52-142/2020
Leið 400 hjá Standferðsluni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
142.20 Svar frá J. Niclasen til Ey. Samuelsen - Leið 400 hjá Standferðsluni 1.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, hin: 19. mai 2021 J. nr.: 21/07826 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-142/2020 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um ferðaætlanina á leið 400 hjá Strandferðsluni Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin kannað, hvør grundgevingin er fyri, at SSL velur at økja túratalið úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin og til Havnar úr eina ferð til tvær ferðir um dagin, heldur enn at brúka tey uppskot til broytta ferðaætlan, ið borgarar hava sent inn til stovnin? 2. Heldur landsstýrismaðurin broyttu ferðaætlanina vera nøktandi? 3. Kann landsstýrismaðurin vátta, at tær umleið 2 mió. kr., ið Løgtingið júst hevur játtað til hesa farleið, verða brúktar til endamálið? Svar til spurning 1 og 2 Eitt gott ferðasamband er av størsta týdningi fyri borgarar og vinnu. Eysturoyartunnilin merkir broytt ferðamynstur, og verða tillagingar gjørdar í ferðaætlanini eftir tørvi og játtan. Nýggja ferðaætlanin á Oyggjaleiðum, sum kom í gildi 1. apríl 2021, byggir sambært SSL á tørvsmetingar, ynski og hoyringssvar frá borgarum, feløgum, stovnum og øðrum. Tað komu 86 hoyringarsvar inn. Strandferðslan metir seg hava tikið ein fittan part av innkomnu viðmerkingunum til eftirtektar, og gjørt hóskandi tillagingar í ferðaætlanini. Av hoyringarsvarunum viðmerktu 25 beinleiðis leið “400 Klaksvík-Tórshavn” og “401 Klaksvík- Tórshavn, snarbussur”, og høvdu nøkur teirra ítøkilig uppskot um, hvørjir túrar skuldu setast inn á hesum leiðum. Fleiri av hesum uppskotum hevur Strandferðslan brúkt í sínum tillagingum. Eftir broytingini av ferðaætlanini, er leið 400 aftur farin at koyra “Klaksvík- Sundalagið- Tórshavn” 12 ferðir t/r um dagin gerandisdagar. Harumframt er ein snarleið komin millum Klaksvík og Tórshavn, og eru 2 túrar t/r. um dagin. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Triði møguleikin er ein samanseting av leið 450, 440 og 400, har ferðafólk skifta buss við Skálafjørðin. Har eru 8 túrar hvønn gerandisdag og 5 túrar í vikuskiftinum. Sostatt økist túratalið við 10 túrum t/r gerandisdagar og við 5 túrum t/r afturat í vikuskiftinum, har tað ber til at koma úr Klaksvík til og úr Tórshavn, umvegis Eysturoyartunnnilin. Tó er bíðitíð á nøkrum túrum á Skipaneskrossinum ella Skálabotni, alt eftir um farið verður til Havnar umvegis Strendur ella Runavík. Strandferðslan metir samanumtikið at nýggja ferðaætlanin hevur atlit til tørvin hjá norðoyingum, eysturoyingum, streymoyingum og øðrum ferðandi, so frægt tað ber til innanfyri verandi fíggjarkarmar og galdandi sáttmálar við bussveitarar. Svar til spurning 3 Eykajáttanin til Bygdaleiðir er ikki markað til eina ávísa farleið, men er til at dagføra alla ferðaætlanina í sambandi við Eysturoyartunnilin, fyri at tryggja eitt betri og meira samanhangandi ferðslunet. Landsstýrismaðurin fylgir neyvt gongdini í mun til broytta ferðslumynstrið í landinum og vil virka fyri støðugt at betra ferðasambandið. Tinganes, 19. mai 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
142.20 Spurningur til J. Niclasen frá Ey. Samuelsen - Leið 400 hjá Standferðsluni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Leið 400 hjá Standferðsluni Spurningar: 1) Hevur landsstýrismaðurin kannað, hvør grundgevingin er fyri, at SSL velur at økja túratalið úr Klaksvík gjøgnum Eysturoyartunnilin og til Havnar úr eina ferð til tvær ferðir um dagin, heldur enn at brúka tey uppskot til broytta ferðaætlan, ið borgarar hava sent inn til stovnin? 2) Heldur landsstýrismaðurin broyttu ferðaætlanina vera nøktandi? 3) Kann landsstýrismaðurin vátta, at tær umleið 2 mió. kr., ið Løgtingið júst hevur játtað til hesa farleið, verða brúktar til endamálið? Viðmerkingar: Eftir at Strandfaraskip Landsins hevur broytt ferðaætlan í sambandi við, at Eysturoyartunnilin lat upp, hava fleiri borgarar í Norðoyggjum og Eysturoynni víst á, at leiðin millum Klaksvík og Havnina (leið 400) broyttist til tað verra. 87 borgarar sendu inn hoyringarskriv um ætlaðu broytingarnar um ein túr um dagin gjøgnum Eysturoyartunnilin. Løgtingið hevur júst játtað umleið 2 mió. kr. í eykajáttan til júst somu farleið, við tí endamáli at tað skuldi gerast smidligari at ferðast millum økini við almennari ferðslu. Nú nýggj ferðaætlan enn eina ferð er gjørd sæst, at túratalið um morgunin bara er økt við einum einkultum túri úr Klaksvík til Havnar, og einum túri seinnapart úr Havn til Klaksvíkar. Fyri tey, ið arbeiða norðanfyri, er framvegis bara ein túrur á morgni. Ynskja fólk at ferðast millum Havn og Klaksvík aðrar tíðir gjøgnum Eysturoyartunnilin, noyðast tey ikki bara at skifta buss eina ferð, men tvær ferðir. Leið 400 hevur higartil verið tann leiðin, ið hevur flutt nógv flest ferðafólk. Við broyttu ferðaætlanini er vandi fyri, at munandi færri ferðandi fara at brúka leiðina, og tí vil undirritaða hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur, at hesar broytingar eru á einum nøktandi tænastustøði fyri almennan ferðafólkaflutning. Á Løgtingi, 5. mai 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --