← Løgtingsmál

52-137/2020

Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
137.20 Svar frá J. Niclasen til J. Joensen - Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 18. mai 2021
J. nr.: 21/07295-2
Svar uppá fyrispurning nr. 137/2020 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Gjalda útlendingar, sum arbeiða í Føroyum fyri útlendskar fyritøkur, skatt í Føroyum?
2. Gjalda útlendingar, sum eru leigaðir av útlendskari fyritøku, sum samstarvar við føroyska
fyritøku, og gera arbeiðið í Føroyum, skatt í Føroyum?
3. Líkjast skattareglurnar í Føroyum reglunum í hinum Norðurlondunum?
Svar:
Til nr. 1
Útlendingar, sum arbeiða í Føroyum fyri útlendskar fyritøkur, rinda eftir skattareglunum skatt í
Føroyum. Avgerandi fyri skattskylduna er ikki, um arbeiðsgevarin er føroysk ella útlendsk fyritøka.
Avgerandi fyri skattskylduna er hinvegin, um arbeiðið verður gjørt í Føroyum ella ikki.
Niðanfyri eru reglurnar um avmarkaða og fulla skattskyldu til Føroyar lýstar í stuttum.
Persónar, sum arbeiða eitt stutt tíðarskeið í Føroyum uttan at flyta bústað, skulu søkja um fyribils p-
tal fyri at fáa løn útgoldna. Eitt stutt tíðarskeið er 180 dagar ella minni í eitt 12 mánaðar tíðarskeið.
Persónar, sum hava inntøku í Føroyum uttan at búgva her í einum tíðarskeiði, sum er 180 dagar ella
minni eitt 12 mánaðar tíðarskeið, eru avmarkað skattskyldugir. At vera avmarkað skattskyldugur
merkir, at persónurin rindar skatt í Føroyum av inntøkuni her, men er annars skattskyldugur í
heimlandinum. Inntøka kann vera løn, ágóðar, eftirløn ella samsýning fyri arbeiði, sum gjørt er í
Føroyum.
Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir, rinda 42% í skatti. Teir, sum eru við FAS-skipum og
bareboat-skipum, rinda tó 35%. Avmarkað skattskyldug fáa ikki barnafrádrátt og rentustuðul í
Føroyum.
Eitt longri tíðarskeið er meira enn 180 dagar í einum 12 mánaðar tíðarskeiði. Eru persónar so leingi í
Føroyum, eru teir fult skattskyldugur her. Hetta merkir, at skattskylduga inntøkan í Føroyum og tað,
sum er forvunnið aðrastaðni, skal gevast upp til skattingar í Føroyum frá tí degi, persónurin er
komin til landið. Arbeiðir ein eitt longri tíðarskeið í Føroyum, skal ein flyta bústað higar.
Víst verður eisini til hesa leinkjuna á heimasíðuni hjá TAKS:
https://www.taks.fo/fo/borgari/bolkar/utlendingar-id-koma-til-foroya-at-arbeida/.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Somuleiðis verður víst til skjalið Moving to the Faroe Islands for work frá TAKS, sum kann takast niður á
hesari síðuni: https://taks.cdn.fo/media/2353/moving-to-the-faroes-for-
work.pdf?s=rokWvTpccxTyJtqm36Ae1dEJBPo
Til nr. 2
Útlendingar, sum eru leigaðir av útlendskari fyritøku, sum samstarvar við føroyska fyritøku, og gera
arbeiðið í Føroyum rinda eftir skattareglunum skatt í Føroyum. Avgerandi fyri skattskylduna er ikki,
um talan er um útlendingar, sum eru leigaðir av útlendskari fyritøku, sum samstarvar við føroyska
fyritøku. Avgerandi fyri skattskylduna er hinvegin, um arbeiðið verður gjørt í Føroyum ella ikki.
Sí eisini svarið til nr. 1, sum eisini svarar hesum spurninginum.
Til nr. 3
Skattareglurnar í Føroyum líkjast reglunum í hinum Norðurlondunum.
Norðurlendski tvískattasáttmálin er galdandi millum Norðurlondini, Føroyar, Danmark, Finnland,
Ísland, Noregi og Svøríki. Norðurlendski tvískattasáttmálin er frá 21. september 1996 og er lýstur
við lógtingslóg nr. 122 frá 22. desember 2008. Í dagliga arbeiðinum við skattaspurningum um
tvískatting verður norðurlendski sáttmálin mest nýttur.
Tvískatting er, tá ið persónar rinda skatt av somu upphædd tvær ferðir. Tað kann koma fyri, tá ið ein
arbeiðir í einum landi og býr í øðrum, og bæði lond krevja skatt av inntøkuni. Fyri at sleppa undan
hesum, kunnu lond gera eina linking í egnari skattalóg, ella tey gera tvískattasáttmála og avtala, hvat
land skal hava skattin. Í viðurskiftum við lond, sum Føroyar ikki hava tvískattasáttmála við, verður
linking givin eftir reglum í føroysku lóggávuni. Føroyar hava linkingarásetingar í § 154 í skattalógini
og í § 19 í kapitalvinningsskattalógini.
Víst verður eisini á hesa leinkjuna á heimasíðuni hjá TAKS um tvískatting:
https://www.taks.fo/fo/borgari/skattur/tviskatting/.
Somuleiðis verður víst til bls. 217-239 í Vegleiðingarskrivinum frá TAKS, sum snúgva seg um
Norðurlendska tvískattasáttmálan. Vegleiðingarskrivið kann takast niður á hesari leinkjuni:
https://www.taks.fo/media/1107/vls-2015.pdf.
Tinganes, 18. mai 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
137.20 Spurningur til J. Niclasen frá J. Joensen - Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum
Spurningar:
1. Gjalda útlendingar, sum arbeiða í Føroyum fyri útlendskar fyritøkur, skatt í
Føroyum?
2. Gjalda útlendingar, sum eru leigaðir av útlendskari fyritøku, sum samstarvar
við føroyska fyritøku, og gera arbeiðið í Føroyum, skatt í Føroyum?
3. Líkjast skattareglurnar í Føroyum reglunum í hinum Norðurlondunum?
Viðmerkingar:
Tað er vanligt, at skattur verður goldin í tí landi, har ein arbeiðir. Hóast korona hevur
dempað virksemið nakað, arbeiðir nógv útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum í hesum
tíðum. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftunum, verður hesin fyrispurningurin
settur.
Á Løgtingi, 3. mai 2021
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --