52-124/2020
Nevndarval í Bústøðum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
124.20 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til Ey. Samuelsen - Nevndarval í Bústøðum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Føroya Løgting Tinghúsvegur 1 – 3 Postboks 208 110 Tórshavn 27. apríl 2021 Mál: 21/06598-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Jeanette Ellefsen Blaasvær Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini Nr. 52-124/2020 Spurningar: 1. Út frá hvørjum fortreytum eru nevndarlimirnir í stýrinum fyri Bústaðir valdir? 2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í samsvari við armslongdarprinsippið, at nevndarformaðurin samstundis er fulltrúi í aðalráðnum hjá landsstýrismanninum? Viðmerkingar: Løgtingið hevur fyri kortum samtykt lógarbroytingar viðv. Húsalánsgrunninum, ið millum annað bóru við sær, at talið á nevndarlimum fór úr trimum upp í fimm, hóast samgongan annars vil minka talið á nevndarlimum í almennum nevndum. Nú landsstýrismaðurin hevur valt nevndarlimir vísir tað seg, at ein nevndarlimur, sum síðani er vorðin formaður í stýrinum, í sínum dagliga starvi er fulltrúi og ráðgevi hjá landsstýrismanninum. Omanfyrinevndu lógarbroytingar viðførdu fleiri heimildir til landsstýrismannin, millum annað at skulu Bústaðir fara undir verkætlanir einsamallir, kann hetta bert gerast við loyvi frá landsstýrismanninum. Tí er spurningurin, hvussu tað ávirkar armslongdarprinsippið, at starvsfólk hjá landsstýrismanninum sita báðumegin borðið. Á Løgtingi, 20. apríl Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Svar: Til nr. 1 Hvør einstakur nevndarlimirnir í nývalda stýrinum fyri Bústaðir er valdur, soleiðis at stýrið sum ein heild á fullgóðan hátt kann fremja lógarinnar setning. Tveir av trimum limum eru afturvaldir, og hetta kann vera við til at tryggja støðugt framhald av verandi verkætlanum, meðan hinir tríggir limirnir eru nýggir, og soleiðis kunnu vera við til at tryggja meiri gjøgnumskygni, og á hendan hátt skapa enn størri fólksliga undirtøku fyri virksemið hjá Bústøðum. Í stýrinum eru fólk, ið eru byggikøn, hava námsfrøðiliga vitan, hava umboðað fólk við serligum tørvi í áhugafelagi og búskaparfrøðingar við drúgvum royndum innan fíggjarstýring bæði í tí almenna og tí privata. Samanlagt átti hetta at verið eitt toymi, sum kann samstarva professionelt við dagligu leiðsluna í Bústøðum. Til nr. 2 Nú greiðir spyrjarin ikki nærri frá hugtakinum “armslongd”, men landsstýrismaðurin skilir tað soleiðis, at hann skal tryggja, at stýrið innanfyri karmarnar av lógini kann virka óheft av landsstýrismanninum. Hetta fyri at almenningurin kann hava álit á, at landsstýrismaðurin óheft • kann fremja tað lógarfesta eftirlitið við stovnin, • kann virka sum kærumyndugleiki, • kann viðgera umbønir um at víkja frá lógarkravinum um samstarv við privatar íleggjarar, • og óheft kann “gera avtalu” – sum tikið verður til í lógini - við stýrið um staðseting og málbólk fyri tær 200 milliónir krónurnar til serligar málbólkar. Sum vera mann kunnu avtalur bert gerast millum partar, sum eru óheftir hvør av øðrum. Talan er um ein út av fimm stýrislimum, og soleiðis sum Almannamálaráðið er skipað, metir landsstýrismaðurin, at hesar uppgávur fult út kunnu røkjast. -- 2 of 2 --
124.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá Ey. Samuelsen - Nevndarval í Bústøðum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Nevndarval í Bústøðum Spurningar: 1. Út frá hvørjum fortreytum eru nevndarlimirnir í stýrinum fyri Bústaðir valdir? 2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í samsvari við armslongdarprinsippið, at nevndarformaðurin samstundis er fulltrúi í aðalráðnum hjá landsstýrismanninum? Viðmerkingar: Løgtingið hevur fyri kortum samtykt lógarbroytingar viðv. Húsalánsgrunninum, ið millum annað bóru við sær, at talið á nevndarlimum fór úr trimum upp í fimm, hóast samgongan annars vil minka talið á nevndarlimum í almennum nevndum. Nú landsstýrismaðurin hevur valt nevndarlimir vísir tað seg, at ein nevndarlimur, sum síðani er vorðin formaður í stýrinum, í sínum dagliga starvi er fulltrúi og ráðgevi hjá landsstýrismanninum. Omanfyrinevndu lógarbroytingar viðførdu fleiri heimildir til landsstýrismannin, millum annað at skulu Bústaðir fara undir verkætlanir einsamallir, kann hetta bert gerast við loyvi frá landsstýrismanninum. Tí er spurningurin, hvussu tað ávirkar armslongdarprinsippið, at starvsfólk hjá landsstýrismanninum sita báðumegin borðið. Á Løgtingi, 20. apríl Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --