52-134/2020
Danska ríkisveitingin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
134.20 Svar frá J. Nicalsen til T. Jacobsen - Danska ríkisveitingin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 11. mai 2021 J. nr.: 21/07212-2 Svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020Frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um donsku ríkisveitingina Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu rúgvismikil var danska ríkisveitingin í krónum áðrenn skorið varð í hana pr. 1. januar 2002, og hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin tá av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni? 2. Hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2003? 3. Hvussu stórur partur var danska ríkisveitingin, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og føroysku bruttotjóðarúrtøkuni tað seinasta árið, vit hava eina endaliga uppgerð fyri hesa seinru? 4. Hvussu rúgvismikil hevði danska ríkisveitingin verið í krónum nú, um ongin broyting varð gjørd henni viðvíkjandi yvirhøvur síðan ár 2000, og hvussu stórur partur hevði hon tá verið, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og bruttotjóðarúrtøkuni? 5. Hvørjar høvdu tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar verið, um tað, sum nú er eftir av donsku ríkisveitingini, hevði verið laðað niður við einum fjórðingi hvørt árið í 2022, 2023, 2024 og 2025, soleiðis at danska ríkisveitingin ikki longur var ein partur av føroyska búskapinum? Svar: Til nr. 1 Ríkisveitingin var um 995 mió. kr. í 2001. Ríkisveitingin á 995 mió. kr. í 2001 svaraði til um 10 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) í 2001, sum tá var um 9,5 mia. kr. Útreiðslurnar hjá landskassanum í 2001 vóru um 3 mia. kr., og inntøkurnar vóru um 3,7 mia. kr. Ríkisveitingin var tí um 27 % av inntøkunum og um 33 % av útreiðslunum hjá landskassanum í 2001. Til nr. 2 Fyrst er at nevna, at torført er at sammeta ríkisveitingina við inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum býtt á ár síðani ár 2000, tí kommunurnar hava yvirtikið fleiri stór ábyrgdarøki frá landinum síðani aldaskiftið. Ein rættari sammeting hevði verið at hugt eftir ríkisveitingini sammett við tað almenna tilsamans, tað er land, kommunur og sosialir grunnar. Ríkisveitingin var um 18% av inntøkunum og somuleiðis um 18% av útreiðslunum hjá landskassanum í 2003. Ríkisveitingin var um 6% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2003. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Til nr. 3 Síðsta uppgerðin av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni er fyri árið 2019. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan var um 20,9 mia. kr. í 2019. Ríkisveitingin var um 632 mió. kr. í 2019. Ríkisveitingin var um 11% av inntøkunum og um 12% av útreiðslunum hjá landskassanum í 2019. Ríkisveitingin var um 3% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2019. Til nr. 4 Ríkisveitingin var 973 mió. kr. í ár 2000. Varð eingin broyting gjørd henni viðvíkjandi síðani ár 2000, hevði ríkisveitingin sostatt framvegis verið 973 mió. kr. Inntøkurnar hjá landskassanum eru mettar til um 5,8 mia. kr. í 2021. Sostatt hevði ríkisveitingin verið um 17% av inntøkunum hjá landskassanum. Siga vit hinvegin, at ríkisveitingin varð prístalsjavnað við 2% árliga frá ár 2000, hevði ríkisveitingin verið um 1,5 mia. kr. í 2021 ella um 26% av mettu inntøkunum og um 24% av mettu útreiðslunum hjá landskassanum í 2021. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan var um 20,9 mia. kr. í 2019. Sostatt hevði ríkisveitingin verið um 5% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Siga vit hinvegin, at ríkisveitingin varð prístalsjavnað við 2% árliga frá ár 2000, hevði ríkisveitingin (1,5 mia. kr.) verið um 7% av mettu bruttotjóðarúrtøkuni í 2021. Til nr. 5 Til ber ikki at siga við vissu, hvørjar tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar høvdu verið, um tað, sum nú er eftir av donsku ríkisveitingini, hevði verið laðað niður við einum fjórðingi hvørt árið frá 2022 til 2025. Talan er í hesum føri um tilhugsað tankaspæl. Eingin veit, hvørjar tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar høvdu verið av hesum. Í fyrra lagi er greitt, at inntøkurnar hjá landskassanum frá ríkisveitingini høvdu minkað um 158 mió. kr. árliga frá 2022 til 2025. Við verandi útlitum fyri gongdina í búskapinum og fyri inntøkur og útreiðslur hjá landinum kann roknast við, at landskassin hevur hall í 2022 og møguliga lítið avlop í 2023. Hetta merkir, at vórðu ikki onnur stig tikin fyri at hækka inntøkurnar hjá landinum frá 2022 og fram, hevði landskassin havt størri hall í 2022 og hevði aftur havt hall í 2023 og 2024. Neyðugt hevði verið við tiltøkum (sparingum ella inntøkutiltøkum) frá 2022 og fram fyri ikki at hava ov stór hall frá 2022 til 2024. Í játtanarkørmunum fyri árini 2022 til 2026 er roknað við tiltøkum á 30 mió. kr. árliga. Hetta merkir, at neyðugt hevði verið við tiltøkum á um 190 mió. kr. árliga frá 2022 til 2025. Leggjast kann aftrat, at talan hevði verið um varandi útreiðslu- og inntøkutiltøk og um nýggj tiltøk á um 190 mió. kr. hvørt árið frá 2022 til 2025. Óvist er, hvørja ávirkan hesi tiltøk høvdu havt á búskapin sum heild. Hetta er millum annað treytað av, hvørji tiltøk talan hevði verið um. Sera stórt trýst er á útreiðslurnar hjá landskassanum, millum annað orsakað av fleiri eldri borgarum og broyttari fólkasamanseting. Framrokningar av fólkatalinum benda á, at hendan gongdin heldur fram næstu árini. Tí er lítið sannlíkt, at tað hevði borið til at lækkað útreiðslurnar um 190 mió. kr. árliga næstu árini uttan, at hetta hevði skalað búskapin. Gongdin í búskapinum annars hevur eisini stóra ávirkan á inntøkur og útreiðslur hjá landinum. Til ber heldur ikki at siga við vissu, hvussu hon verður næstu árini. Tinganes, 11. mai 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
134.20 Spurningur til J. Nicalsen frá T. Jacobsen - Danska ríkisveitingin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Danska ríkisveitingin Spurningar: 1. Hvussu rúgvismikil var danska ríkisveitingin í krónum áðrenn skorið varð í hana pr. 1. januar 2002, og hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin tá av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni? 2. Hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2003? 3. Hvussu stórur partur var danska ríkisveitingin, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og føroysku bruttotjóðarúrtøkuni tað seinasta árið, vit hava eina endaliga uppgerð fyri hesa seinru? 4. Hvussu rúgvismikil hevði danska ríkisveitingin verið í krónum nú, um ongin broyting varð gjørd henni viðvíkjandi yvirhøvur síðan ár 2000, og hvussu stórur partur hevði hon tá verið, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og bruttotjóðarúrtøkuni? 5. Hvørjar høvdu tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar verið, um tað, sum nú er eftir av donsku ríkisveitingini, hevði verið laðað niður við einum fjórðingi hvørt árið í 2022, 2023, 2024 og 2025, soleiðis at danska ríkisveitingin ikki longur var ein partur av føroyska búskapinum? Viðmerkingar: Ivaleyst eru tað fleiri politiskar orsakir og stjórnmálslig áhugamál, ið liggja undir hesum fyribrigdi, at føroyski landskassin úr danska ríkiskassanum fær fluttar fleiri hundraðtals milliónir krónur um árið til føroyska landshúsarhaldið. Hesir spurningar eru ikki settir fyri at fáa politisk ella partapolitisk svar. Spurningarnir eru settir av búskaparfrøðiligum áhuga. Refusiónsskipanir og seinri ríkisveiting vuksu ár undan ári fram til tann dagin ein samgonga og landsstýri hennara, fyrst í hesari øldini, valdi at minka munandi um árligu upphæddina í einvegis ferðsluni millum kassarnar báðar. Danska ríkisveitingin varð skorin við 366 milliónum krónum í 2002. Borgarar okkara eiga at fáa politiskt og partapolitiskt ólitað svar á spurningin, um hvør støðan var áðrenn niðurskurin, eftir niðurskurin, seinast bruttotjóðarúrtøkan var uppgjørd, hvør støðan í dag hevði verið, um ríkisveitingin ongantíð varð skorin og danska prístalsviðgerðin -- 1 of 2 -- ongantíð varð steðgað. Tað er eisini umráðandi, at seinasta svarið er eitt búskaparfrøðiligt svar, har mett verður um fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar av at skerja donsku ríkisveitingina burtur eftir 4 árum frá 2022 til og við 2025. Á Løgtingi, 28. apríl 2021 Tórbjørn Jacobsen -- 2 of 2 --