← Løgtingsmál

52-127/2020

Lofteftirlitsradarin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
127.20 Svar frá J. av Rana til B. K. Petersen - Lofteftirlitsradarin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 5. mai 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-144
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-127/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá Bjarna Kárason
Petersen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og
mentamálum.
Fyrispuringurin er um lofteftirlitsradarin og er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin vátta, at ongin avgerð – hvørki formlig ella óformlig – er tikin
av føroyskum og/ella donskum myndugleikum um lofteftirlitsradaran, sum eftir ætlan
skal setast upp á Sornfelli?
2. Kann landsstýrismaðurin vátta, at endaliga avgerðin um at seta upp lofteftirlitsradara á
Sornfelli verður tikin í Løgtinginum ígjøgnum løgtingssamtykt ella aðra
løgtingsfyriskipan?
3. Metir landsstýrismaðurin, at avgerðin um lofteftirlitsradaran kemur undir § 52 stk. 2-3 í
stýrisskipanarlógini, har ásett er, at landsstýrið ikki kann gera avtalur, sum krevja luttøku
Løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar?
Svar
Til 1: Ja, landsstýrismaðurin kann vátta, at eingin avgerð er enn tikin um at seta upp nýggjan
lofteftirlitsradara í Føroyum.
Til 2 og 3: Higartil hevur ikki verið mett, at málið eigur at verða viðgjørt eftir § 52 í
stýrisskipanarlógini, men at avgerðin um at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara kemur undir § 54
og § 54 stk. 2. Hetta tí at avgerðin tekur støði í samráðingum um eitt mál, ið hevur týdning fyri
viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum og eitt mál, ið hevur uttanríkispolitiskan týdning fyri
Føroyar. Tvær ráðførslur og eitt samráð hava verið við Løgtingsins uttanlandsnevnd um málið,
og endalig avgerð verður í fyrsta lagi tikin eftir enn eina ráðførslu.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
127.20 Spurningur til J. av Rana frá B. K. Petersen - Lofteftirlitsradarin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Lofteftirlitsradarin
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin vátta, at ongin avgerð – hvørki formlig ella óformlig
– er tikin av føroyskum og/ella donskum myndugleikum um
lofteftirlitsradaran, sum eftir ætlan skal setast upp á Sornfelli?
2. Kann landsstýrismaðurin vátta, at endaliga avgerðin um at seta upp
lofteftirlitsradara á Sornfelli verður tikin í Løgtinginum ígjøgnum
løgtingssamtykt ella aðra løgtingsfyriskipan?
3. Metir landsstýrismaðurin, at avgerðin um lofteftirlitsradaran kemur undir §52
stk. 2-3 í stýrisskipanarlógini, har ásett er, at landsstýrið ikki kann gera
avtalur, sum krevja luttøku Løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars
eru týdningarmiklar?
Viðmerkingar:
Málið um lofteftirlitsradaran, sum danska verjumálaráðið ynskir at seta upp á
Sornfelli, er eitt stórt og prinsipielt mál. Tað er greitt, at danska stjórnin ynskir at fáa
ein lofteftirlitsradara í Føroyum, og er enntá politisk avtala gjørd í Fólkatinginum um
hetta við sonevnda «kapasitetspakkanum», har avtala er gjørd millum flokkarnar í
Danmark um at seta 390 mió. kr. av á donsku fíggjarlógini til endamálið. Tískil kann
mann seta spurnartekin við, hvar málið liggur í avgerðartilgongdini, og um avgerðir
longu eru tiknar á økinum við heimild í verandi lóggávu. Tí verður spurt, um avgerðir
longu eru tiknar av donskum og/ella føroyskum myndugleikum í málinum um
lofteftirlitsradaran.
Tað er ikki heilt greitt, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til málið, og heldur ikki
hvussu málsviðgerðin skal fara fram. Landsstýrismaðurin hevur verið til ráðførslu við
Uttanlandsnevndina, og hevur lagt ætlan fyri samráðingargongdina við danskar
myndugleikar um ætlaða radaran á Sornfelli. Eftir ætlan fer landsstýrismaðurin, eftir
at samráðingarnar eru lidnar, í Uttanlandsnevndina við samráðingarúrslitinum, fyri
síðani at gera eina møguliga avtalu um radaran.
Tað er tó ikki greitt, um avtalan verður av slíkum slag, at hon kemur undir ásetingina í
stýrisskipanarlógini um millumtjóðasáttmálar, sum krevur luttøku Løgtingsins. Tí
verður spurt, hvørt avgerðin um lofteftirlitsradaran skal til viðgerðar, og hvørt
avgerðin um radaran skal endaliga samtykkjast í Løgtinginum.
Á Løgtingi, 21. apríl 2021
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --