52-135/2020
Útbjóðing í samband við famjinstunnilin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
135.20 Svar frá J. Niclasen til H. Old - Útbjóðing í samband við famjinstunnilin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 12. mai 2021 J. nr.: 21/07581 Viðgjørt: BAB Svar upp á fyrispurning nr. 52-135/2020 frá Hendrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um útbjóðing í sambandi við Fámjinstunnilin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa soleiðis fyri, at útbjóðingin at gera tunnil og veg í sambandi við Fámjinstunnilin verður boðin út í tveimum, tvs. tunnil og vegagerð hvør sær? Svar: Ynskiligt hevði verið at verkætlanin varð boðin út í tveimum. Avbjóðingin er, at grótið úr tunlinum skal brúkast at gera vegirnar. Tí kunnu vegirnir ikki gerast uttan at tunnilsarbeiðið er í gongd samstundis. Landsverk metir, at kostnaðarmetingin verður ein heilt onnur, um so er at verkætlanin skal býtast í tvey. Verandi kostnaðarmeting á 169 mió.kr. byggir á, at talan er um eina samlaða verkætlan. Í løtuni ber til hjá byggifyritøkum at søkja um undangóðkenning at geva tilboð uppá nýggjan Fámjinstunnil. Freistin er 13. mai. Ætlanin er sostatt framvegis, at verkætlanin verður bjóðað samlað út áðrenn summarfrítíðina og at arbeiðið kann byrja seinni í ár. Tinganes, 12. mai 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
135.20 Spurningur til J. Niclasen frá H. Old - Útbjóðing í samband við famjinstunnilin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Útbjóðing í sambandi við Fámjinstunnilin Spurningar: Ætlar landsstýrismaðurin at skipa soleiðis fyri, at útbjóðingin at gera tunnil og veg í sambandi við Fámjinstunnilin verður boðin út í tveimum, tvs. tunnil og vegagerð hvør sær? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin hevur áður nevnt, at ætlanin var at útbjóða arbeiðið at gera tunnil til Fámjins í tveimum – vegagerð og tunnil hvør sær – við tí endamáli, at smærri og lokalar fyritøkur kunnu sleppa framat at gera vegarbeiðið. Nú lýst verður eftir fyritøkum til undangóðkenning sæst, at arbeiðið verður boðið út í einum, og tískil er ikki møguligt hjá smærri fyritøkum at bjóða seg fram. Í útbjóðingartilfarinum hjá Landsverki verður sagt, at talan er um á leið 2.600 metrar av vegi. Harafturat verður sagt, at ætlanin er at byrja arbeiðið seint í 2021, og sostatt er ríkiligt av tíð at skipa soleiðis fyri, at smærri fyritøkur kunnu bjóða seg fram til vegarbeiðið. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 3. mai 2021 Henrik Old -- 1 of 1 --