← Løgtingsmál

52-139/2020

Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - almannaøkið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
139.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til J. Dahl - Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - almannaøkið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
19. mai 2021
Mál: 21/07811-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir
Thomsen
Nr. 52-139/2020
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um tørvin á rehabilitering í Føroyum - almannaøki, settur
landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
Spurningar:
1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á almannaøkinum árliga, t.d.
í 2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini?
2. Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista,
og hvat slag av sjúkum er talan um?
3. Hvussu er uppgávubýtið í Almannaverkinum, t.v.s. hvat slag av rehabilitering er á ymsu
økjunum, hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og hvør samskipar verandi
rehabiliteringsinnsats?
4. Hvussu nógv verður útgoldið av peningi til teir bólkar, sum orsakað av vantandi
endurmenning ikki kunnu vera fult ella partvís virkandi aftur á arbeiðsmarknaðinum?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í
ein depil?
Viðmerkingar:
Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehablitering byggir á ta fortreyt,
at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama
av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.
Rehabilitering verður umrøtt oftani, men uttan at vit hava nakað neyvt yvirlit yvir, hvør
veruliga støðan og tørvurin er á rehabilitering. Harafturat liggur innsatsurin spjaddur kring
landið, nøkur økið uppraðfest onnur ikki o.a. Í løtuni sær út til, at játtanir verða stroyddar út
til einstøk tilboð og sjúkrahús - uttan neyðugu samskipanina og brúkaran í fokus.
Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi
og skyldur hjá borgarunum eru tryggjað fyri at kunna virka aftur í gerandisdegnum. Skipanin
er í løtuni pettað sundur í ymiskar skipanir og tí er ikki gjørligt at gera fullfíggjaðar
rehabiliteringsætlanir. Avleiðingin er, at borgarar, sum gerast álvarsliga sjúkir, detta
niðurímillum - fáa ikki nøktandi samskipandi tænastur.
Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur
landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið ein fyrispurning um sama evnið.

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
Tað er ikki gjørligt í løtuni neyvt at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt upp á
málbólkar, sjúkuslag ella geografiskt, og tað, sum ikki verður skrásett, ber ikki til at stýra.
Tað er altavgerandi at vita, hvør tørvurin er og út frá tí skipa okkum best møguligt, geva
bestu tænasturnar, kostnaðareffektivt og við borgaranum í fokus. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. mai 2021
Johan Dahl
Svar:
Til spurning nr. 1
Rehabilitering á almannaøkinum – endurmenning - fevnir um menning í breiðari merking við
endamálinum, at viðkomandi borgari aftur fær eitt virkið lív, og við røttum umstøðum aftur
megnar at klára seg sjálvan í størst møguligan mun. Stórur partur av virkisøkjunum hjá
Almannaverkinum eru tískil fevnd av økinum endurmenning. Samanlagt hevði
Almannaverkið 489 borgarar í einum endurmennandi átaki í 2020. Hesi vóru m.a. í einum
arbeiðsbúgvingarátaki, fingu endurvenjing, búðu á einum bú- og viðgerðarstovni ella fingu
hjálp frá Megna títt lív.
Afturat tí eru aðrar veitingar og tænastur, sum Almannaverkið metir eru týðandi fyri eina
tilgongd at endurmenna ein borgara. Talan kann vera um hjálpartól, onnur hjálparráð,
endurgjald fyri inntøkumiss og meirútreiðslur, stuðulstænastu, fyribils uppihaldsveiting og
heimaráðgeving fyri at nevna nøkur átøk, sum kunnu vera partur av bulinum í at endurmenna
ein borgara.
Tilboðini til ymisku málbólkarnir á endurmenning verða ikki bólkaði eftir diagnosu. Um
tørvin annars verður víst til spurning 2.
Til spurning nr. 2
Tann 30. apríl 2021 vóru 18 fólk á bíðilista til endurvenjing, 7 til Megna títt lív og 21 á
bíðilista til eitt pláss á bú- og viðgerðarstovni í Almannaverkinum.
Sum nevnt í spurningi 1 skrásetir Almannaverkið ikki diagnosur hjá teimum, sum fáa
endurmennandi hjálp.
Til spurning nr. 3
Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ásetir í § 3, stk. 4, at Almannaverkið hevur
samskipandi leiklut í teimum førum, at ein borgari við umfatandi og samansettum tørvi eisini
hevur samband við annan myndugleika enn Almannaverkið. Hetta merkir fyri borgarar í
aldrinum 18-66 ár við umfatandi og samansettum tørvi, at tað er Almannaverkið, sum hevur
samskipandi leiklutin.

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
Viðv. spurninginum um, hvussu nógv fólk talan er um verður víst til svarið uppá spurning 1.
Til spurning nr. 4
Almannaverkið játtar veiting til persónar, sum ikki á annan hátt kunnu útvega sær og
familjuni tað neyðuga til uppihald, umframt endurbót og sosialar tænastur til tess at fyribyrgja
og bøta um avleiðingar vegna brek, sjúku ella víðfevndar sosialar trupulleikar.
Fleiri teirra, sum fáa endurmennandi hjálp, hava rætt til almannaveiting óheft av tí
endurmennandi fyriskipanini. Sum víst verður á í spurningi 1, hevur endurmenning á
almannaøkinum ikki bert til endamál at endurvinna skerdan arbeiðsførleika, men at
viðkomandi borgari aftur fær eitt virkið lív, og við røttu umstøðum aftur megnar at klára seg
sjálvan í størst møguligan mun. Hartil er tað ikki einfalt at áseta neyvt, hvussu nógv ein
skerdur arbeiðsførleiki møguliga bøtist av tí endurmennandi fyriskipanini, tí fleiri viðurskifti
gera seg galdandi, tá metast skal um skerdan arbeiðsførleika.
Tað er tískil ikki møguligt at greina samanhangin millum møguligt vantandi tilboð um
endurmenning og útgjald av almannaveitingum við stuttum skotbrá. Tað krevur neyvari
gransking.
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ikki kunnleika til bíðilista til endurmenning í
heilsuverkinum ella í kommunala geiranum, og kann tí ikki upplýsa hvussu kostnaðin fyri
hesi.
Til spurning nr. 5
Landsstýriskvinnan hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at skipa alla endurmenning í ein depil.
Landsstýriskvinnan kann tó vísa á, at endamálið við løgtingslóg um almannatrygd og
tænastum sbrt. § 1, stk. 1 er at menna og endurmenna, og at nógv av virkisøkjunum hjá
Almannaverkinum eru beinleiðis endurmennandi í sær sjálvum, ella eru at meta sum ein
týðandi partur av einari endurmenningartilgongd.

-- 3 of 3 --
139.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá J. Dahl - Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - almannaøkið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Tørvurin á rehabilitering í Føroyum - almannaøkið
Spurningar:
1. Hvussu stórur er samlaði tørvurin í Føroyum á rehabilitering á almannaøkinum árliga, t.d. í
2020, býtt á málbólkar ella slag av sjúkum, t.v.s. sjúklingar, sum eru í skipanini?
2. Hvussu nógvir sjúklingar fáa í løtuni onga rehabiliteringsviðgerð ella standa á bíðilista, og
hvat slag av sjúkum er talan um?
3. Hvussu er uppgávubýtið í Almannaverkinum, t.v.s. hvat slag av rehabilitering er á ymsu
økjunum, hvussu nógvar sjúklingar er talan um, og hvør samskipar verandi
rehabiliteringsinnsats?
4. Hvussu nógv verður útgoldið av peningi til teir bólkar, sum orsakað av vantandi
endurmenning ikki kunnu vera fult ella partvís virkandi aftur á arbeiðsmarknaðinum?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri, at øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein
depil?
Viðmerkingar:
Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehablitering byggir á ta fortreyt, at
talan er um viðgerð í longri tíðarskeið. Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av
avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.
Rehabilitering verður umrøtt oftani, men uttan at vit hava nakað neyvt yvirlit yvir, hvør veruliga
støðan og tørvurin er á rehabilitering. Harafturat liggur innsatsurin spjaddur kring landið, nøkur
økið uppraðfest onnur ikki o.a. Í løtuni sær út til, at játtanir verða stroyddar út til einstøk tilboð
og sjúkrahús - uttan neyðugu samskipanina og brúkaran í fokus.
Rehabilitering í Føroyum virkar ikki sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi og
skyldur hjá borgarunum eru tryggjað fyri at kunna virka aftur í gerandisdegnum. Skipanin er í
løtuni pettað sundur í ymiskar skipanir og tí er ikki gjørligt at gera fullfíggjaðar
rehabiliteringsætlanir. Avleiðingin er, at borgarar, sum gerast álvarsliga sjúkir, detta
niðurímillum - fáa ikki nøktandi samskipandi tænastur.
Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur
landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið ein fyrispurning um sama evnið.
Tað er ikki gjørligt í løtuni neyvt at lýsa tørvin á rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt upp á
málbólkar, sjúkuslag ella geografiskt, og tað, sum ikki verður skrásett, ber ikki til at stýra. Tað er
altavgerandi at vita, hvør tørvurin er og út frá tí skipa okkum best møguligt, geva bestu
tænasturnar, kostnaðareffektivt og við borgaranum í fokus. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. mai 2021
Johan Dahl

-- 1 of 1 --