← Løgtingsmál

52-147/2020

Ætlanin hjá landsstýrinum um grøna endurreisn

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
147.20 Svar fra K. L. H. Johannesen til I. D. Strøm - Ætlaninum hjá landsstýrinum um grøna endurreisn.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. mai 2021
UMMR J. nr.: 21/09341-1
Kaj Leo Holm Johannesen,
Landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-147/2020 eftir § 52a í tingskipanini um ætlanina hjá landsstýrinum um
grøna endurreisn, frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur, at vit í Føroyum skulu hava “grøna
endurreisn”?
2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið um sokallaða “grøna endurreisn”?
Til spurning 1 og 2
Omanfyri nevndu spurningar taka støði í einari grein, har eg sum norðurlendskur samstarvsráðharri,
saman við mínum starvsbrøðrum í Danmark og Grønlandi, taka saman um okkara felags formansskap
í Norðurlanda Ráðharraráðnum í 2020. Vit staðfesta m.a. í hesari grein, har vit standa á gáttini til
2021, at nýggja virkisætlanin, sum fevnir um tíðarskeiðið 2021 til 2024, sum er partur av visjón 2030,
hevur nógv spennandi átøk við sær, m.a. eisini á grøna økinum.
Tá eg, sum norðurlendskur samstarvsráðharri, nevni grønu endurreisnina, so verður sipað til
innihaldið á hesum øki í okkara felags norðurlendsku virkisætlan, sum røkkur frá ársbyrjan í ár og
fram til endan av 2024. Málini í hesari virkisætlan fara í gongd í hesum ári, og miðað verður eftir, at
málini verða rokkin í 2024. Okkara embætisfólk, saman við hinum embætisfólkunum í hinum
norðurlondum og norðurlendskum stovnum o.ø., fara nú at seta hesi mál í verk, sum eru galdandi fyri
øll norðurlond. Her standa nógv spennandi mál á skránni, sum vit í Føroyum óivað eisini fara at fáa
nógv gagn av.
Eg kann annars nevna, at Føroyar hava fingið munandi upphæddir frá Norðurlanda Ráðharraráðnum
til at fremja spennandi verkætlanir komandi tíðina á grøna økinum, nevniliga bygging av einum fult
elriknum alibáti, sum eftir ætlan verður latin Bakkafrost um ársskiftið, og menna og byggja eina jarð-
og fjarhitaskipan í Leirvík, ið einans nýtir grøna elorku. Seinna verkætlanin verður ætlandi klár at
taka í nýtslu á sumri næsta ár. Her er veruliga talan um slóðbrótandi ætlanir.
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
147.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá I. D. Strøm - Ætlaninum hjá landsstýrinum um grøna endurreisn.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í norðurlandamálum
Evni: Ætlanin hjá landsstýrinum um grøna endurreisn
Spurningar:
1. Hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur, at vit í Føroyum skulu hava
“grøna endurreisn”?
2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið um sokallaða “grøna endurreisn”?
Viðmerkingar:
12. desembur í fjør var grein á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum viðvíkjandi
Vision 2030 hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, har Kaj Leo Holm Johannesen
úttalar seg um ætlanir í Føroyum um eina “grøna endurreisn” (grøn genrejsning) eftir
COVID-19.
Virkisætlanin fyri Vision 2030, ið ráðharraráðið hevur gjørt í samstarvi við
Norðurlandaráðið, vísir á 12 ítøkilig mál fyri, hvussu Norðurlond verða best
integreraða og mest burðardygga økið í heiminum. M.a. snýr tað seg um politiskar
raðfestingar innan ringbúskap, burðardygga framleiðslu og burðardyggar
matvøruskipanir. Samstundis er ætlanin, at einstaki norðurlendski borgarin skal hava
burðardyggari nýtslu. Í hesum sambandi vísti Kaj Leo Holm Johannesen á, at í
Føroyum ætlar landsstýrið at endurbyggja eftir COVID-19 á burðardyggan ella
“grønan” hátt.
Áhugavert hevði verið at vitað, hvørjar ætlanirnar eru fyri eina burðardygga
endurreisn í Føroyum, og um hetta arbeiðið er farið í gongd, nú Búskaparráðið hevur
víst á, at afturgongdin í føroyska búskapinum í sambandi við COVID-19 kann væntast
skjótt at verða yvirstaðin, og búskapurin aftur fer at vaksa.
Á Løgtingi, 18. mai 2021
Ingilín D. Strøm

-- 1 of 1 --