← Løgtingsmál

52-130/2020

Koppseting av útisetum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
130.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. Johannesen - Koppseting av útisetum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 3. mai 2021
HMR J. nr. 21/06802-3
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-130/2020 eftir § 52a í tingskipanini um koppseting av útisetum, frá Beinir
Johannesen, løgtingsmanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hava føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands, men í løtuni staddir í Føroyum, møguleika at
bíleggja tíð til koppseting í Føroyum?
2. Um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera hetta møguligt?
Til spurning 1:
Í kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 er ásett, at «Tilboð um ókeypis koppseting
ímóti COVID-19 verður veitt persónum, fevndir av hesari kunngerð, ið eru búsitandi í Føroyum.»
Ásetingin merkir, at føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands, ikki kunnu verða koppsettir fyri
COVID-19, meðan teir eru í Føroyum. Hetta er sama skipan, sum er galdandi fyri øll onnur tilboð
um ókeypis koppsetingar í Føroyum.
Sambært Studna eru 1.039 føroyingar undir útbúgving uttanlands. Av hesum eru 882 undir
útbúgving í Danmark; meðan 157 eru undir útbúgving í øðrum londum t.d. Avstralia, Kina, Póllandi
og Onglandi.
Sum nú er, eru bæði teir útisetar og føroyingar annars, sum hava valt at koma til Føroyar, og teir,
sum framvegis eru staddir uttanlands í eini grásonu:
• Teir føroyingar, sum eru komnir til Føroyar, kunnu ikki verða koppsettir í Føroyum; og tað
er tvørligt og kostnaðarmikið hjá teimum at fara til landið, har tey búgva ella eru undir
útbúgving, at koppseta seg
• Teir føroyingar, sum framvegis eru uttanlands í sambandi við útbúgvingina koma eisini í
eina tvístøðu, orskað av ásetingini í kunngerðini. Um tey ikki eru koppsett, ella ikki liðugt
koppsett í tí landinum, sum tey búgva í, kann tað vera, at tey ikki kunnu koma heim til
Føroyar í summarfrí, tí tey ikki eru liðugt koppsett.
.

-- 1 of 2 --

Til spurning 2:
Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, at føroyingar, sum eru staddir fyribils í Føroyum, eisini
verða fevndir av tilboðum um COVID-19 koppseting. Hjá útlendingum, sum halda til í Føroyum í
longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, er tað somuleiðis bæði tvørligt og dýrt, verða teir
noyddir at fara til heimlandið – helst tvær ferðir – fyri at lata seg koppseta fyri COVID-19.
Av tí, at støðan viðvíkjandi COVID-19 er so serstøk, er tað skilagott at gera eitt undantak frá
meginregluni um, at tilboð um koppseting bert verður veitt persónum, ið eru búsitandi í Føroyum.
Við støði í hesum, eri eg tí farin undir arbeiðið at víðka COVID-19 koppsetingarkunngerðina, so
hon eisini fevnir um útisetar og útlendingar, sum eru í Føroyum í longri tíð. Bæði útisetar og
útlendingar verða koppsettir, tá bólkarnir, teir annars høvdu hoyrt til, um teir búðu her, standa fyri
tørni. Talan verður sostatt ikki um at gera nakra serskipan fyri hesar báðar bólkarnar.
Eg ætli, at tað verður ásett í kunngerðini, at tilboðið um ókeypis koppseting fyri COVID-19 verður
víðkað til persónar, ið uppihalda sær í Føroyum fyribils í eitt longri tíðarskeið (t.v.s. í minsta lagi í
30 dagar). Við hesum kravi verður forðað fyri, at víðkaða kunngerðin letur upp fyri
koppsetingarturismu – tað er, at fólk bara koma til Føroya við tí endamáli at fáa eina skjóta og
ókeypis koppseting.
Heilsumálaráðið, 3. mai 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
130.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. Johannesen - Koppseting av útisetum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Koppseting av útisetum
Spurningar:
1. Hava føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands, men í løtuni staddir í Føroyum,
møguleika at bíleggja tíð til koppseting í Føroyum?
2. Um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera hetta møguligt?
Viðmerkingar:
Undir koronutíðini hava nógv føroysk lesandi og onnur, ið dagliga búgva uttanlands,
verið í Føroyum orsakað av koronustøðuni. Skúlar hava latið aftur, og øll undirvísing
hevur verið á netinum, og tí hava nógv valt at koma heim til Føroyar.
Nú koppsetingin er í gongd, verður lýst við, at øll búsitandi í Føroyum kunnu bóka
sær tíð til koppseting.
Tað reisir spurningin, hvussu støðan er hjá teimum mongu føroyingunum, ið eru
búsitandi uttanlands, men sum orsakað av koronustøðuni eru stødd í Føroyum.
Í Danmark hava føroyingar, ið eru búsitandi í Føroyum, men eru staddir í Danmark í
útbúgvingarørindum ella øðrum, møguleika at koppseta seg júst sum aðrir borgarar í
Danmark.
Spurningurin er tí, um hesin møguleikin eisini verður galdandi fyri teir útisetar, ið eru
heima í Føroyum í løtuni. Tí verður hesin spurningurin settur.
Á Løgtingi, 23. apríl 2021
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --