52-145/2020
Stýrið í Bústøðum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
145.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til B. L. Jacobsen - Stýrið í Bústøðum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 20. mai 2021 Mál: 21/08129-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Nr. 52-145/2020 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um Stýrið í Bústøðum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Spurningar: 1. Hvat var tilmælið hjá umsitingini í Almannamálaráðnum um valið av stýrinum í Bústøðum? 2. Tók umsitingin í Almannamálaráðnum fyrivarni, ella hevði umsitingin viðmerkingar í aðramáta í mun til valið av stýrislimum í Bústøðum? 3. Hvørja støðu tók landsstýrismaðurin eftir tilmælið og/ella viðmerkingarnar hjá umsitingini? Viðmerkingar: Nýtt stýri er valt í Bústøðum. Komið er fram í miðlunum, at ein av nýggju limunum hevur kært Bústaðir, og at Almannamálaráðið skal viðgera hesa kæruna. Tí verður hesin fyrispuringur settur. Á Løgtingi, 10. mai 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Svar: Til spurning nr. 1 Sbrt. § 2 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við fimm limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Ásetingin er broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021 um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn og víðkar stýrið fyri grunnin úr trimum upp í fimm limir. Tað er landsstýrismaðurin, sum tilnevnir, og hevur landsstýrismaðurin ikki ætlanir um at upplýsa fyri spyrjara um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í. Til spurning nr. 2 Sí svar til spurning 1. Til spurning nr. 3 Sí svar til spurning 1. -- 2 of 2 --
145.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá B. L. Jacobsen - Stýrið í Bústøðum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Stýrið í Bústøðum Spurningar: 1. Hvat var tilmælið hjá umsitingini í Almannamálaráðnum um valið av stýrinum í Bústøðum? 2. Tók umsitingin í Almannamálaráðnum fyrivarni, ella hevði umsitingin viðmerkingar í aðramáta í mun til valið av stýrislimum í Bústøðum? 3. Hvørja støðu tók landsstýrismaðurin eftir tilmælið og/ella viðmerkingarnar hjá umsitingini? Viðmerkingar: Nýtt stýri er valt í Bústøðum. Komið er fram í miðlunum, at ein av nýggju limunum hevur kært Bústaðir, og at Almannamálaráðið skal viðgera hesa kæruna. Tí verður hesin fyrispuringur settur. Á Løgtingi, 10. mai 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --