52-133/2020
Troling innan fyri 12 fjórðingar og støðan í útróðrarflotanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
133.20 Svar fra J. Vestergaard til Ey. Samuelsen - Troling innanfyri 12 fjóðringar og støðan í útróðrarflotanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 5. mai 2021 Mál: 21/06913-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 133/2020 Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-133/2020 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni, um troling innan fyri 12 fjórðingar og støðuna í útróðrarflotanum. Spurningar: 1. Hvat er orsøkin til, at landsstýrismaðurin nú ætlar at loyva trolarum inn um 12 fjórðingar at kappast við útróðurin í eitt munandi longri tíðarskeið enn í dag? 2. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er í samsvari við umsitingarætlanina, ið skal tryggja burðardygga veiðu? 3. Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá, hví royndarverkætlanin millum aktørar í bólki 4 T, Faroe Islands Sustainable Fishing (FISF) og Havstovuna, ið skuldi vera 3 ár, ikki er grundarlag fyri kunngerðarbroytingini longur? 4. Kann landsstýrismaðurin útgreina, hví kunngerðin skal lýsast við einum lívfrøðiligum grundarlagi frá Havstovuni 12. januar, tá ið Fiskivinnuráðið, ið umboðar vinnuna, talar ímóti? 5. Kann landsstýrismaðurin vátta, at Havstovan ynskir hesa kunngerð lýsta? 6. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv hoyringarskriv viðmæla og mótmæla kunngerðini? Svar til nr. 1. Málið er tikið upp, tí Felagið Trolbátar hevur heitt á Fiskimálaráðið um at gera tvær broytingar í kunngerðini um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, so loyvt verður at trola innan fyri 12 fjórðingar árið út, samstundis sum ásett verður, hvussu nógvar dagar hvør bátur kann royna innan fyri 12 fjórðingar. Svar til nr. 2. Trolfiskiskapurin innan fyri 12 fjórðingar er ætlaður at leggja til rættis fyri, at tilfeingið av flatfiski í føroyskum sjógvi verður gagnnýtt. Við umsitingarætlanini, sum hevur verið -- 1 of 3 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/3 umrødd seinastu árini, verður harafturímóti miðað ímóti at skipa fiskiskapin eftir serliga toski, hýsu og upsa. Í nýggju kunngerðini um trolfiskiskap innan fyri 12 fjórðingar er ásett, at talið av fiskidøgum, sum hvør trolbátur sær kann fiska innan fyri 12 fjórðingar, er avmarkað til talið av døgum, sum bátarnir í miðal hava fiskað innan fyri 12 fjórðingar í 2020. Á hesum grundarlagnum verður mett, at verandi kunngerð er í samljóði við umsitingarætlanina, sum fiskidagarnir verða ásettir eftir. Svar til nr. 3. Sum skilst verður í hesum spurninginum sipað til eina verkætlan, sum Havstovan stendur fyri. Verkætlanin er m.a. fíggjað við stuðli frá Fiskivinnuroyndum árini 2021-2024. Umframt Fiskivinnuroyndir fíggja Havstovan, Felagið Trolbátar og Faroe Islands Sustainable Fishery (FISF) verkætlanina. Felagið Trolbátar hava í einum hoyringarsvari í januar 2021 víst til verkætlanina. Sambært umsóknini og játtanarskrivinum um fígging frá Fiskivinnuroyndum er her talan um eina verkætlan at økja um vitanina um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av reyðsprøku og tungu undir Føroyum við tí fyri eyga at gera eina stovnsmeting av nevndu fiskasløgum, sum kann nýtast í eini framtíðar umsókn til MSC góðkenning. Frá Fiskimálaráðsins síðu hevur ikki verið ætlanin at bíða við at taka stig til hóskandi broytingar í skipanini av trolfiskiskapinum innan fyri 12 fjórðingar, til úrslitini frá hesi verkætlan eru gjørd upp og tøk til nýtslu. Svar til nr. 4. Uppskotið til broytingar í skipanini fyri trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar hevur verið til hoyringar í trimum umførum. Í fyrstu og triðju hoyring vóru sjónarmiðini hjá Fiskivinnuráðnum, at fiskiskapurin hjá trolbátum innan fyri 12 fjórðingar ikki skal økjast, samstundis sum ávísir limir í ráðnum (Fiskimannafelagið, Meginfelag Útróðrarmanna og feløgini hjá arbeiðsfólki á landi) hava talað ímóti at gera broytingar í skipanini og mælt til skerjingar av fiskidagatalinum. Tá hoyringarsvarið hjá Havstovuni frá januar 2021, har mælt varð til at loyva troling innan fyri 12 fjórðingar sum ásett í tí nú lýstu kunngerðini, var til hoyringar (onnur hoyring), segði Fiskivinnuráðið seg harafturímóti tó ikki hava viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Havstovuni um ásetingarnar um leiðir og tíðarskeið. Sjónarmiðini hjá Fiskivinnuráðnum undir einum hava sostatt ikki verið greitt fyri ella ímóti, tó at einstakir limir í ráðnum hava verið greitt ímóti ætlaðu broytingunum. Av fyrstan tíð var ætlanin at loyva trolbátunum at trola innan fyri 12 fjórðingar alt árið – tó eitt avmarkað tal av døgum. Ætlanin at loyva fiskiskapi alt árið varð slept til frama fyri tilmælinum frá Havstovuni, sum síðani er brúkt sum grundarlag undir ásetingunum um leiðir og tíðarskeið í tí nú lýstu kunngerðini. -- 2 of 3 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 3/3 Tikið samanum er broytingin sostatt endað við eini miðloysn, grundað á tilmælið frá Havstovuni, samanborið við politisku ætlanina upprunaliga og sjónarmiðini hjá serliga útróðrarflotanum um avmarkingar í trolingini á landleiðini. Eftir mínum tykki er á henda hátt funnin ein loysn, sum tekur hædd fyri ymiskum sjónarmiðum, har ongin partur tó hevur fingið alt sítt gjøgnumført. Svar til nr. 5. Uppskot til broytta kunngerð um troling innan fyri 12 fjórðingar varð sent m.a. Havstovuni til hoyringar. Í svari sínum í januar skjýtur Havstovan upp tær leiðir og tíðarskeið, sum seinni eru sett inn í uppskotið. Í hoyringarsvari í apríl vísir Havstovan á, at hon heldur fast við tilmælið, sum varð givið í januar. Svar til nr. 6. Fiskimálaráðið fekk 9 hoyringarskriv, eftir at uppskotið til kunngerð varð sent til hoyringar 26. mars 2021. Harumframt hevur Meginfelag Útróðrarmanna latið egnar viðmerkingar saman við hoyringarskrivi frá Fiskivinnuráðnum, har felagið mótmælir kunngerðini. Í fýra av teimum 9 skrivunum verður mótmælt broytingunum í skipanini um troling innan fyri 12 fjórðingar, í tveimum skrivum verður tikið undir við uppskotinum, í øðrum tveimum verður mælt til ávísar tillagingar, meðan tað í tí eina skrivinum verður viðmerkt, at tað ikki er rætt, at fiskiskapurin hjá trolbátunum innan fyri 12 fjórðingar økist. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 3 of 3 --
133.20 Spurningur til J. Vestergaard frá Ey. Samuelsen - Troling innanfyri 12 fjóðringar og støðan í útróðrarflotanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Troling innanfyri 12 fjórðingar og støðan í útróðrarflotanum Spurningar: 1. Hvat er orsøkin til, at landsstýrismaðurin nú ætlar at loyva trolarum inn um 12 fjórðingar at kappast við útróðurin í eitt munandi longri tíðarskeið enn í dag? 2. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er í samsvari við umsitingarætlanina, ið skal tryggja burðardygga veiðu? 3. Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá, hví royndarverkætlanin millum aktørar í bólki 4T, Faroe Island Sustainable Fishing (FISF) og Havstovuna, ið skuldi vera 3 ár, ikki er grundarlag fyri kunngerðarbroytingini longur ? 4. Kann landsstýrismaðurin útgreina, hví kunngerðin skal lýsast við einum lívfrøðiligum grundarlag frá Havstovuni 12. januar, tá ið Fiskivinnuráðið, ið umboðar vinnuna, talar ímóti? 5. Kann landsstýrismaðurin vátta, at Havstovan ynskir hesa kunngerð lýsta? 6. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv hoyringarskriv viðmæla og mótmæla kunngerðini? Viðmerkingar: Meginfelag Útróðrarmanna óttast, at avleiðingin av at loyva trolbátunum inn um 12 fjórðingar fer at troka útróðrarbátarnar burtur og harvið leggja stein oman á byrðu hjá útróðrarflotanum. Henda ætlan økir um vandan fyri, at útróðurin fer fyri bakka.1 Ein onnur avleiðing er, at veiðitrýstið økist, og smærru útróðrarbátarnir verða trýstir nærri landi. Hetta kann hava óhepnar avleiðingar fyri ungfiskin. Hetta er ikki í samsvari við umsistingarætlanina, ið skal tryggja burðardygga veiðu, ið øll skipanin er samd um. Viðurskiftini hjá útróðrarflotanum eru alt annað enn góð. Eingin hjálparpakki var til útróðrarflotan, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn orsakað av koronu. Útróðrarflotin kom heldur ikki upp í part, tá ið makrelurin varð útlutaður. 1 http://kvf.fo/netvarp/uv/2021/04/23/m-trurin-verur-stri-taparin -- 1 of 2 -- Heldur enn at gera ilt verri hjá útróðrarflotanum, átti samgongan at havt fokus á, hvussu vit kunnu hjálpa útróðrarflotanum at fóta sær aftur, nú koronukreppan er um at hæsa av. Á Løgtingi, 26. apríl Eyðgunn Samuelsen -- 2 of 2 --