← Løgtingsmál

52-128/2020

Barnaverndin - umsorganaryvirtøkur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
128.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til S. K. Poulsen og B. Justinussen - Barnaverndin - umsorganaryvirtøkur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
28. apríl 2021
Mál: 21/06715-3
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Poula Lervig
Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52 a Nr. 52-128/2020
Evni: Barnaverndin - umsorganaryvirtøkur
Spurningar:
1. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini býtt á við og uttan
samtykki frá foreldrunum?
2. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir umbøn ella
áheitan frá myndugleikapersónum?
3. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir áheitan frá
øðrum enn teimum undir spurningi 2 nevndu.
4. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini beinleiðis av
føðideildini?
5. Hvussu stórur partur av umsorganaryvirtiknum børnum verða sett í fosturheim hjá
einum í familjuni?
6. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert 15 av umsorganaryvirtøkunum eru settar úr
gildi seinastu 6 árini?
7. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at 1% av øllum børnum eru umsorganaryvirtikin?
8. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert ein brotpartur av kostnaðinum til skipanina er
brúktur til fyribyrging?
Viðmerkingar:
Í Breddanum í KVF tann 25. mars í ár kom fram, at 1% ella eini 120 børn eru tikin frá foreldrum
og systkjum sínum. Onnur hagtøl vísa, at bert 15 umsorganaryvirtøkur vórðu settar úr gildi
aftur í eitt tíðarskeið uppá 6 ár.
Í orðinum barnavernd liggur endamálið við skipanini, tað at kunna veita verju og hjálp til
trongstadda barnið. Meira og meira leggja tey serkønu um allan heim dent á, at grundleggjandi
endamálið er at veita alla hugsandi fyribyrgjandi hjálp, so barnið kann verða verandi heima hjá
sínum kæru, og at seinasta loysnin er at umsorganaryvirtaka barnið og seta tað heiman.
Í Føroyum kundu tølini bent á, at omanfyrinevnda hugsan ikki er ráðandi. Hetta sæst aftur í
fíggjarligu hagtølunum hjá Barnaverndarstovuni fyri 2018. Hesi vísa m.a., at:
• Bert minsti parturin verður brúktur til fyribyrgjandi fyriskipanir, samanlagt fyri landið
16,8 mió., meðan fosturforeldraskipanin hevði ein samanlagdan kostnað uppá kr. 21,8
mió. og stovnsøkið kostaði kr. 9,4 mió.

-- 1 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 4
• Í 2018 vórðu í miðal brúktar 20.497 kr. fyri hvørt barnaverndarmál til fyribyrgjandi
fyriskipanir, meðan árliga vórðu brúktar kr. 317.351 kr. fyri hvørt barn, sum var sett til
fosturs.
Góðar 20.000 kr. til fyribyrgjandi fyriskipanir røkka ikki langt hjá eini skipan, sum sigur seg
seta allar fyribyrgjandi fyriskipanir í verk, áðrenn eitt barn verður umsorganaryvirtikið. Vert er
at hugsa um, at tað eru kommunurnar, ið gjalda fyri fyribyrgjandi fyriskipanir, meðan landið
ber kostnaðin fyri umsorganaryvirtøkurnar. Tølini kundu bent á, at talan ikki er um eina skipan,
ið arbeiðir fyri at hjálpa og fyribyrgja.
Á Løgtingi, 22. apríl
Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen
Svar:
Viðmerkjast skal, at hagtøl finnast ikki fyri tíðarskeiðið áðrenn 2015, tá Føroya Kærustovnur
bleiv skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Til spurning 1
Hagtøl eru ikki fyri, hvussu nógvar umsorganaryvirtøkur eru framdar við samtykki og uttan
samtykki frá foreldramyndugleikanum-/unum og/ella barninum yvir 15 ár. Uttan mun til um
samtykki er givið frá foreldramyndugleikanum/-unum, skulu treytirnar fyri
umsorganaryvirtøku sambært § 19, stk. 1 og 2 verða loknar. Ein umsorganaryvirtøka skal
javnan endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini, sambært §§ 24 og 24a í
barnaverndarlógini. Sjónarmiðið hjá foreldramyndugleikanum/unum kann eisini broytast frá
fyrstu umsorganaryvirtøkuna til, tá umsorganaryvirtøkan skal endurskoðast.
Til spurning 2
Avgerð um umsorganaryvirtøku verður tikin av Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Høvuðsbarnaverndarnevndin viðger einans mál eftir tilmæli frá barnaverndartænastunum.
Í 2020 vórðu 13 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð. Av hesum 13 børnunum vórðu 9
børn sett í fosturfamilju, meðan 4 vórðu sett á stovn.
Í 6 førum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmælinum frá
barnaverndartænastunum um umsorganaryvirtøku av børnum. 2 av hesum 6 børnunum blivu
seinni í 2020 umsorganaryvirtikin.
Í 2019 vórðu 14 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð. Av teimum vórðu 10 børn sett í
fosturfamilju, meðan 4 vórðu sett á stovn.
Í 3 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um
umsorganaryvirtøku av børnunum.
Í 2018 vórðu 9 børn umsorganaryvirtikin, og av teimum vórðu 3 børn sett í fosturfamilju,
meðan 6 vórðu sett á stovn.

-- 2 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 4
Í 7 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um
umsorganaryvirtøku av børnum.
Í 2017 vóru 17 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð, og av hesum vórðu 13 sett í
fosturheim, meðan 4 vórðu sett á stovn.
Í 2 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um
umsorganaryvirtøku av børnum.
Í 2016 vóru 18 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð, og av hesum vórðu 12 sett í
fosturheim, meðan 6 vórðu sett á stovn.
Í 2 málum avgjørdi Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki at taka undir við tilmæli um
umsorganaryvirtøku av børnum.
Í 2015 vóru 9 børn umsorganaryvirtikin fyri fyrstu ferð.
Til spurning 3
Eins og víst á í svarinum til spurning 2, so verða avgerðir um umsorganaryvirtøku av børnum
tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini, ið einans viðger mál eftir tilmæli frá
barnaverndartænastunum. Avgerð um umsorganaryvirtøku av einum barni kann sostatt ikki
takast eftir áheitan frá øðrum enn barnaverndartænastunum.
Til spurning 4
Barnaverndarlógin heimilar ikki, at avgerð verður tikin um umsorganaryvirtøku, sambært § 19,
áðrenn føðing. Um barnaverndartænastan metir, at barn má takast frá foreldrunum beint eftir
føðing, ella meðan barnið enn er á føðideildini, kann barnaverndartænastan taka bráðfeingis
avgerð, sambært § 17. Ein bráðfeingis avgerð um at taka eitt barn úr heiminum kann ikki standa
við í meira enn 4 mánaðir, tvs. at barnaverndartænastan innan 4 mánaðir má leggja tilmæli um
umsorganaryvirtøku fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina ella lata barnið heim til foreldrini. Ein
bráðfeingis avgerð hjá barnaverndartænastuni skal skjótast til ber og innan 2 yrkadagar leggjast
fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til góðkenningar.
Í 2020 blivu 3 børn sett heiman innan eina viku eftir føðing. Høvuðsbarnaverndarnevndin
góðkendi allar tríggjar avgerðir.
Í 2019 bleiv einki barn sett heiman innan eina viku eftir føðing.
Í 2018 bleiv einki barn sett heiman innan eina viku eftir føðing.
Í 2017 bleiv 1 barn sett heiman innan eina viku eftir føðing. Høvuðsbarnaverndarnevndin
góðkendi avgerðina.
Í 2016 bleiv 1 barn sett heiman innan eina viku eftir føðing. Høvuðsbarnaverndarnevndin
góðkendi avgerðina.
Hagtøl fyri 2015 eru ikki tøk hesum viðvíkjandi.
Til spurning 5
Ein av týðandi uppgávunum hjá Fosturforeldraskipanini er at røkja skránna við
fosturforeldrum, tað vil siga millum annað at bera so í bandi, at skikkað fosturforeldur eru tøk,
tá tørvur er á tí. Tá barn verður sett heiman, verður altíð fyrst roynt at finna fosturforeldur, sum
antin eru næstringar ella úr netverkinum hjá barninum, tí gransking vísir, at hetta ofta er tað
besta fyri barnið.

-- 3 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 4 av 4
Seinastu árini eru alt fleiri næstringar ella fólk úr netverkinum hjá barninum sett sum
fosturforeldur.
Støðan í fosturforeldraskránni í dag er tann, at 51 familjur hava ikki serligt tilknýti til familjuna
ella netverkið hjá barninum, 24 fosturfamiljur eru næstringafosturfamiljur og 21 fosturfamiljur
eru netverksfosturfamiljur.
Til spurning 6
Avgerðir um, hvørt ein umsorganaryvirtøka skal halda áfram ella setast úr gildi, verður tikin
av eini óheftari høvuðsbarnaverndarnevnd, ið er mannað við fakfólki á økinum.
Landsstýrismaðurin hevur álit á, at Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur tær avgerðir, ið eru
neyðugar at taka.
Til spurning 7
Verður samanborið við onnur lond, so eru talið av avgerðum um umsorganaryvirtøku í
Føroyum áleið tað sama. Ynskiligt hevði verið, at ikki var neyðugt við avgerðum um
umsorganaryvirtøkur, men samstundis er neyðugt, at vit hava eina skipan, ið loftar teimum
børnum, ið hava tørv á hjálp og umsorgan, ið ikki kann veitast í heiminum.
Til spurning 8
Í viðmerkingunum til spurningin verður víst á, at í 2018 vórðu brúktar 16,8 mió.kr. til
fyribyrgjandi fyriskipanir, samanborið við góðar 31 mió.kr. til fosturforeldraskipanina og
stovnsøkið. Tá talan er um fyribyrgjandi fyriskipanir, so spenna hesar sera vítt, og eru allar
fyriskipanirnar ikki serliga kostnaðarmiklar. Talan er samstundis um sera nógv og sera ymisk
barnaverndarmál, ið ikki øll krevja somu fíggjarligu orku, og tí ber ikki til at gera ta niðurstøðu,
at ov lítið av peningi verður nýttur til fyribyrgjandi fyriskipanir. Eins og spyrjararnir eisini vísa
á í viðmerkingunum, so eru tað kommunurnar, ið gjalda fyri fyribyrgjandi fyriskipanirnar, og
sambært lóggávuni eisini valda á økinum, og landsstýriskvinnan hevur álit á, at kommunurnar
veita børnunum ta hjálp og umsorgan, ið tey hava tørv á og rætt til sambært barnaverndarlógini.
Tórshavn, 28. apríl 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

-- 4 of 4 --
128.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá S. K. Poulsen og B. Justinussen - Barnaverndin - umsorganaryvirtøkur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen, løgtingsmenn
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Barnaverndin - umsorganaryvirtøkur
Spurningar:
1. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini býtt á við
og uttan samtykki frá foreldrunum?
2. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir umbøn
ella áheitan frá myndugleikapersónum?
3. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir áheitan
frá øðrum enn teimum undir spurningi 2 nevndu.
4. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini beinleiðis
av føðideildini?
5. Hvussu stórur partur av umsorganaryvirtiknum børnum verða sett í fosturheim
hjá einum í familjuni?
6. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert 15 av umsorganaryvirtøkunum eru
settar úr gildi seinastu 6 árini?
7. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at 1% av øllum børnum eru
umsorganaryvirtikin?
8. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert ein brotpartur av kostnaðinum til
skipanina er brúktur til fyribyrging?
Viðmerkingar:
Í Breddanum í KVF tann 25. mars í ár kom fram, at 1% ella eini 120 børn eru tikin frá
foreldrum og systkjum sínum. Onnur hagtøl vísa, at bert 15 umsorganaryvirtøkur vórðu
settar úr gildi aftur í eitt tíðarskeið uppá 6 ár.
Í orðinum barnavernd liggur endamálið við skipanini, tað at kunna veita verju og hjálp
til trongstadda barnið. Meira og meira leggja tey serkønu um allan heim dent á, at
grundleggjandi endamálið er at veita alla hugsandi fyribyrgjandi hjálp, so barnið kann
verða verandi heima hjá sínum kæru, og at seinasta loysnin er at umsorganaryvirtaka
barnið og seta tað heiman.
Í Føroyum kundu tølini bent á, at omanfyrinevnda hugsan ikki er ráðandi. Hetta sæst
aftur í fíggjarligu hagtølunum hjá Barnaverndarstovuni fyri 2018. Hesi vísa m.a., at:
• Bert minsti parturin verður brúktur til fyribyrgjandi fyriskipanir, samanlagt fyri
landið 16,8 mió., meðan fosturforeldraskipanin hevði ein samanlagdan
kostnað uppá kr. 21,8 mió. og stovnsøkið kostaði kr. 9,4 mió.

-- 1 of 2 --

• Í 2018 vórðu í miðal brúktar 20.497 kr. fyri hvørt barnaverndarmál til
fyribyrgjandi fyriskipanir, meðan árliga vórðu brúktar kr. 317.351 kr. fyri hvørt
barn, sum var sett til fosturs.
Góðar 20.000 kr. til fyribyrgjandi fyriskipanir røkka ikki langt hjá eini skipan, sum
sigur seg seta allar fyribyrgjandi fyriskipanir í verk, áðrenn eitt barn verður
umsorganaryvirtikið. Vert er at hugsa um, at tað eru kommunurnar, ið gjalda fyri
fyribyrgjandi fyriskipanir, meðan landið ber kostnaðin fyri umsorganaryvirtøkurnar.
Tølini kundu bent á, at talan ikki er um eina skipan, ið arbeiðir fyri at hjálpa og
fyribyrgja.
Á Løgtingi, 22. apríl
Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen

-- 2 of 2 --