52-129/2020
Sernám
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
129.20 Svar frá J. av Rana til J. Joensen - Sernám.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 6. mai 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-148 Svar upp á skrivligan § 52 a fyrispurning nr. 52-129/2020 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Fyrispurningurin er um Sernám og er soljóðandi: 1. Hvussu nógv av arbeiðsorkuni hjá Sernámi fer til ávíkavíst skúlaøkið, barnagarðsøkið og serøkið? 2. Hvussu nógvar pengar brúkar Sernám á hvørjum av hesum økjum? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at hækka játtanina til Sernám? 4. Hevur landstýrismaðurin ætlanir um at bjóða kommununum at verða partur av fíggingini av Sernámi fyri at styrkja stovnin? Svar Til 1: Talvan niðanfyri vísir, hvussu arbeiðsorkan hjá Sernámi er býtt millum ymsu fakbólkarnar til ávikavist undir skúlaaldri og í skúlaaldri. Fakbólkar Ársverk Undir skúlaaldur Í skúlaaldri Ársverk undir skúlaaldri Ársverk í skúlaaldri Sernámsfr. ráðgevar 8,05 39% 61% 3,1 4,9 Sálarfrøðingar 7,2 24% 76% 1,7 5,5 Taliráðgevar 6,94 72% 28% 5,0 1,9 Rørsla 1,32 72% 28% 1,0 0,4 Sjónráðgevi 0,25 50% 50% 0,1 0,1 Orðblindaráðgevi 0,25 0% 100% 0,0 0,3 Samlað 24,01 46% 54% 10,9 13,1 Sersamskifti, kann ikki býtast 0,89 Miðnám, sálarfrøði 2,25 Ikki býtt undir/yvir skúlaaldri 3,14 Sálarfrøðingar og ráðgevar íalt 27,15 Arbeiðsorkan til toymið Sersamskifti, ið ráðgevur í mun til børn, sum oftast eru sera sjúk og hava stórar kropsligar avmarkingar, er í talvuni ikki býtt millum í og undir skúlaaldur. Hesi børn hava ofta ein tørv longu frá føðing, og eru lítið á stovni ella í skúla. Tey fara úr skipanni hjá Sernámi sum 18 ára gomul og víðari til AV. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Spurningurin snýr seg ikki um miðnámsøkið. Sernám varðar av sálarfrøðiligu tænastuni á miðnámsøkinum, sum er 2,25 ársverk (3 størv) og fatar um miðnámsskúlarnar og Serligt Skipað Miðnám (SSM). Í talvuni omanfyri er ikki roknað fakligir dagar og serstøk undrirvísingartilboð, sum eisini eru til børn í skúlaaldri. So arbeiðsorkan til børn í skúlaaldri er nakað hægri enn víst í talvuni. Til 2: Lønarútreiðlur hjá Sernám eru íalt umleið 19,3 mió. kr., og samlaða talið á ársverkum eru 34 ársverk. Verða ársverkini drigin frá, sum arbeiða við miðnám, er 18,0 mió. kr. eftir til børn undir og í skúlaaldri. Roknað er við, at felagsútreiðslur til fyrisiting og leiðslu v.m. eru býtt í sama lutfallið. Hetta merkir, at fylgjandi býti er millum økini: Býtið Mió. kr. Lønarútreiðslur í skúlaaldri 54% 9,7 Lønarútreiðslur undir skúlaaldri 46% 8,3 Íalt 100% 18,0 Tað skal leggjast afturat, at tað ikki gevur eina fullfíggjaða mynd av samlaðu játtanini til Serøkið í fólkaskúlanum í Føroyum einans at eftirkanna, hvussu útreiðslurnar hjá Sernámi eru býttar millum økini fólkaskúlin og dagstovnaøkið. Tí játtaðar verða upphæddir innan aðrar skipanir og á øðrum kontum á fíggjarlógini eisini, bæði til fólkaskúlaøkið og til dagstovnaøkið. Til 3: Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at sernámsfrøðiliga økið, sum fevnir um sernámsfrøðiliga ráðgeving, hjálp og undirvísing til børn og ung við serligum tørvi, er skipað so væl sum til ber. Kannað fer at verða, um tað ber til at skipa viðurskiftini øðrvísi, og um neyðugt er at gera umraðfestingar til hetta øki. Økið má greinast nærri, bæði við atliti at tí stóra tørvi, sum skúlarnir vísa á er innan sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og innan sernámsfrøðilig átøk sum heild. Til 4: Landsstýrismaðurin fer at greina spurningin nærri og seta seg í samband við kommunala geiran við tí endamáli at tryggja best møguliga samstarv viðvíkjandi stuðli til børn við serligum tørvi. Dagstovnaøkið er lagt til kommunurnar at umsita, meðan fólkaskúlin er landspolitisk ábyrgd. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
129.20 Spurningur til J. av Rana frá J. Joensen - Sernám.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Sernám Spurningar: 1. Hvussu nógv av arbeiðsorkuni hjá Sernámi fer til ávíkavíst skúlaøkið, barnagarðsøkið og serøkið? 2. Hvussu nógvar pengar brúkar Sernám á hvørjum av hesum økjum? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at hækka játtanina til Sernám? 4. Hevur landstýrismaðurin ætlanir um at bjóða kommununum at verða partur av fíggingini av Sernámi fyri at styrkja stovnin? Viðmerkingar: Í løtuni viðger Løgtingið eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um økissálarfrøði. Uppskotið leggur upp til, at fleiri sálarfrøðingar kunnu verða partur av verandi skipan, sum virkar í dag. Sernám hevur 7,2 sálarfrøðingar í starvi. Stovnurin hevur vegleiðandi, ráðgevandi og tilmælandi leiklut. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum leggur upp til ein viðgerðarpart í ymsu økjunum runt landið. Sernám arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0 til 18 ár, ið tørva hjálp til menning, læring og trivnað. Sernám hevur eina breiða servitan innan ymisk økir. Tað verður samstarvað við starvsfólk á dagstovnum og skúlum, og við foreldur og avvarðandi um at skapa felagskapir, har børn kunnu trívast, læra og mennast. Hóast hetta eru bíðilistarnir at sleppa framat barna- og ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum tvífaldaðir seinasta árið. Spurningurin er, um ikki summi av hesum børnum og ungum kundu verið loftaði av Sernámi. Skulu fleiri sálarfrøðingar ella onnur við líknandi servitan setast í starv fyri at betra um tænastuna og røkka øllum landinum, skulu fleiri pengar setast av. Skal Sernám verða partur av einum tílíkum innsatsi, skulu fleiri pengar játtast til Sernám. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 23. apríl Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --