52-132/2020
Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
132.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til S. Stenberg - Langar bíðitíðir í barnapsykiatriina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 7. mai 2021 HMR J. nr. 21/06984-7 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-132/2020 eftir § 52a í tingskipanini um langar bíðitíðir í barnapsykiatriini, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini? 2. Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður? 4. Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár? 5. Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini? Til spurning 1 Sambært Landssjúkrahúsinum er bíðitíðin til Barna- og ungdómspsykiatriina umleið 14-15 mánaðir – hóast talið av útgreiningum ongatíð hevur verið størri enn í 2020. Er talan um akutta ella sonevnda «subakutta» støðu, verða sjúklingarnir sjálvandi raðfestir framum í bíðilistanum. Metingin byggir á, at tað í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista, og at barna- og ungdómspsykiatriin við verandi ressursum klárar at byrja umleið tríggjar nýggjar útgreiningar í miðal um vikuna. Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long og eisini er voksin seinastu árini er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í 2019 vóru 183 ávísingar, meðan tað í 2020 vóru heili 306 ávísingar ella ein vøkstur á umleið 60 prosent. Higartil í ár eru komnar 53 ávísingar. Verður tað talið framskrivað, verður talan samanlagt um umleið 150 til 160 ávísingar í ár, sum aftur er ein lækking av ávísingum ella umleið helmingurin av tí, sum varð ávíst í 2020. Ein tílík framskriving skal tó takast við fyrivarni. Sum tað framgongur niðanfyri, er talið av útgreiningum eisini voksið støðugt seinastu árini, og í 2020 vórðu 160 útgreiningar gjørdar, sum er tað mesta nakrantíð. -- 1 of 3 -- Ár Útgreiningar 2016 90 2017 101 2018 137 2019 152 2020 160 Harumframt eru tað í løtuni fleiri enn 200 børn og ung í medisinskari viðgerð, sum Barna- og ungdómspsykiatriin fylgir áhaldandi, og sum fáa bjóðað psykoterapi bæði sum bólkasamrøður og staksamrøður. Hesin parturin hevur í løtuni lægri raðfesting, tí trýstið frá teimum nýggju ávísingunum hevur verið sera stórt. Til spurning 2 Tá talan t.d. er um akuttar tilburðir, sum ikki krevja innlegging, bjóðar Barna- og ungdómspsykiatriin eina meting beinanvegin og uttanum bíðilistan. Barna- og undgómspsykiatriin hevur skipað seg við einum barnatoymi við børnum upp til 12 ár og einum toymi fyri ung, sum tekur sær av teimum millum 12 og 17 ár. Bíðilistin til barnatoymið er í løtuni eitt vet longur, men vanliga verður bíðitíðin mett at vera hin sama fyri báðar aldursbólkarnar. Til spurning 3 Tað verður áhaldandi raðfest at betra um psykiatrisku viðgerðirnar fyri børn- og ung og í hesum sambandi eisini fyribyrging á økinum. Í 2020 er, m.a. av serlæknapuljuni, flutt játtan til Landssjúkrahúsið, soleiðis at tað er settur ein serlækni aftrat í barna- og ungdómspsykiatri. Harumframt er royndarskipanin í ár farin at virka, soleiðis at tað verður bjóðað ókeypis sálarfrøðiligu viðgerð til aldursbólkin 15 til 35 ár, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi. Hetta fer vónandi at verða viðvirkandi til, at ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina fyri tann eldra aldursbólkin (frá 15 ár til og við 17 ár) fer at minka. Fyri at fáa bilbugt við bíðilistan, verður neyðugt at raðfesta starvsfólkaorkuna í Barna- og ungdómspsykiatriini til tann vaksandi tørvin, sum hevur viðført verandi bíðilista. Í løtuni vaksa bíðilistarnir, tí Barna- og ungdómspsykiatriin megnar ikki at arbeiða undan. Heilt einfalt verða fleiri nýggj børn ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina. Hetta er eitt mál, sum landsstýrismaðurin fer at taka upp við leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum. Tað hevur eisini stóran týdning at menna samstarvið tvørsektorielt fyri at fyribyrgja mistrivna hjá børnum og ungum undir 15 ár í Føroyum og harvið minka um tørvin, at hesin málbólkur verður ávístur til Barna- og ungdómpsykiatrina. Í hesum sambandi verður neyðugt at fáa ment samstarvið og eisini mett um tørvin á teimum tænastum sum t.d. Sernám, Gigni og barnaverndartænasturnar veita kring landið. Undirritaði landsstýrismaður hevur sum kunnugt ikki ábyrgd av t.d. Sernám og barnaverndartænastunum kring landið, men er sinnaður til at taka málið upp við avvarðandi partar. -- 2 of 3 -- Til spurning 4 Tað er torført at meta um bíðitíðina. Hetta er eisini tengt at gongdini við ávísingum til Barna- og ungdómspsykiatiina. Til spurning 5 Uppskotið til karmar fyri 2022 er ein framskriving av verandi virksemi, har ongar nýggjar raðfestingar eru tiknar við. Møguligar raðfestingar verða viðgjørdar í mun til fíggjarlógaruppskotið í heyst. Heilsumálaráðið, 7. mai 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
132.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. Stenberg - Langar bíðitíðir í barnapsykiatriina.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen Evni: Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini Spurningar: 1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini ? 2. Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum ? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður ? 4. Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár ? 5. Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini ? Viðmerkingar: Langar bíðitíðir Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur. Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt. Skjót hjálp er góð hjálp Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini. Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann gera, at støður, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, kunnu elva til álvarsama sjúku, sum kann blíva varandi. Tí má alt setast til fyri at fáa bíðitíðina niður. Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og menning. Á Løgtingi, 26. apríl 2021 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --