Disse rettigheder anses i almindelighed at
række “til fjære”, det vil sige den linie, hvor hav og land mødes ved laveste ebbe.”
Málið varð eisini viðgjørt í Eystara Landsrætti2, sum ikki setti til viks metingina hjá Føroya
Rætti um, at ognarrætturin fevnir ikki um sjálva strondina, men gongur til strondina. Eystari
Landsrættur viðger einans spurningin um, hvussu langt rætturin til lunnindi røkkur.
E.A. Bjørk metir ikki spurningin verða heilt greiddan, men kemur kortini til nærum somu
niðurstøðu í Færøsk bygderet: Forstrandsretten er [...] ikke nogen ejendomsret, men kun en
eneret med hensyn til udøvelsen af lunnindir. [...] Konsekvensen af, at der ikke haves nogen
egentlig ejendomsret til forstranden, bliver, at alle og enhver har ret til at færdes på denne
[...].3
Samanumtikið verður mett, at gjaldportrið í Saksun er ikki í samsvari við vanliga fatan av
rættinum til atgongd at strondini, og tað ber eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí
tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.
Til nr. 3-4
Ein myndugleiki, sum verður varur við ólóglig viðurskiftir, hevur skyldu til at lata við seg
koma til tess at fáa tey ólógligu viðurskiftini í rættlag. Letur hann ikki við seg koma, kann tann,
sum seinni fær boð um at fáa viðurskiftini í rættlag, mótmæla vegna myndugleikaóvirkni.
Myndugleikaóvirkni snýr seg um, at ein myndugleiki kann missa rættin at handhevja ólóglig
viðurskiftir, sum hann ikki hevur handhevjað áður. Tað er tó ikki alt óvirkni hjá einum
myndugleika, sum hevur slíkan rættarmissandi virknað. Treytin er, at tann, sum varðar av
teimum ólógligu viðurskiftunum, veit av, at myndugleikin er kunnigur við viðurskiftini, og við
rímiligari grund hevur skipað seg við áliti á, at myndugleikin við ikki at lata við seg koma
hevur góðtikið viðurskiftini.
Ein týðandi táttur í metingini, um ein myndugleiki vegna óvirkni hevur mist rættin at krevja, at
ólóglig viðurskiftir verða fingin í rætt lag, er tíðin, sum fráliðin er.
Tá ið mett verður, um ein myndugleiki hevur verið kunnigur við tey ólógligu viðurskiftini,
hevur tað týdning, um talan er um viðurskiftir, sum eyðsæð eru ólóglig.
Tað er harumframt ein treyt, at tann, sum hevur ábyrgdina av viðurskiftunum, hevur havt orsøk
at halda, at tað, at myndugleikin ikki hevur latið við seg koma, kemst av, at hann góðtekur
viðurskiftini.
1 FRD 17.9.1957 (Kaldbaksdómurin)
2 UfR 1959.823/1
3 E.A. Bjørk: Færøsk bygderet, bd. III, p. 344, Matrikulstovan 1963

-- 2 of 5 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tað hevur eisini týdning fyri metingina, hvørji týðandi fyrilit ið tala ímóti, at myndugleikin
skal hava mist rættin at krevja, at viðurskiftini verða fingin í rættlag. Talan kann t.d. vera um
týðandi umhvørvis- og samfelagsfyrilit ella viðurskiftir, sum valda fólki á staðnum ampa.
Tá ið talan er um gjaldskipanirnar í føroysku náttúruni, hevur avvarðandi myndugleiki neyvan
verið kunnigur við, at talan er um viðurskiftir, sum eyðsæð eru ólóglig, og tí er lítið sannlíkt, at
talan longu nú kann sigast at vera um myndugleikaóvirkni. Hinvegin liggur tað á einum
myndugleika, sum er vorðin varur við ólóglig viðurskiftir, at taka neyðug stig til at fáa
viðurskiftini í rættlag, og tí kann talan sum frá líður gerast um myndugleikaóvirkni við
rættarmissandi virknaði.
Gjaldportrið í Saksun er øðrvísi enn aðrar gjaldskipanir, sum hesi seinnu árini eru settar í verk í
føroyskum høgum, við tað at tað forðar fyri atgongd at strondini, har ið mett verður, at øll hava
lógligan rætt at ferðast. Støðan er øðrvísi, tá ið talan er um forðingar fyri atgongd at haganum
heldur enn strondini.
Sambært Lov for Færøerne om Hegn og Markfred (girðingarlógini) frá 1937 er útgangsstøðið,
at í fremmandum haga er bara loyvt at ganga eftir beinari bygdagøtu. Øll onnur gongd er
forboðin við nøkrum fáum undantøkum. Kortini hevur tað, í øllum førum flestastaðni í
landinum, í nógv áratíggjur verið siðvenja at ganga frítt í haganum. Sostatt hevur í nógv
áratíggjur verið stórt ósamsvar millum girðingarlógina og tað, sum hevur verið siður kring
landið. Tá ið soleiðis er, er umráðandi at fáa greiðu á viðurskiftunum og áseta greitt, hvat ið
skal galda frameftir.
Men hóast løgtingið við girðingarlógini frá 1937 hevur ásett, at tað bara í ávísum serligum
førum skal vera loyvt at ganga í fremmandum haga uttan fyri beina bygdagøtu, so merkir tað
ikki, at gongd í haga er ein rættur, sum jarðareigarar og festarar hava ræði á, soleiðis at teir
kunnu loyva fólki í hagan í øðrum ørindum enn teimum, sum lóggávan nevnir, og enntá ímóti
gjaldi.
Forboðið fyri at ganga gjøgnum hagan hjá øðrum uttan millum bygdir eftir bygdagøtuni er
fyrstu ferð ásett í Forordning af 2. April 1698 om Faar og Kvæg samt deres græsning paa
Færøe, sum var í gildi fram til hagalógina frá 1866. Lóggávan undan hesari, eitt nú
seyðabrævið frá 1298 og eldri norsk lóggáva, sum hevur verið í gildi í Føroyum sum norskum
løgdømi, hevur ikki ásetingar um slíka gongd í sjálvari sær, men fleiri ásetingar, sum hava
gongd sum fyritreyt. Eitt nú er ásett í seyðabrævinum, sum var galdandi í mong ár óbroytt, at
fór maður í hagan hjá øðrum og rak burtur fenað, so at skaði stóðst av fyri meira enn hálva
mørk (í silvri), skuldi hann rinda fulla bót, eftir tí sum hann var maður til. Ásetingin, sum
gongur aftur úr eldri norskum lógum, sum eisini hava verið í gildi í Føroyum, hevur sum
fyritreyt, at gingið kundi verða í haganum hjá øðrum.
At tær gomlu bygdagøturnar í síni tíð vórðu troddar, komst ikki av, at tað var forboðið at ganga
aðrastaðni, men av, at har var høgligast at ganga millum bygdir. Tá ið rætturin at ferðast í
haganum seinni við lóg varð avmarkaður til bygdagøturnar, var tað serliga fyri at geva
seyðinum frið og forða fyri stuldri. Undantøkini frá forboðnum snúðu seg millum annað um
fyrndargomul nytturættindir sum torvskurð, sum høvdu gongd í haganum sum fyritreyt.

-- 3 of 5 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Undir tí lógarfyrireikandi arbeiðinum í sambandi við hagalógina frá 1866 varð møguleikin
umrøddur at geva jarðareigarum ræði á gongd í fremmandum haga heldur enn at skipa
viðurskiftini við lóg. Hetta vann kortini ikki frama. Í staðin ásetti hagalógin frá 1866 út í æsir,
hvat gongd ið skuldi vera loyvd í fremmandum haga.
Forboðið í § 41 og undantøkini í § 42 í galdandi girðingarlóg hava sín uppruna í hagalógini frá
1866. Hagalógin frá 1866 ásetti í § 54, at ongum, sum tað ikki var heimilað sambært ásetingum
í lógini sjálvari, var loyvt at ganga í fremmandum haga uttan eftir beinari bygdagøtu. Í § 56
vórðu ásett nøkur undantøk frá forboðnum, og sambært viðmerkingunum til hesa ásetingina var
listin við undantøkum tømandi, t.e., at talan kundi ikki verða um at veita onnur undantøk.
Í § 41 í galdandi girðingarlóg er ásett, at tann, sum, uttan at heimild er til tað, gongur uttan fyri
beina bygdagøtu í haga, sum hann ikki er luteigari í, ella í felagshaga, sum viðtøka um ferðslu
hjá luteigarunum er samtykt fyri á hagastevnu undir leiðslu av sýslumanninum (sbr. hagalógina
§ 3), verður sektaður. Ein avgerandi munur á ásetingini í § 41 um gongd í haga og ásetingini í §
40 um gongd um innangarðslendi er, at tann, sum gongur um innangarðslendi kann fáa heimild
til tað, meðan tann, sum gongur í haga, har ið hann ikki er luteigari, skal hava heimild til tað.
Sambært viðmerkingum til § 41 í girðingarlógini svarar ásetingin til § 54, 1. pkt., í hagalógini
frá 1866, sum nágreinaði, at ongum, sum tað ikki sambært ásetingum í lógini sjálvari var
heimilað, var loyvt at ganga í nøkrum fremmandum haga uttan eftir beinari bygdagøtu. Tí er
greitt, at tá ið § 41 í hagalógini ásetur, at heimild skal vera til at ganga í fremmandum haga
uttan fyri beina bygdagøtu, sipar hon fyrst og fremst til undantaksheimildirnar í § 42 í lógini
sjálvari.
Girðingarlógin gevur ikki jarðareigarum ræði á gongd í haga, men ásetur út í æsir, nær ið slík
gongd er loyvd. Sambært § 41 í girðingarlógini, sbr. § 3 í Lov for Færøerne om Haugers
Styrelse og Drift m.m., hevur hagastevnan kompetansu at samtykkja viðtøku um gongd hjá
luteigarum í felagshaga, men ikki aðra gongd í haganum.
Føroyingar hava í nógv áratíggjur í góðari trúgv ferðast at kalla frítt í haganum uttan at nakar
hevur mótmælt. Forboðið eftir § 41 í girðingarlógini hevur í sera lítlan mun verið handhevjað,
og ásetingin kann tí vera burturdottin. Treytirnar fyri hesum (desvetudo) eru, at ein
rættarsiðvenja er íkomin, og at talan er um eina atferð, sum fólk hava fylgt vanliga, støðugt og
leingi við tí sannføring, at tey hava rætt til tað. Hvørt slíkar treytir eru loknar, má
rættarskipanin taka støðu til.
At jarðareigarar av sínum eintingum eru farnir at seta forðingar upp fyri at forða fyri atgongd at
haganum, uttan at goldið verður fyri tað, er hinvegin ein nýggjur siður við bara heilt fáum árum
á baki. Slíkar gjaldskipanir eru brot á girðingarlógina, sum ikki gevur jarðareigarum heimild at
sleppa fólki í hagan ímóti forboðnum í lógini. Gongd í fremmandum haga hevur í øldir verið
skipað út í æsir við lóg. Tí hava jarðareigarar ikki havt ræði á slíkari gongd, og tí bendir nógv
á, at jarðareigarar, sum sleppa fólki í hagan móti gjaldi, bæði bróta girðingarlógina og útinna
eitt ræði, sum lóggávan ikki tilskilar teimum.
Áðrenn viðurskiftini vórðu skipað við lóg, vita vit, at fólk frá fyrndartíð høvdu ávís rættindi at
ferðast í haganum í ymsum nyttuørindum. Í tí elstu lóggávuni, sum vit vita um, sum hevur
verið í gildi í Føroyum, hava fleiri ásetingar sum fyritreyt, at fólk ferðaðust í haganum. Tí er

-- 4 of 5 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
ivasamt, um ognarrætturin uttangarðs nakrantíð hevur fevnt um rætt og ræði at sýta fólki
atgongd at haganum.
Samanumtikið er greitt, at ósamsvarið millum øðrumegin girðingarlógina og hinumegin
siðvenjuna, sum í heilt nógv ár hevur valdað, má greiðast. Hetta eigur at verða gjørt við lóg.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 1. juni 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 5 of 5 --
149.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá A. V. Johannesen - Privatar gjaldskipanir í náttúruni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Privatar gjaldskipanir í náttúruni
Spurningar:
1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í samsvari við landsins lóg, at eitt
gjaldportur er sett upp í Saksun?
2. Um landsstýrismaðurin ikki heldur hetta vera í samsvari við landsins lóg, hvat
ætlar hann so at gera við tað?
3. Heldur landsstýrismaðurin nakran vanda vera fyri, at um portrið í Saksun
sleppur at verða standandi, fer henda skipan at vinna hevd, so almenni
myndugleikin missir møguleikan fyri at seta krøv um, at tað verður tikið
burtur?
4. Heldur landsstýrismaðurin nakran vanda vera fyri, at um portrið í Saksun
sleppur at verða standandi, fer henda skipan at vinna hevd, so aðrir bøndur
fara at hava fullan rætt til at seta í verk somu skipan, sum nú er galdandi í
Saksun?
Viðmerkingar:
Í 2019 setti ein festari í Saksun upp eitt gjaldportur til ferðandi, sum vilja út á Lógv at
vitja. Økið á Lógv má sigast at vera ein av Føroya mest kendu náttúruperlum, sum
bæði føroyingar og ferðafólk njóta gott av.
Gongd í haga hevur leingi verið eitt nógv umrøtt evni, men enn er eingin politisk
niðurstøða gjørd um rættindi og skyldur hjá festarum og ferðandi. Portrið í Saksun
kann tí enda sum eitt fordømi fyri eina skipan, har bøndur fáa fullan rætt at taka
pengar frá ferðandi, og harvið missir almenni mynduleikin møguleikan at skipa økið.
Á Løgtingi, 19. mai 2021
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 1 --