← Løgtingsmál

52-148/2020

Palliatión

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
148.20 Svar fra K. L. H. Johannesen til Ey. Samuelsen- Palliatión.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 31. mai 2021
HMR J. nr. 21/08885-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-148/2020 eftir § 52a í tingskipanini um palliatión, frá Eyðgunn
Samuelsen, løgtingskvinnu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu verður arbeitt við at seta í verk tilmælini um palliatión í Føroyum?
2. Hvussu nógvar pengar hevur heilsuverkið fingið játtaðar í 2021 til palliatión?
3. Væntar landsstýrismaðurin at koma á mál við tilmælunum um palliatión í 2022 sum ætlað?
Til spurning 1
Á heysti í fjør var skjøtul settur á arbeiðið at gera eina nýggja krabbameinsætlan fyri Føroyar. Ein
partur av arbeiðssetninginum er at orða tilmæli um, hvussu tað kann veitast ein so góð palliativ
hjálp, sum til ber, seinastu tíðina fólk liggja sjúk. Í arbeiðssetninginum er viðmerkt, at hesin partur
kann verða grundaður á tilmælið um palliatión frá 2019. Eftir ætlan verður nýggja
krabbameinsætlanin handað landsstýrismanninum í september. Eftir hetta verða tilmælini viðgjørd
við atliti at fáa sett ætlanina í verk – í hesum sambandi eisini tann palliativa partin.
Til spurning 2
Hóast ætlanin enn ikki er handað, verður arbeitt við at styrkja og uppnormera tann palliativa partin í
sjúkrahúsverkinum. Í 2021 eru m.a. 600 tús. kr. settar av til styrkja tað palliativa økið við ein
sjúkrarøktarfrøðingi aftrat.
Til spurning 3
Tað er torført at meta um, hvørt komið er á mál við tilmælunum um pallitatión í 2022, sum ætlað.
Tilmælini í ætlanini fevna um heilsuøkið og kommunala økið. Hinvegin so ætlar
landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at palliativa økið verður raðfest, samskipað og styrkt hetta
samgonguskeiðið.
Heilsumálaráðið, 26. mai 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
148.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá Ey. Samuelsen- Palliatión.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Palliatión
Spurningar:
1. Hvussu verður arbeitt við at seta í verk tilmælini um palliatión í Føroyum?
2. Hvussu nógvar pengar hevur heilsuverkið fingið játtaðar í 2021 til palliatión?
3. Væntar landsstýrismaðurin at koma á mál við tilmælunum um palliatión í
2022 sum ætlað?
Viðmerkingar:
Í november 2019 varð eitt álit um palliatión handað landsstýrismanninum í
heilsumálum. Álitið kom við tilmælum um, hvussu palliativa økið í Føroyum eigur at
skipast. Millum annað var ein tíðarlinja gjørd fyri, nær tilmælini skulu setast í verk.
Talan er um eitt trý ára tíðarskeið frá 2020 til og við 2022. Mett verður, at kostnaðurin
at seta í verk tiltøkini tilsamans er 29,5 mió. kr. Í 2023 skal ein eftirmeting gerast.
Í fíggjarlógini fyri 2021 stendur, at palliatión er eitt raðfest øki innanfyri heilsuverkið,
men kortini verður ikki nágreinað, hvussu nógvar pengar talan er um.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu arbeitt verður við at seta í verk tilmælini um palliatión
verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 18. mai 2021
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --