← Løgtingsmál

52-125/2020

Orkumál

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
125.20 Svar frá H. Abrahamsen til T. Jacobsen - Orkumál.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 4. mai 2021
J.nr.: 21/06695-2
At tilskila í svari
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, til § 52a fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen,
tingmanni, um vindmylluætlanina á Gellingarkletti.
Spurningur 1:
Umhvørvisstovan valdi at lýsa eftir umsøkjarum til vindmylluætlanina á Gellingarkletti, áðrenn
almenni stovnurin hevði ráðført seg við SEV. Er hesin framferðarháttur ikki brot á § 5 stk. 2 í
elveitingarlógini, ið áleggur sum krav, at landsmyndugleikin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn
lýst verður eftir umsóknum? Um svarið er játtandi, var lýsingin eftir umsóknum tá ólóglig?
Svar:
SEV hevur kært útboðið av vindorku, sum endaði við, at Umhvørvisstovan veitti Vindrøkt eitt
framleiðsluloyvi á 25,2 MW á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga, til Vinnukærunevndina. Í kæruni
ger SEV m.a. galdandi, at Umhvørvisstovan framdi útboðið uttan at nøktandi ráðførsla varð
hildin við SEV frammanundan.
Av tí at kæran frá SEV liggur til viðgerðar í Vinnukærunevndini, ger landsstýrismaðurin ikki
ítøkiligar viðmerkingar til framferðarháttin í sambandi við útboðið.
Ráðførsla millum orkumyndugleikan og SEV í sambandi við útbjóðing er lógásett krav í § 5,
stk. 2 í elveitingarlógini. Kravið um ráðførslu hongur neyvt saman við, at SEV hevur lógásetta
skyldu sambært § 7 og § 11 í elveitingarlógini at halda veitingartrygdini uppi. Henda skylda er
eisini galdandi í førum, tá onnur enn SEV framleiða inn á netið hjá SEV.
Lógin ásetur ikki formkrøv til lógásettu ráðførsluna millum orkumyndugleikan og SEV, men
lógin leggur til grund, at SEV sum net- og systemoperatørur hevur tøkniligt innlit í elskipanina
og tí má takast við upp á ráð í sambandi við útbygging av framleiðsluni. Kortini hevur SEV
ikki nakran lógarfestan vetorætt at seinka ella steðga orkuútbyggingunum, men SEV hevur ein
lógarfestan rætt sambært § 11, stk. 5 til at geva øðrum framleiðarum boð um at gera broytingar
í teirra framleiðslu, fyri at SEV kann halda eina nøktandi veitingartrygd. Tað er
orkumyndugleikin, sum viðger umsóknir og letur loyvi til framleiðslu av elorku, og tað er
SEV, sum neteigari og systemoperatørur, sum skal tryggja, at trygd og dygd er í netinum og
elveitingini um alt landið.

-- 1 of 4 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Síðani elveitingarlógin kom í 2007 hevur regluligt samskifti verið millum SEV og
orkumyndugleikan um ymisk viðurskifti, tað verið seg dagføring av 10 ára útbyggingarætlanini
hjá SEV, árligu góðkenningini av elprísunum hjá SEV og ætlanirnar at seta ferð á grønu
orkuútbyggingarnar. Alt viðkomandi spurningar í sambandi við, at eftirspurningurin eftir el er
tvífaldaður seinastu 10 árini.
Umhvørvisstovan hevur upplýst, at ráðførslufundur varð hildin millum orkumyndugleikan og
SEV stutt fyri at útboðið varð lýst. Hetta varð m.a. gjørt fyri at SEV skuldi fáa møguleika at
leggja síni tøkniligu sjónarmið fram viðvíkjandi elskipanini. Hóast SEV frámælti eitt útboð í
meginøkinum beint nú, valdi orkumyndugleikin kortini at bjóða út og at veita eitt vindloyvi í
meginøkinum á 25,2 MW.
Spurningur 2:
Bert Spf. Vindrøkt hevði møguleika fyri at sleppa fram at jørðini og serloyvinum, sum
Búnaðarstovan frammanundan hevði givið festaranum av landsjørðini á Gellingarkletti. Er
hetta ikki brot á § 5 stk. 3 í elveitingarlógini, ið setur sum krav, at onnur skulu fáa møguleika
fyri at søkja um sama loyvi. Merkir hetta ikki at tilsøgnin til Spf. Vindrøkt, sum heimilar at sett
verður upp ein vindmyllulund á Gellingarkletti, er ólóglig?
Svar:
Festarin í Hoyvíkshaga, norðari partur, søkti í mars 2005 Búnaðarstovuna um loyvi at seta upp
vindmyllur við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Í november 2005 boðaði Búnaðarstovan
festaranum frá, at leigusáttmáli fór at verða gjørdur, tá ið greitt var, um ætlanin gjørdist
veruleiki, og tá øll neyðug loyvi vóru fingin til vega. Henda tilsøgn er sostatt latin festaranum,
áðrenn elveitingarlógin varð sett í gildi í 2007.
Búnaðarstovan tók í 2018 tilsøgnina frá 2005 aftur, men Fiskimálaráðið broytti í
kærumálsviðgerð síni avgerðina hjá Búnaðarstovuni soleiðis, at tilsøgnin frá 2005 stóð við.
Samstundis varð boðað frá, at aðrar tilsagnir av hesum slag fóru ikki at verða latnar. Greitt er,
at tað er ein bági fyri ta grønu orkuútbyggingina í Føroyum, um atgongdin at hóskandi økjum
verður avmarkað á tann hátt, at einstakir festarar sjálvir gera av, hvør kann sleppa at brúka ávíst
lendi til orkuframleiðslu, og hildið verður tí fast við avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um ikki at
lata líknandi tilsagnir sum hana, ið varð latin í 2005.
Spurningur 3:
SEV hevur boðað frá, at verður ætlanin á Gellingarkletti til veruleika, sum støðan annars er nú,
er kommunali ravmagnsfelagsskapurin trýstur til at gera eina íløgu á umleið 100 milliónir
krónur til battarí og synkron-kompensatorar fyri at hava møguleika at taka ímóti og brúka
orkuna frá privatu vindmyllulundini. Fylgir hendan avleiðingin aðalendamálinum í
elveitingarlógini um at veita øllum føroyingum so ódýran streym sum gjørligt?

-- 2 of 4 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Svar:
Elveitingareftirlitið og SEV hava regluligt samskifti um elprísin, tí bæði aðalfundurin hjá SEV
og elveitingareftirlitið skulu góðkenna elprísirnar hjá SEV. Vanliga verður góðkenning latin
fyri eitt ár í senn.
SEV hevur javnan søkt um at hækka prísin vegna ymiskar útbyggingar, eitt nú í sambandi við
útbygging av Sundsverkinum. SEV kann eisini hava tørv á útbygging, tí aðrir loyvishavar
skulu framleiða inn á netið hjá SEV. Umsóknir um at góðkenna hægri prís verða altíð
viðgjørdar ítøkiliga og í tøttum samskifti við SEV.
Sambært langtíðar útbyggingarætlanini hjá SEV verður mett, at SEV skal gera íløgur fyri
omanfyri 3 milliardir í net og skipanarberandi tænastur komandi 10 árini. Íløgur, sum nú verða
gjørdar í sambandi við at trý vindloyvi eru latin í meginøkinum, mugu tí síggjast í hesi heildini
og ikki bara frá ári til ár ella frá útboði til útboð. Eisini fær SEV ta tíð, sum krevst til at
fyrireika útbyggingar av neti og skipanarberandi tænastum á fíggjarliga skynsaman hátt.
Avleiðingin kann verða, at grøna elorkan ikki verður fult gagnnýtt fyrsta árið ella tvey, men í
stóru heildini koppar hetta ikki elprísin skeiva vegin. Staðfestast kann, at SEV hevur ein
týðandi leiklut at fremja neyðugar netútbyggingar í nóg góðari tíð fyri at nøkta tørvin á meiri
grønari orku, so ferð kann koma á grøna orkuskiftið.
Spurningur 4:
Pumpuskipan í Vestmanna hevur verið ein stórur partur av orðaskiftinum, nú málið um
Gellingarklett er umrøtt. SEV søkti longu í 2013 um at seta upp eina pumpuskipan í
Vestmanna. Onki kom burturúr umsóknini; tí søkti SEV um hetta sama av nýggjum hin 31.
august 2018. Felagsskapurin hevur enn onki svar fingið.
Hví svarar landsmyndugleikin ikki eini slíkari umsókn viðvíkjandi útbygging av føroyska
elkervinum? Umsóknin hevur skjótt ligið hjá landsmyndug-leikanum í 3 ár; hvør er orsøkin til
hetta drál? Nær kann væntast, at SEV fær svar uppá hesa umsóknina um pumpuskipan í
Vestmanna?
Svar:
Umsóknin frá SEV um pumpuskipan í Vestmanna verður í løtuni viðgjørd á Umhvørvis-
stovuni. Í umsóknini hevur SEV upplýst, at full gagnnýtsla ikki fæst av pumpuskipanini fyrr
enn vindorkan er útbygd við 160 MW í meginøkinum. Hetta merkir, at ein pumpu- og
goymsluskipan og útbygging av vindorkuni eiga at ganga hond í hond fyri at talan skal vera um
skynsamar íløgur.

-- 3 of 4 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Umsóknin um pumpu- og goymsluskipan inniheldur nógvar tøkniligar tættir og upplýsingar,
sum mugu viðgerast og greinast í tøttum samskifti við umsøkjaran. Gongst sum ætlað, fær SEV
svar innan alt ov langa tíð.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 4. mai 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
125.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá T. Jacobsen - Orkumál.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Orkumál
Spurningar:
1. Umhvørvisstovan valdi at lýsa eftir umsøkjarum til vindmylluætlanina á
Gellingarkletti, áðrenn almenni stovnurin hevði ráðført seg við SEV. Er hesin
framferðarháttur ikki brot á § 5 stk. 2 í elveitingarlógini, ið áleggur sum krav,
at landsmyndugleikin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn lýst verður eftir
umsóknum? Um svarið er játtandi, var lýsingin eftir umsóknum tá ólóglig?
2. Bert Spf. Vindrøkt hevði møguleika fyri at sleppa fram at jørðini og
serloyvinum, sum Búnaðarstovan frammanundan hevði givið festaranum av
landsjørðini á Gellingarkletti. Er hetta ikki brot á § 5 stk. 3 í elveitingarlógini,
ið setur sum krav, at onnur skulu fáa møguleika fyri at søkja um sama loyvi.
Merkir hetta ikki at tilsøgnin til Spf. Vindrøkt, sum heimilar at sett verður upp
ein vindmyllulund á Gellingarkletti, er ólóglig?
3. SEV hevur boðað frá, at verður ætlanin á Gellingarkletti til veruleika, sum
støðan annars er nú, er kommunali ravmagnsfelagsskapurin trýstur til at gera
eina íløgu á umleið 100 milliónir krónur til battarí og synkron-kompensatorar
fyri at hava møguleika at taka ímóti og brúka orkuna frá privatu
vindmyllulundini. Fylgir hendan avleiðingin aðalendamálinum í
elveitingarlógini um at veita øllum føroyingum so ódýran streym sum gjørligt?
4. Pumpuskipan í Vestmanna hevur verið ein stórur partur av orðaskiftinum, nú
málið um Gellingarklett er umrøtt. SEV søkti longu í 2013 um at seta upp eina
pumpuskipan í Vestmanna. Onki kom burturúr umsóknini; tí søkti SEV um
hetta sama av nýggjum hin 31. august 2018. Felagsskapurin hevur enn onki svar
fingið.
Hví svarar landsmyndugleikin ikki eini slíkari umsókn viðvíkjandi útbygging
av føroyska elkervinum? Umsóknin hevur skjótt ligið hjá landsmyndug-
leikanum í 3 ár; hvør er orsøkin til hetta drál? Nær kann væntast, at SEV fær
svar uppá hesa umsóknina um pumpuskipan í Vestmanna?
Viðmerkingar:
15. januar í ár gjørdi Umhvørvisstovan av alment at lýsa loyvið leyst at søkja til
ravmagnsframleiðslu úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Freistin varð

-- 1 of 2 --

sett til 29. mars. Í § 5, stk. 2, í elveitingarlógini er m.a. ásett, at áðrenn umsókn verður
viðgjørd, uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin
ráðføra seg við SEV. Sama dag, sum avgjørt varð at lýsa loyvið á Gellingarkletti leyst
at søkja, t.v.s. fríggjadagin hin 15. januar, bað Umhvørvisstovan um at fáa fund í lag
við SEV at verða mánadagin hin 18. januar 2021. Á skrá varð sett umrøða av innlatnu
umsóknini frá Spf. Vindrøkt um loyvi at seta upp vindmyllur í Hoyvíkshaganum.
Tá onki samskifti hevði verið millum partarnar frammanundan fundinum um hesi
viðurskifti, hevði SEV av góðum grundum ta fatan, at talan var um ein sokallaðan
kunnandi fund. Mikudagin, hin 20. januar 2021, boðaði SEV Umhvørvisstovuni frá, at
interkommunali orkufelagsskapurin hevði eina niðurstøðu klára at leggja fram
fríggjadagin hin 29. januar, soleiðis, at SEV kundi koma við sínum viðmerkingum.
Harvið kundi ráðføringin fara fram soleiðis, sum ásett er í lógini.
Tveir – 2 - dagar frammanundan, mikudagin hin 27. januar 2021, almannakunngjørdi
Umhvørvisstovan lýsing eftir umsøkjarum sambært umsóknini, sum Spf. Vindrøkt
hevði latið Umhvørvisstovuni. Við øðrum orðum valdi Umhvørvisstovan at lýsa eftir
umsøkjarum, áðrenn stovnurin hevði ráðført seg við SEV, t.v.s. áðrenn SEV yvirhøvur
fekk høvi til at leggja fram síni tilmæli og viðmerkingar annars til umsókina.
Á Løgtingi, 21. apríl 2021
Tórbjørn Jacobsen

-- 2 of 2 --