52-131/2020
Heiðursskipan til útlendingar á mentanarøkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
131.20 Svar frá J. av Rana til T. Jacobsen - Heiðursskipan til útlendingar á mentanarøkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 6. mai 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-146 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-131/2020, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, eftir § 52 a í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Fyrispurningurin er um heiðursskipan til útlendingar á mentanarøkinum og er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað møguleikan at skipa soleiðis fyri, at tær almennu Føroyar kunnu veita útlendingum, ið stórliga hava stimbrað føroyskum ands- og mentanarlívi, onkran uppibornan heiður? Svar Landsstýrismaðurin er samdur í, at spurningur, um almennu Føroyar kunnu veita útlendingum, ið stórliga hava stimbrað føroyskum ands- og mentanarlívi, onkran uppibornan heiður, er bæði týdningarmikil og virðiligur. Tað er altíð sera gleðiligt, tá eisini onnur enn føroyingar eru við til at økja um kunnleika til okkara ands- og mentanarlív, t.d. við at týða okkara bókmentir til onnur mál. Einfalda svarið upp á spurningin er, at Føroyar kunnu sum er veita útlendingum heiður, og at hesin møguleiki eisini er brúktur. Eg kann nevna, at almennu Føroyar í 2006 heiðraðu íslendingin Jón Hilmar Magnússon fyri stórfingna arbeiðið hansara við íslendsk-føroysku orðabókini, sum kom út í 2005. Sigast skal tó, at møguleikin ikki er brúktur ofta - og møguliga ikki nóg ofta. Heimild finst í lóggávuni um stuðul til mentan og list, ið heimilar landsstýrismanninum at veita serstaka heiðursgávu. Í § 9, stk. 3 í kunngerð um stuðul til mentan og list er tilskilað: «Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi». Onki forðar fyri, at henda serstaka heiðursgáva verður latin til útlending. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
131.20 Spurningur til J. av Rana frá T. Jacobsen - Heiðursskipan til útlendingar á mentanarøkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum Evni: Heiðursskipan til útlendingar á mentanarøkinum Spurningar: Hevur landsstýrismaðurin umhugsað møguleikan at skipa soleiðis fyri, at tær almennu Føroyar kunnu veita útlendingum, ið stórliga hava stimbrað føroyskum ands- og mentanarlívi, onkran uppibornan heiður? Viðmerkingar: Í ands- og mentanarlívi okkara er tað serliga skaldskapurin, sum hevur avbjóðingar av, at vit eru partar av einum lutfalsliga lítlum máløki og harvið einum ógviliga avmarkaðum marknaði hvat ið sølu av t.d. bókum, ritum og tónsettum yrkingum á móðurmálinum viðvíkur. Føroysk mentan hevur á tíðarinnar slóð átt nógvar góðar vinir í fremmandum londum. Serliga í grannalondunum. Føroyskur skaldskapur hevði ikki verið komin so víða um lond uttan leiklutin hjá týðarum í t.d. Danmark, Noreg, Svítjóð og Íslandi. Tað ber illa til at umrøða mál sum hetta uttan at nevna Ebbu Hentze, sálu, sum serliga týddi samtíðar rithøvundarnar til danskt mál. Soleiðis varð hon beinleiðis orsøkin til, at fólk við øðrum tungumáli fingu møguleikan fyri at gerast kunnug við og at lesa føroyskan skaldskap. Tíbetur fekk hon almenna viðurkenning í Føroyum fyri hetta og fyri skaldskap úr egnum hondum. Nú ein dagin frættist, at skaldsøgan “Glansbílætasamlararnir”, hjá Jóanesi Nielsen, var givin út á fronskum máli í Canada undir heitinum "Les collectionneurs d'images". Hon er týdd til franskt úr donsku týðingini hjá Povl Skårup, sum í aðrar mátar hevur verið føroyskum mentanarlívi mikið dugandi. Vit plaga siga: Ongin nevndur - ongin gloymdur. Loyvi mær kortini at nevna norðmannin Lars Moa. Hann er maður sum ger lítið hóvasták burturúr sær sjálvum, men hann hevur ósjálvsøkið brúkt dagar, vikur, mánaðir og ár til tess at flyta føroyskan skaldskap av føroyskari tungu yvir á norska tungu. Mær vitandi hevur hann týtt ein trivaligan part av skaldskapi okkara til sítt egna mál. Spyrjarans hugsan er, at Føroyar onkursvegna eiga at geva fólki í hesum andsstrevi eina viðurkenning og ein heiður frá teimum almennu Føroyum. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. apríl 2021 Tórbjørn Jacobsen -- 2 of 2 --