52-140/2020
Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - heilsuøkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
140.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til J. Dahl - Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - heilsuøkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
1 Dagf. 19. mai 2021 HMR J. nr. 21/07815-5 Kaj Leo Holm Johannesen Landsstýrismaður í heilsumálum Svar uppá Fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, nr. 52-140/2020 eftir § 52a í tingskipanini um tørvin á rehabilitering í Føroyum innan heilsuøkið Fyrispurningurin er soljóðandi: Spurningar: 1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á heilsuøkinum árliga, t.d. í 2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini? 2. Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista og hvat slag av sjúkum er talan um? 3. Hvussu er uppgávubýtið millum sjúkrahúsini, t.v.s. hvat slag av rehabilitering er á ymsu sjúkrahúsunum, hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og hvør samskipar verandi rehabiliteringsinnsats? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein depil? Svar: 1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á heilsuøkinum árliga, t.d. í 2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini? Sambært Sjúkrahúsverkinum er ikki møguligt at svara uppá, hvussu stórur samlaði tørvurin er á -- 1 of 6 -- 2 rehabilitering í Føroyum, men sjúkrahúsverkið kann siga nakað um, hvussu nógv fólk hava fingið ymiskar venjingar og veitingar innan økið. Tað lýsir tó ikki allan tørvin. Víst verður annars til talvurnar í svarinum til spurning 3. Tað er eisini týðandi at gera greitt, at stórur munur er á hugtøkunum rehabilitering og endurvenjing. Rehabilitering er ein meira umfatandi tilgongd, har ymiskir fakbólkar eiga ein lut í viðgerðini, t.d. læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, heilsurøktarar, audiologopedar, sosialráðgevarar, ergo- og fysioterapeutar. Endurvenjing er bert ein partur av hesari tilgongd, har endamálið oftast er at endurvinna kropsligar førleikar. Samanumtikið verður mett, at endurvenjingin er væl skipað í Sjúkrahúsverkinum, meðan meira kann gerast við at fáa hugsað ta samlaðu rehabiliteringshugsjónina inn í tænastuna, serliga á somatiska økinum. Vit vita, at stórur tørvur hevur verið á viðlíkahaldsvenjing og hava sjúkrahúsini, í tann mun tað hevur borið til, roynt at hjálpt uppá hendan tørv. Nýggja vælferðarlógin ásetir, at hetta er ein uppgáva, sum skal veitast av Almannaverkinum og kommunalu samstørvunum. Sjúkrahúsverkið hevur tøl fyri sjúklingar, sum hava verið í skipanini á teimum trimum sjúkrahúsunum árini 2018, 2019 og 2020, sí niðanfyri. Talan er um kontaktir av innløgdum og ambulantum sjúklingum. 2. Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista og hvat slag av sjúkum er talan um? Tað ber ikki til at svara uppá, hvussu nógvir sjúklingar onga viðgerð fáa, tí tey eru ikki skrásett í einum samlaðum yvirliti. Bíðilistin til ergo- og fysioterapi á Landssjúkrahúsinum er 90 sjúklingar í løtuni. Her er talan um sjúklingar innan lungnaøkið størst. Harumframt eru millum annað sjúklingar við hjartasjúkum, krabbamein, og gigtasjúkum til heittvatnshylin. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru í løtuni umleið 40 fólk á visitatiónslistanum (sum ikki er ein veruligur bíðilisti, tá ið onkrir av sjúklingunum ikki skulu byrja viðgerð fyrr enn umleið 3 mánaðir). Tað eru í høvuðsheitum ortopædkirurgiskir sjúklingar, sum eru ávístir frá serlæknum á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum eru á bíðilista. Á Suðuroyar sjúkrahúsi er bíðilistin um 50 fólk. 3. A) Hvussu er uppgávubýtið millum sjúkrahúsini, t.v.s. B) hvat slag av rehabilitering er á ymsu sjúkrahúsunum, C) hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og D) hvør samskipar verandi rehabiliteringsinnsats? a) Uppgávubýti millum sjúkrahúsini: Øll trý sjúkrahúsini veita grundleggjandi sjúkrahúsviðgerð/-endurvenjing. Sjúkrahúsleiðslan fyri Sjúkrahúsverkið, arbeiðir í løtuni miðvíst við at samskipa innsatsin ímillum tey trý sjúkrahúsini. Hetta verður gjørt í samráð við Heilsumálaráðið. Ein faldari til borgaran við kunning um, hvørji -- 2 of 6 -- 3 tilboð eru á teimum trimum sjúkrahúsunum, er gjørdur fyri nøkrum árum síðani, og er við at verða dagførdur í mun til verandi tilboð. Niðanfyri verður greitt frá, hvørji tilboð eru á teimum trimum sjúkrahúsunum, men yvirskipað kann sigast, at Landssjúkrahúsið veitir endurvenjing til mest sum allar serlæknagreinar, ið eru á sjúkrahúsinum. Allir sjúklingar, ið eru innlagdir og verða ávístir til fysioterapi, fáa endurvenjing. Somuleiðis verður arbeitt við endurmenning til psykiatriskar sjúklingar. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður arbeitt innan økini, sjúkum í nervalagnum (neurologi), giktasjúkum (reumatologi) og skurðviðgerð í knøum og mjadnum vm. ortopædkirurgi. Politiskt er avgerð tikin um, at endurvenjing av seinheilaskøddum sjúklingum, sum koma beinleiðis av donskum sersjúkrahúsi, verður veitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tilboðið er ment síðani 2015. Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru sjúklingabólkarnir ymiskir: skurðviðgerð í knøum og mjadnum vm. (ortopædkirurgi), sjúkum í nervalagnum (neurologi), hjartasjúkum (kardiologi), giktasjúkum (reumatologi) o.a. b) Hvat slag av rehabilitering er á ymsu sjúkrahúsinum og hvussu nógvar sjúklingar er talan um Í tølunum niðanfyri eru talið av kontaktum um árið fyri alt Sjúkrahúsverkið. Ein sjúklingur kann hava og hevur oftast fleiri kontaktir. Klaksvíkar sjúkrahús Tølini fyri kontaktir á Klaksvíkar sjúkrahúsi seinnu árini eru hesi: 2018 • Heittvatnshylur – 2.062 • Ergoterapi – 845 • Ergoterapi innløgd – 161 • Fysioterapi á fys – 5.219 • Fysioterapi á seingjardeild – 201 • Bandagist – 115 • Skómakari - 105 2019 • Heittvatnshylur – 2.506 • Ergoterapi – 1.260 • Ergoterapi innløgd – 232 • Fysioterapi – 5.867 • Fysioterapi innløgd – 172 -- 3 of 6 -- 4 • Bandagist – 105 • Skómakari - 120 2020 • Heittvatnshylur – 1.243 • Ergoterapi – 1.426 • Ergoterapi innløgd – 221 • Fysioterapi – 7.535 • Fysioterapi innløgd – 151 • Bandagist – 87 • Skómakari – 95 Suðuroyar sjúkrahús Tølini fyri kontaktir á Suðuroyar sjúkrahúsi seinastu árini eru hesi: Fysioterapi: • 8157 í 2018, • 5812 í 2019, • 5136 í 2020. Ergoterapi: • 971 í 2018, • 1502 í 2019, • 1678 í 2020. Barnaviðgerð: • 17 í 2018, • 9 í 2019, • 5 í 2020. Herumframt eru tølini fyri kropsterapi í pínuklinikkini hesi: • 144 í 2019 og • 106 í 2020. Sjúklingabólkarnir er ymiskir t.d.: mjadnar, knø, spinalstenosa, discusprolaps, akslar, frakturar av ymsum slag, apopleksisjúklingar, hjartasjúkingar, lungasjúkingar, giktasjúklingar, neurologiskir sjúklingar. Sjúklingar við ryggtrupulleikum, ítróttarskaðar (krossbond, achillessena o.l.). Bróstkrabbasjúklingar og arrviðgerð. Barnaviðgerð. Barnakonur (kokupína o.l.). Bassinvenjing til kroniskar sjúklingar við pínu. Lívsstílssjúkur av ymsum slag. Harumframt er uppgávubýtið í dag soleiðis, at Suðuroyar sjúkrahús veitir parkinsonrehabilitering til fasu 2 og 3 sjúklingar, tað vil -- 4 of 6 -- 5 siga, tá ið sjúklingurin er komin meira fyri seg. Í mun til parkinsonrehabiliteringina er talan um 2 hold hvørt ár við 8 sjúklingum. Landssjúkrahúsið Høvuðstátturin í arbeiðinum á Ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum er at viðgera innlagdar sjúklingar. Fleiri av tilboðunum er endurvenjing, ið er partur av rehabiliteringini. Men oftast stendur hesin parturin einsamallur, og til aðrar tíðir er ergo- og fysioterapi ikki skipaður partur av rehabiliteringini. Eitt nú veita ergoterapeutarnir bert viðgerð til sjúklingar, ið hava fingið heilabløðing (apoplexisjúklingar), hondskurðviðgerð (hondkirugi) og kanning av hálsi og svølgi (dysfagiskreeiningar). Einasta veruliga rehabiliteringsdeild er B7, ið eru ein neurologisk deild, og har talan bæði er um akutta og langtíðar innleggjan. B7 hevur fyri tað mesta apolexisjúklingar (fasu 1 og fasu 2) og aðrar neurologiskar sjúklingar. B8, ið er deild fyri hjarta- lungnasjúkur, hevur bráfengisinnleggingar og útgreiningar, meðan rehabiliteringin gongur fyri seg í ambulant. Rehabilteringstilboðið á LS til hjartasjúklingar og lungnasjúklingar er eitt skipað tilboð. Bert ein lítil partur av krabbameinssjúklingum, tey ið fáa kemoviðgerð, fáa endurvenjing, men tað gongur fyri seg ambulant. Skurðdeildirnar veita endurvenjing, men flestu sjúklingarnir eru stutt innlagdir og hesir halda tí fram ambulant. Fleiri av hesum eru planlagdar skurðviðgerðir t.d. knæskurðviðgerð, mjadnaskurðviðgerð, ryggskurðviðgerð, akslaskurðviðgerð, knæskurðviðgerð v.m. Psykiatriski depilin veitir sálarliga rehabilitering, og er ergo- og fysioterapi týðandi partur av hesum. Hesi tilboð verða veitt til innløgd og ambulant. Fysioterapi Amb kontaktir 2018 2019 2020 Ambulantur sjúklingur 4733 5152 4446 Hjarta/lunga kanning 42 Hjartahold 1560 1422 882 Knæhold 144 242 286 Kokubotnahold 77 38 87 KOL hold 410 484 39 Mjadnahold 226 402 280 Venjingarhylur 108 7150 7740 6170 Innlagdur sjúklingur 6591 6260 5459 13.741 14.000 11.629 -- 5 of 6 -- 6 Ergoterapi Amb kontaktir 2018 2019 2020 Ergo stovugongd 102 Familjusamrøða 28 30 17 Heimavitjan 15 10 12 Viðgerð á ergodeild 1873 2974 3009 Viðgerð á seingjardeild 27 2 2.018 3.041 3.040 c) Hvør samskipar verandi rehabiliteringsinnsats Rehabiliteringin av innløgdum sjúklingum verður samskipað av avvarðandi deild á teimum trimum sjúkrahúsunum hvør sær. Hetta verður gjørt í samstarvi við Almannaverkið og kommunalu samstørvunum, men eingin yvirskipað samskipan er. Læknarnir (sjúkrahúslæknar ella kommunulæknar) ávísa t.d. hvør sær, hvat sjúkrahús skal hava uppgávuna. Men sum longu nevnt verður í løtuni arbeitt við at samskipa innsatsin neyvari ímillum tey trý sjúkrahúsini. Hetta arbeiðir tekur tíð og skal gerast gjølliga. 4. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein depil? Landsstýrismaðurin arbeiðir áhaldandi við at menna endurvenjingina innan Sjúkrahúsverkið. Hetta verður gjørt við at fáa játtan til vega á fíggjarlógini til nýggj átøk innan endurvenjing. Í 2020 vóru 2 mió. kr. settar av til endurvenjing og í 2021 vóru 1,6 mió. kr. settar av til økið. Landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri, at enn fleiri pengar verða settir av til endurvenjing í hesum samgongutíðarskeiðnum. Harumframt verður arbeitt við at skapa tryggar karmar kring endurvenjingina innan Sjúkrahúsverkið, soleiðis at heilsustarvsfólk verður tilnevnt at samskipa endurvenjingartilboðið til sjúklingin, og soleiðis at sjúklingar, ið verða útskrivaðir av sjúkrahúsi, fáa eina endurvenjingarætlan. Sjúkrahúsverkið arbeiðir sjálvt við at menna endurvenjingina. Samstarvað verður meira og meira uppá tvørs av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis at endurvenjing verður veitt og styrkt á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin metir, at hetta er rætta leiðin at fara, og metir sostatt ikki, at tað er ráðiligt at skipa tann partin, sum Sjúkrahúsverkið veitir av tænastum innan rehabilitering í Føroyum í einum depli. Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 6 of 6 --
140.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá J. Dahl - Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - heilsuøkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - heilsuøkið Spurningar: 1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á heilsuøkinum árliga, t.d. í 2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini? 2. Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista og hvat slag av sjúkum er talan um? 3. Hvussu er uppgávubýtið millum sjúkrahúsini, t.v.s. hvat slag av rehabilitering er á ymsu sjúkrahúsunum, hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og hvør samskipar verandi rehabiliteringsinnsats? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein depil? Viðmerkingar: Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehablitering byggir á ta fortreyt, at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting. Rehabilitering verður umrøtt oftani, men uttan at vit hava nakað neyvt yvirlit yvir, hvør veruliga støðan og tørvurin er á rehabilitering. Harafturat liggur innsatsurin spjaddur kring landið, nøkur økið uppraðfest onnur ikki o.a. Í løtuni sær út til, at játtanir verða stroyddar út til einstøk tilboð og sjúkrahús - uttan neyðugu samskipanina og brúkaran í fokus. Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi og skyldir hjá borgarunum eru tryggjaði fyri at kunna virka aftur í gerandisdegnum. Skipanin er í løtuni pettað sundur í ymiskar skipanir og tí er ikki gjørligt at gera fullfíggjaðar rehabiliteringsætlanir. Avleiðingin er, at borgarar, sum gerast álvarsliga sjúkir, detta niðurímillum - fáa ikki nøktandi samskipandi tænastur. Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur landsstýrismaðurin í almannamálum fingið ein fyrispurning um sama evnið. Tað er ikki gjørligt í løtuni neyvt at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt upp á málbólkar, sjúkuslag ella geografiskt, og tað, sum ikki verður skrásett, ber ikki til at stýra. Tað er altavgerandi at vita, hvør tørvurin er og út frá tí skipa okkum best møguligt, geva bestu tænasturnar, kostnaðareffektivt og við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 5. mai 2021 Johan Dahl -- 1 of 1 --