52-141/2020
Viðgerð fyri barnloysi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
141.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til I. D. Strøm - Viðgerð móti barnloysi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 18. mai 2021 HMR J. nr. 21/07820-3 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-141/2020 eftir § 52a í tingskipanini um viðgerð fyri barnloysi, frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin grundgeva fyri, hví rundskriv nr. 9000 frá 2004 um stevnumið viðvíkjandi viðgerð móti barnloysi varð sett úr gildi í september í fjør? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar reglur eru galdandi fyri tey, ið ynskja at sleppa í viðgerð fyri barnloysi? Til spurning 1 og 2 Í dag eru ongar formligar leiðreglur galdandi, tá ið tað viðvíkur viðgerð móti barnloysi. Talan er um eina viðgerð í sjúkrahúsverkinum og tí kann vísast til galdandi sjúkrahúslóg. Umfarsskrivið, sum viðvíkti viðgerð móti barnloysi, var sett í gildi tann 1. mai 2003, men var sett úr gildi aftur á heysti 2006 av tásitandi landsstýrismanni. Av misgáum er umfarsskrivið síðani lagt á heimasíðuni logir.fo. Feilurin varð rættaður í september í fjør. Orsøkin, til at umfarsskrivið varð sett úr gildi í 2006, var, at tað løgfrøðiliga ikki var mett rætt at nýta eitt umfarsskriv sum grundarlag fyri avgerðum, um hvør hevði rætt til viðgerð móti barnloysi, men at hetta í staðin skuldi ásetast við lóg. Síðani tá er tað politiskt ikki lagt nakað lógaruppskot fyri Løgtingið, men sjúkrahúsverkið hevur umsitið økið sambært praksis á økinum, og hevur fíggjað upp til tvey felags børn fyri barnleys pør. Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fara í Løgtingið komandi tingsetu við einum lógaruppskoti, sum viðvíkur viðgerð móti barnloysi. Heilsumálaráðið, 18. mai 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
141.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá I. D. Strøm - Viðgerð móti barnloysi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Viðgerð fyri barnloysi Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin grundgeva fyri, hví rundskriv nr. 9000 frá 2004 um stevnumið viðvíkjandi viðgerð móti barnloysi varð sett úr gildi í september í fjør? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar reglur eru galdandi fyri tey, ið ynskja at sleppa í viðgerð fyri barnloysi? Viðmerkingar: Fleiri menn og kvinnur kunnu koma út fyri, at tað er trupult at gerast við barn. Tíbetur finst viðgerð fyri barnloysi, og fleiri uppliva at gerast við barn eftir at hava verið í viðgerð eina tíð. Hetta er eitt nógv umrøtt evni í londunum rundan um okkum, tí talan er um eina heldur dýra viðgerð, har fólk í summum førum sjálvi noyðast at standa fyri rokningini. Av tilvild gjørdist undirritaða varug við, at rundskriv nr. 9000 frá 4. februar 2004 um viðgerð móti barnloysi varð sett úr gildi í september í fjør.1 Rundskrivið staðfesti millum annað, at tað almenna fíggjar viðgerðina fyri upp til felags tvey børn fyri barnleys pør. Harafturat er eisini sett sum treyt, at einans hjún kunnu fáa viðgerð fyri barnloysi. Fyri at fáa greiðu á, hvørjar reglur eru galdandi fyri viðgerð fyri barnloysi í dag, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 5. mai 2021 Ingilín Didriksen Strøm 1 https://logir.fo/Rundskriv/9000-fra-04-02-2004-um-stevnumid-vidvikjandi-vidgerd-moti-barnloysi -- 1 of 1 --