← Løgtingsmál

52-146/2020

Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
146.20 Svar frá J. Niclasen til B. K. Petersen - Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 29. mai 2021
J. nr.: 21/08852-2
Svar uppá fyrispurning nr. 52-146/2020 frá Bjarna K. Petersen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er landsstýrismaðurin samdur við tulkingini hjá TAKS um, at ferðaleiðarar skulu leggja
meirvirðisgjald á sítt vinnuliga virksemi?
2. Hvat fyri eykainntøkur kann landskassin rokna við í samband við, at ferðaleiðarar nú skulu
rinda meirvirðisgjald av sínum tænastum?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at ferðaleiðarar ikki skulu rinda meirvirðisgjald, hóast
TAKS hevur staðfest eina aðra lógartulking grundað á MVG-lógina?
Svar til nr. 1
TAKS er skattamyndugleiki í Føroyum, og TAKS er tulkingarmyndugleiki í sambandi við
meirvirðisgjaldslógina og aðrar skatta- og avgjaldslógir. TAKS og Skatta- og avgjaldskærunevndin
eru komin til somu niðurstøðu viðvíkjandi spurningin, um ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á
sítt virksemi. TAKS hevur boðað frá, at broytingin fær virknað frá 1. januar 2022.
Tað eru fleiri spurningar um meirvirðisgjald og ferðavinnu, sum TAKS ynskir svaraðar.
Landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk umboðandi Fíggjarmálaráðið, TAKS og
Ferðavinnufelagið at kanna galdandi meirvirðisgjaldslóg við atliti at ferðavinnuni. Við tað, at arbeitt
verður við spurninginum, metir Fíggjarmálaráðið, at tað er ov tíðliga at siga, hvussu
meirvirðisgjaldsreglurnar eiga at vera við atliti at ferðaleiðarum.
Svar til nr. 2
Til ber ikki at siga neyvt, hvussu stóra upphædd talan er um í sambandi við meirvirðisgjald á
ferðaleiðaravirksemi. Fíggjarmálaráðið metir tó ikki, at eykainntøkan verður stór í sambandi við, at
ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á sítt virksemi. Óvist er eisini, nær verulig gongd kemur á
aftur ferðavinnuna og ferðaleiðaravirksemi eftir koronufarsóttina.
Svar til nr. 3
Við tað, at arbeitt verður við spurninginum, metir Fíggjarmálaráðið, at tað er ov tíðliga at siga,
hvørjar broytingar landsstýrsmaðurin kemur at mæla til í heyst viðvíkjandi ferðavinnu, herundir eisini
ferðaleiðarnum.
Tinganes, 29. mai 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
146.20 Spurningur til J. Niclasen frá B. K. Petersen - Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi
Spurningar:
1. Er landsstýrismaðurin samdur við tulkingini hjá TAKS um, at ferðaleiðarar
skulu leggja meirvirðisgjald á sítt vinnuliga virksemi?
2. Hvat fyri eykainntøkur kann landskassin rokna við í samband við, at
ferðaleiðarar nú skulu rinda meirvirðisgjald av sínum tænastum?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at ferðaleiðarar ikki skulu rinda
meirvirðisgjald, hóast TAKS hevur staðfest eina aðra lógartulking grundað á
MVG-lógina?
Viðmerkingar:
Eftir ymiskar tulkingar hevur TAKS staðfest, at ferðaleiðarar skulu leggja
meirvirðisgjald á sítt virksemi.
Ferðaleiðaravirksemi hevur annars verið tulkað sum MVG-frítt í fleiri ár. Tað er
síðani komið eftir, at tulkingin ikki var røtt, og hevur mann nú tikið avgerð um at
áleggja ferðaleiðaravirksemi meirvirðisgjald. Í sambandi við kæru um málið hevur
Skatta- og avgjaldskærunevndin havt spurningin til viðgerðar og hevur í niðurstøðu
tikið undir við avgerðini hjá TAKS, og er ferðaleiðaravirksemi tískil endaliga staðfest
av TAKS at vera mvg-skyldugt.
Ein frammanundan bløðandi ferðavinna í óvanliga truplum umstøðum orsakað av
COVID-19 og tiltøkum í tí sambandi fær tað enn truplari av slíkari avgerð, og er
meirvirðisgjaldið eisini kappingaravlagandi í kappingini við okkara grannalond og
onnur ferðavinnumál. Avleiðingin kann vera, at sjálvstøðug vinnurekandi steðga
sínum virksemi vegna vánalig framtíðarútlit í ferðavinnuni. Tí verður spurt, um
landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við íkomnu støðuna.
Á Løgtingi, 17. mai 2021
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --