52-144/2020
Frádráttur fyri húsaleigu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
144.20 Svar frá J. Niclasen til U. Rasmussen - Frádráttur fyri húsaleigu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 19. mai 2021 J. nr.: 21/08035-2 Svar uppá fyrispurning nr. 52-44/2020 frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um frádrátt fyri húsaleigu Fyrispurningurin er soljóðandi: Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at broyta frádrátt fyri húsaleigu sum bruttoskatt? Svar: Landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at leingja verandi skattafrádrátt fyri húsaleigu á 100.000 kr. Uppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið stutt eftir Ólavsøku í ár. Støða er ikki tikin til, hvussu nógv ár, skattafrádrátturin á 100.000 kr. verður longdur. Skattafrádrátturin fyri húsaleigu eftir bruttoskipanini hækkaði úr 50.000 kr. til 100.000 kr. frá 1. januar 2019. Tískil eru bara tvey ár liðin, síðani frádrátturin hækkaði. Árið 2020 var nógv merkt av koronufarsóttini, og sera fá ferðafólk komu til landið í 2020 sammett við undanfarin ár. Orsakað av hesum er torført at meta um, hvørt hækkingin í frádráttinum hevur gjørt, at fleiri hús og íbúðir eru vorðin tøk til langtíðarleigu og um hvørja ávirkan koronufarsóttin og fáu ferðafólkini í 2020 hevur havt á útboðið av húsum og íbúðum til langtíðarleigu. Tó síggjast ábendingar um, at hækkingin í frádráttinum hevur havt eina ávirkan. Talið av leigumálum, sum vórðu uppgjørd eftir bruttoskipanini hækkaði í 2019. Tølini fyri 2020 eru ikki endaliga gjørd upp enn. Tinganes, 19. mai 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
144.20 Spurningur til J. Niclasen frá U. Rasmussen - Frádráttur fyri húsaleigu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Uni Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Frádráttur fyri húsaleigu Spurningur: Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at broyta frádrátt fyri húsaleigu sum bruttoskatt? Viðmerkingar: Fleiri leigubústaðir vórðu brúktir til útleigan gjøgnum Airbnb, og tískil valdi Løgtingið at samtykkja frádrátt á 100.000 kr. til teirra, sum leiga út beinleiðis til privatfólk í minst tríggjar mánaðir. Hetta skuldi føra við sær, at fleiri útleigarar valdu at langtíðarleiga til føroyingar, ístaðin fyri at leiga út til stutttíðarleigu, millum annað Airbnb. Sum lógin er í dag, so er frádrátturin á 100.000 kr. til teirra, sum leiga út beinleiðis til privatfólk í minst tríggjar mánaðir, men lækkar hesin frádráttur í 2022 til 50.000 kr. Hetta fer helst m.a. at føra við sær, at fleiri, sum langtíðarútleiga til privatfólk, fara at rinda meira í skatti frá 1. januar 2022. Lækkingin í frádráttinum frá 100.000 kr. til 50.000 kr. førir við sær, at tað verður minni áhugavert fíggjarliga at langtíðarleiga til privatfólk. Av tí, at tað enn er stór bústaðarneyð, er framvegis neyðugt, at so nógv leigumál sum gjørligt verða brúkt til langtíðarleigu til privatfólk. Avleiðingin av lækkingini í frádráttinum kann verða, at fleiri leigumál verða søgd upp, og sostatt gerst bústaðarneyðin enn størri. Spyrjarin ynskir at fáa at vita, um nakrar ætlanir eru um at leingja verandi frádrátt á 100.000 kr., fyri at tryggja útboðið av leigubústøðum til langtíðarleigu til privatfólk. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. mai 2021 Uni Rasmussen -- 1 of 1 --