← Løgtingsmál

52-138/2020

Heimasíða hjá Visit Faroe Islands

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
138.20 Svar frá H. Abrahamsen til A. V. Johannesen - Heimasíða hjá Visit Faroe Islands.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Tórshavn, tann 17. mai 2021
J.nr.: 21/07708-2
At tilskila í svari
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
fyrispurning frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini §52a,
Spurningurin var soljóðandi:
1. Fer landsstýrismaðurin at seta í verk eina kanning sum vísir, hvussu tann almenna síðan
www.bygdagotur.fo er gjørd, soleiðis at staðfestast kann, um ákærurnar um kopiering,
framd av einum almennum stovni, hava hald í veruleikanum ella ikki?
Svar:
Eg skilji væl, at umrøðan, sum nýggja heimasíðan bygdagøtur.fo fekk í Degi og viku 26. mars,
kundi geva hyggjarum ta fatan, at talan var um kopiering, framd av einum almennum stovni.
Tað er tó skjótt at staðfesta, at so er ikki. Síðurnar eru gjørdar í hvør sínari heimasíðuskipan og
tað eru ikki somu fyritøkur ella fólk, sum hava forritað síðurnar.
Visit Faroe Islands hevur sett fólk at ganga allar túrarnar, skráseta teir á GPS og leggja
slóðirnar á netið, so at gongufólk kunnu taka tær niður á fartelefon ella GPS-tóli. Túrarnir eru
eisini lýstir stutt í teksti og myndum og við animeraðum korti.
Hjálagt er yvirlit, ið lýsir eina røð av funkum á síðunum báðum. Fleiri funkur eru, sum bara eru
á bygdagøtur.fo og nakrar eru bara á hikewithpol.fo. Í øðrum førum eru líknandi upplýsingar
vístar á hvør sín hátt.
Tá ið síðurnar fyri ein part lýsa somu túrar, og báðar eru um at ganga í náttúruni, so er ivaleyst
sumt sum líkist. Tað er til dømis upplagt at slíkar síður hava myndir frá túrunum, møguleikar at
leita og skipa upplýsingar, at sagt verður frá um leiðina, torleikastig, veðurlíkindi o.a.
Tað er eisini vanligt aðrastaðni, at almenn ferðaráð hava hentleikan at leita eftir gongurutum á
egnari heimasíðu. Sum dømi kann nevnast heimasíðan hjá Visit Switzerland
(myswitzerland.com) og almennu síðuna hjá Den Norske Turistforening (ut.no).

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Men bæði endamálið við síðunum, tøknin, myndirnar, teksturin og tøkniligu funkurnar eru
ymiskar.
Fyrst og fremst er talan um tvey ymisk endamál. Heimasíðan hikewithpol.fo hevur til endamáls
at selja gongutúrar við ferðaleiðara. At íverksetarar gera tænastur til ferðavinnuna er gott, og í
samsvari við ferðavinnupolitikk landsins. Pól Sundskarð hevur tí eisini fingið almennan stuðul
til at menna heimasíðu við gongutúrum.
Heimasíðan bygdagøtur.fo er ein almenn heimasíða, ið skal liva upp til aðrar treytir. Endamálið
við síðuni er at geva ferðandi, føroyingum og útlendingum so góða og óhefta kunning, sum til
ber um øll viðurskifti av týdningi, tá ein skal finna sær ein hóskandi túr í føroysku fjøllunum.
Síðan er eitt týðandi amboð í arbeiðinum at skipa føroysku ferðavinnuna og tí er tað av
týdningi, at Visit Faroe Islands hevur sjálvstøðugt ræði og ognarskap av hesi síðuni, ið stigvíst
verður ment og útbygd, so hon altíð svarar tí tørvi, sum er á greiðari ferðafólkakunning um
gongutúrar í Føroyum. Ætlanin við síðuni er t.d. eisini at vísa til aðrar hentleikar og tilboð í
ymisku økjunum, so síðan eisini kann brúkast sum eitt amboð at eggja fólki at leggja meiri eftir
seg og at spjaða ferðafólk til ymisk støð í landinum.
Heimasíðan hongur neyvt saman við stóra kunningarpallinum whatson.fo, og samlaða miðvísa
arbeiðinum at gera fullfíggjaða og einsháttaða skelting og kunning um alt landið. Hetta
arbeiðið fevnir eisini um at seta upp kunningarskíggjar og at merkja upp gøtur. Heimasíðan er
eitt beinleiðis framhald av hesum. Visit Faroe Islands hevur eisini í mong ár gjørt faldarar við
gongutúrum, og at hesir gongutúrar nú eisini eru fluttir á ein talgildan miðil er ein natúrlig
menning, ið ger almennu ferðafólkakunningina betri.
Heimasíðurnar, sum ferðavinnuaktørar í Føroyum hava ment, nøkta ikki tørvin á einsháttaðari
og fullgóðari kunning um bygdagøturnar og Visit Faroe Islands metti tí, at tað var neyðugt at
gera arbeiðið frá grundini. Arbeiðið at menna bygdagøtur.fo varð sett í gongd í 2019 og sagt
varð alment frá hesum, tá ið menningarætlanin hjá Visit Faroe Islands varð løgd fram í februar
2019.
Tøkniliga og innihaldsliga eru síðurnar heilt ymiskar, tó at sumt av natúrligum ávum líkist. Tað
er tó greitt, at talan er ikki um avrit av hikewithpol.fo ella nakrari aðrari heimasíðu.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 17. mai 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Niðanfyri er yvirlit frá Visit Faroe Islands, sum heilt stutt lýsir ymsar funkur á síðunum
bygdagøtur.fo hikewithpol.fo
enskt og føroyskt x x tó er ikki allur teksturin týddur
tekstlýsingar x heilt fáir túrar
resumé x
grid-view x x
map-view x
ikon-univers x
filtur: x x (heilt hvør sín loysn)
familjuvinaligt x
rundferðir x
samantvinnaðir túrar x
favorite (hjarta) x
torleikastig x x (øðrvísi skala og ikki sama meting)
nærri lýsing av torleikastigi x
rating eftir liti x
longd x x (øðrvísi skala og ikki sama meting)
tíð x
besta ætt x
veðrið nú x x (hvør sín loysn)
veðurforsøgn x
web-cam x (á summum rutum)
3D-view x
gpx-fílur (báðar vegir) x
lýsing av lendi x
lýsing um barnavinaligheit x
nærri lýsing av torleikastigi x
hægsta stað x
hæddarmetrar x
hæddarkurva x
líknandi gongutúrar (øki/torleikastig) x vísir til aðrar túrar í sama øki
instagram-modul x
kort x x (heilt hvør sín loysn)
leiðbeining - at koma til staðið, har
gøtan byrjar x
parkeringslýsing (báðar bygdir) x
myndir av parkeringsumstøðum x
leiðbeining frá bygd til bygdagøtu x
street-view x
integratión við aðra ferðafólkakunning x
integratión við skelting x
integratión við leiðbeining á staðnum x

-- 3 of 3 --
138.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá A. V. Johannesen - Heimasíða hjá Visit Faroe Islands.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Heimasíða hjá Visit Faroe Islands
Spurningar:
1. Fer landsstýrismaðurin at seta í verk eina kanning sum vísir, hvussu tann
almenna síðan www.bygdagotur.fo er gjørd, soleiðis at staðfestast kann, um
ákærurnar um kopiering, framd av einum almennum stovni, hava hald í
veruleikanum ella ikki?
Viðmerkingar:
Í Degi & Viku 26. mars 2021 var eitt innslag um nýggju heimasíðuna
www.bygdagotur.fo hjá Visit Faroe Islands. Har var millum annað greitt frá, at henda
heimasíða er eitt kopi av heimasíðuni hjá einum íverksetara, www.hikewithpol.fo.
Tá ein hyggur at hesum heimasíðum skerst ikki burtur, at tær líkjast nógv. Her er talan
um ein persón, sum hevur nýtt sera nógva tíð og orku til at menna sína síðu, og tað er
álvarsamt, um ein almennur stovnur ikki bara kappast móti eini lítlari privatari
fyritøku við almennum pengum, men enntá ger tað við at kopiera tað, sum tann lítla
fyritøkan hevur framleitt og eigur.
At hetta er tað, sum er hent, varð afturvíst av Visit Faroe Islands í Degi & Viku 26.
mars 2021. Men í tí stutta innslagnum bar ikki til at lýsa nakað ella leggja prógv fram.
Tí endaði tað sum pástandur móti pástandi.
Tað skuldi kortini verið lætt at funnið útav, hvør hevur rætt. Tað ber til at kanna og
lýsa, hvussu tann almenna síðan er gjørd og sammeta hana við ta privatu síðuna.
Tað er óheppið, at ein almennur stovnur er undir illgruna fyri at hava kopierað
hugskot og tilfar hjá eini privatari fyritøku. At ákærurnar og illgrunin um hetta
framvegis hanga í luftini er til skaða fyri allar partar.
Á Løgtingi, 4. mai 2021
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 1 --