← Løgtingsmál

52-126/2020

Broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
126.20 Svar frá J. Vestergaard til B. L. Jacobsen - Broyting í kunngerð um trolveiðu unnanfyri 12 fjóðringar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
3. mai 2021
Mál: 21/06651-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-126/2020
Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-126/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen,
løgtingsmanni, um broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
Spurningar:
1. Hví hevur landsstýrismaðurin broytt kunngerðina um trolveiðu innan fyri 12
fjórðingar?
2. Hvør er ítøkiliga broytingin?
3. Feløg, ið umboða útróðrarbátar, hava gjørt vart við, at broytingin í kunngerðini fer
at hava avleiðingar fyri útróðurin. Er landsstýrismaðurin samdur við
útróðrarfeløgunum í hesum?
Svar til nr. 1.
Málið er tikið upp, tí Felagið Trolbátar hevur heitt á Fiskimálaráðið um at gera tvær
broytingar í kunngerðini um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, so loyvt verður at trola innan
fyri 12 fjórðingar árið út, samstundis sum ásett verður, hvussu nógvar dagar hvør bátur
kann royna innan fyri 12 fjórðingar.
Svar til nr. 2.
Eftir verandi reglum er í flestu førum loyvt at trola frá 24.05 til 07.09, tó undantikið 3 vikur
á hásumri. Viðvíkjandi fiskidøgum er verandi skipan, at fiskidagar, brúktir innan fyri 12
fjórðingar, verða roknaðir frá dagatalinum, ið hvør bátur hevur sum trolbátur í bólki 4 T.
Onki mark er í verandi kunngerð fyri, hvussu nógvar av fiskidøgunum, hvør trolbátur kann
brúka innan fyri 12 fjórðingar.
Broytingin viðvíkjandi leiðum og tíðarskeiðum er, at við grundarlagi í tilmæli frá
Havstovuni verður áheitanin frá Felagnum Trolbátar eftirlíkað soleiðis, at í 2021 verður
sum ein roynd loyvt trolbátunum at trola innan fyri 12 fjórðingar í ásettu køssunum og
tíðarskeiðum soleiðis: Kassi B frá 1. mai til 31. desember og kassarnir A1, A2, D1, D2, E,
F, G, H, I, J frá 1. mai til 7. september. Tíðarskeiðið fyri kassa C verður óbroytt frá 1. juni
til 17. juli.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Svar til nr. 3.
Í sambandi við hoyringina av kunngerðini hava fleiri partar latið Fiskimálaráðnum
hoyringarskriv, harímillum eisini eigarar av og feløg umboðandi ymiskar útróðrarbátar.
Flestu av hesum siga seg ikki taka undir við broytingunum.
Landsstýrismaðurin hevur umhugsað viðmerkingarnar, men hevur tikið avgerð um at halda
fast við broytingarnar, sum tó bert verða gjørdar galdandi í 2021. Tá árið er farið, verður
høvi at umhugsa møguligar broytingar, sum kunnu verða viðkomandi at gera við støði sum
fiskiskapurin hjá trolbátum og útróðrarbátum undir broyttu fortreytunum hevur lagað seg í
2021.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
126.20 Spurningur til J. Vestergaard frá B. L. Jacobsen - Broyting í kunngerð um trolveiðu unnanfyri 12 fjóðringar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestargaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
Spurningar:
1. Hví hevur landsstýrismaðurin broytt kunngerðina um trolveiðu innan fyri 12
fjórðingar?
2. Hvør er ítøkiliga broytingin?
3. Feløg, ið umboða útróðrarbátar, hava gjørt vart við, at broytingin í kunngerðini
fer at hava avleiðingar fyri útróðurin. Er landsstýrismaðurin samdur við
útróðrarfeløgunum í hesum?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at broyta kunngerðina um trolveiðu
innan fyri 12 fjórðingar. Feløg, ið umboða útróðurin, hava í skrivi sagt, at skulu
útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, so verður ongin útróður longur.
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 21. apríl 2021
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --