52-143/2020
Broytingar í nevndini fyri Bústaðir og ákærur um lógarbrot
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
143.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til H. Hoydal - Broytingar í nevndini fyri Bústaðir og ákærur um lógarbrot.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 20. mai 2021 Mál: 21/08070-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Nr. 52-143/2020 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um broytingar í nevndini fyri Bústaðir og ákærur um lógarbrot, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvør gjørdi í hvørjum einstøkum føri tilmælið um at velja teir nývaldu limirnar í víðkaðu nevndini fyri Bústaðir – var tað umsitingin, landsstýrismaðurin sjálvur, ella annar persónur ella instansur? 2. Hvørjar vóru tær ítøkiligu og sakligu grundgevingarnar fyri at velja teir nýggju stýrislimirnar, og hvussu eru tær skjalfestar sambært fyrisitingarlógini? 3. Hvør gjørdi tilmælið til at skifta tann undansitandi stýrisformannin út, og hvussu er tað grundgivið og skjalfest sambært fyrisitingarlógini? 4. Var tað landsstýrismaðurin, sum ynskti, at nýggi formaðurin skuldi vera umboðið úr hennara egnu fyrisiting? 5. Var nakað frámæli gjørt um ymsu persónarnar, ið eru valdir/frávaldir, og hvussu er tað skjalfest og grundgivið sambært fyrisitingarlógini? 6. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna ákærurnar frá einum av nývaldu stýrislimunum um, at Bústaðir hava fyrisitið ímóti lógini og kunngerðunum fyri Bústaðir – og hvat hevur hon gjørt við hesar ákærur? 7. Um so er, at ákærurnar eru rættar, hvørjar avleiðingar fær tað? 8. Um so er ákærurnar eru falskar, hvørjar avleiðingar fær tað? Viðmerkingar: Tað er komið alment fram, at landsstýrismaðurin formliga hevur valt tríggjar nýggjar limir í víðkaðu nevndina fyri Bústaðir, umframt tvey afturval frá gamla stýrinum. Sambært fyrisitingarlógini skulu allar fyrisitingarligar avgerðir vera sakligar, grundgivnar og skjalfestar. Tí verður spurt, hvør hevur gjørt tilmælið og skotið upp, hvør skal veljast, og um hvussu hetta er grundgivið og skjalfest. Biðið verður um svar fyri hvønn einstakan stýrislim. Eisini verður spurt, um fyrisitingin ella onnur hava frámælt nakrari avgerð, og um so er, hvussu hetta er skjalfest og grundgivið. Biðið verður um svar fyri hvønn einstakan stýrislim. Hartil verður spurt um tær sera álvarsligu ákærurnar, ið eru sendar Almannamálaráðnum og eru komnar fram alment frá einum av nývaldu stýrislimunum móti stjóra og leiðslu í -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 Bústøðum. Spurt verður, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt við hesar ákærur, og hvørjar avleiðingar tær fáa, antin nakað hald er í teimum ella ikki. Á Løgtingi, 7. mai 2021 Høgni Hoydal Svar: Til spurning nr. 1 Sbrt. § 2 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við fimm limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Ásetingin er broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021 um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn og víðkar stýrið fyri grunnin úr trimum upp í fimm limir. Løgtingslógin ásetir onki um møguligar tilmælandi partar, eins og spyrjarin leggur upp til. Tað er landsstýrismaðurin, sum tilnevnir, og hevur landsstýrismaðurin ikki ætlanir um at upplýsa fyri spyrjara um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í. Til spurning nr. 2 Eins og nevnt undir spurningi 1, verður grunnurin sbrt. § 2 í løgtingslógini um Húsalánsgrunn fyrisitin av einum stýri við fimm limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Sbrt. viðmerkingunum til broytingarlógaruppskotinum um at víðka stýrið, er endamálið við broytingini at tryggja eina breiðari fakliga umboðan í stýrinum. Markingin av 200 mió. kr. til serligar málbólkar ger tað t.d. neyðugt at hava umboð í stýrinum, ið hevur sosialfakligan kunnleika og/ella kunnleika til vardar bústaðaverkætlanir. Samstundis ásetir broytingarløgtingslógin greitt, at tá hon kemur í gildi, tilnevnir landsstýrismaðurin alt stýrið fyri Húsalánsgrunnin av nýggjum. Landsstýrismaðurin kann upplýsa, at limirnir í stýrinum hava samanlagt gott innlit í bygging, búskaparfrøði og fígging og gott innlit í sosiala øki. Eisini eru tveir av limunum endurvaldir til tess at tryggja framhald. Til spurning nr. 3 Eins og nevnt undir spurningi 1, verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við fimm limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Samstundis ásetir løgtingslógin greitt, at tá broytingin um at víðka stýrið kemur í gildi, tilnevnir landsstýrismaðurin alt stýrið fyri Húsalánsgrunnin av nýggjum. Harvið endaði valskeiðið hjá undanfarnu limunum, og tað er lógaráløgd skylda hjá landsstýrismanninum at velja nýtt stýri. -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 Landsstýrismaðurin hevur lagt dent á at tryggja eina breiða fakliga umboðan. Víst verður annars til svar uppá spurning 2. Til spurning nr. 4 Sbrt. § 2, stk. 2 í í løgtingslóg um Húsalánsgrunn skipar stýrið seg sjálvt við formanni. Til spurning nr. 5 Sí svar til sp. 1. Til spurning nr. 6 Almannamálaráðið kannar eitt mál um Bústaðir hava fyrisitið rætt. Ongin niðurstøða er gjørd í málinum enn. Til spurning nr. 7 Sí svar til sp. 6. Til spurning nr. 8 Sí svar til sp. 6. -- 3 of 3 --
143.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá H. Hoydal - Broytingar í nevndini fyri Bústaðir og ákærur um lógarbrot.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í bústaðarmálum Evni: Broytingar í nevndini fyri Bústaðir og ákærur um lógarbrot Spurningar: 1. Hvør gjørdi í hvørjum einstøkum føri tilmælið um at velja teir nývaldu limirnar í víðkaðu nevndini fyri Bústaðir – var tað umsitingin, landsstýrismaðurin sjálvur, ella annar persónur ella instansur? 2. Hvørjar vóru tær ítøkiligu og sakligu grundgevingarnar fyri at velja teir nýggju stýrislimirnar, og hvussu eru tær skjalfestar sambært fyrisitingarlógini? 3. Hvør gjørdi tilmælið til at skifta tann undansitandi stýrisformannin út, og hvussu er tað grundgivið og skjalfest sambært fyrisitingarlógini? 4. Var tað landsstýrismaðurin, sum ynskti, at nýggi formaðurin skuldi vera umboðið úr hennara egnu fyrisiting? 5. Var nakað frámæli gjørt um ymsu persónarnar, ið eru valdir/frávaldir, og hvussu er tað skjalfest og grundgivið sambært fyrisitingarlógini? 6. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna ákærurnar frá einum av nývaldu stýrislimunum um, at Bústaðir hava fyrisitið ímóti lógini og kunngerðunum fyri Bústaðir – og hvat hevur hon gjørt við hesar ákærur? 7. Um so er, at ákærurnar eru rættar, hvørjar avleiðingar fær tað? 8. Um so er ákærurnar eru falskar, hvørjar avleiðingar fær tað? Viðmerkingar: Tað er komið alment fram, at landsstýrismaðurin formliga hevur valt tríggjar nýggjar limir í víðkaðu nevndina fyri Bústaðir, umframt tvey afturval frá gamla stýrinum. Sambært fyrisitingarlógini skulu allar fyrisitingarligar avgerðir vera sakligar, grundgivnar og skjalfestar. Tí verður spurt, hvør hevur gjørt tilmælið og skotið upp, hvør skal veljast, og um hvussu hetta er grundgivið og skjalfest. Biðið verður um svar fyri hvønn einstakan stýrislim. Eisini verður spurt, um fyrisitingin ella onnur hava frámælt nakrari avgerð, og um so er, hvussu hetta er skjalfest og grundgivið. Biðið verður um svar fyri hvønn einstakan stýrislim. Hartil verður spurt um tær sera álvarsligu ákærurnar, ið eru sendar Almannamálaráðnum og eru komnar fram alment frá einum av nývaldu stýrislimunum móti stjóra og leiðslu í Bústøðum. Spurt verður, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt við hesar ákærur, og hvørjar avleiðingar tær fáa, antin nakað hald er í teimum ella ikki. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 7. mai 2021 Høgni Hoydal -- 2 of 2 --