52-123/2020
Koronupass
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
123.20 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. K. Petersen - Koronupas.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 4. mai 2021 HMR J. nr. 21/06637-9 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-123/2020 eftir § 52a í tingskipanini um koronupass, frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu fer talgilda koppsetingarkvittanin / koronupassið at rigga? 2. Fer talgilda koppsetingarkvittanin / koronupassið at vera grundarlag fyri, hvat borgarar í landinum hava atgongd til í mun til almenn og privat frítíðar- og mentanartilboð, vørur og tænastur annars? 3. Kunnu fólk uttan koppsetingarkvittan / koronupass verða noktaði atgongd til ávís tilboð, vørur ella tænastur? Til spurning 1: Føroysku stjórnarráðini hava seinnu tíðina verið í samskifti við bæði danskar myndugleikar og fólk úr ES-kervinum um møguleikarnar fyri at fáa eitt altjóða góðkent koronupass til føroyingar. Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir og standardir, sum ES-londini seta, og okkum kunnugt verður talan um eina skipan við nationalum loysnum við sínámillum góðkenning. Sjúkrahúsverkið hevur í hesum sambandi víst á teir møguleikar, sum eru í bókingarskipanini, sum flutningsfyritøkan Smyril Line hevur ment saman við Sjúkrahúsverkinum, til at skipa koppsetingarnar í Føroyum. Bókingarskipanin hevur eina loysn innbygda, sum gevur møguleika at skriva út kvittan til fólk, tá tey eru liðugt koppsett. Heilsumálaráðið hevur heitt á Sjúkrahúsverkið um at kanna, hvørji krøv verða sett í Danmark, fyri at ein kvittan, ið vísur, at ein er liðugt koppsettur fyri korona, passar inn í danska koronukoppsetingarpassið. Hetta arbeiðið er tikið upp við danska Digitaliseringsstyrelsen. -- 1 of 2 -- Til spurning 2 og 3: Ongar ætlanir eru um, at ein talgild koppsetingarkvittan ella eitt korunupass skal vera grundarlag fyri, hvat borgarar í landinum hava atgongd til í mun til almenn og privat frítíðar- og mentanartilboð, vørur og tænastur annars, ella skulu verða noktaði atgongd til tilboð. Heilsumálaráðið, 4. mai 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
123.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. K. Petersen - Koronupas.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Koronupass Spurningar: 1. Hvussu fer talgilda koppsetingarkvittanin / koronupassið at rigga? 2. Fer talgilda koppsetingarkvittanin / koronupassið at vera grundarlag fyri, hvat borgarar í landinum hava atgongd til í mun til almenn og privat frítíðar- og mentanartilboð, vørur og tænastur annars? 3. Kunnu fólk uttan koppsetingarkvittan / koronupass verða noktaði atgongd til ávís tilboð, vørur ella tænastur? Viðmerkingar: Danskir myndugleikar hava ment eitt koronupass, sum er eitt skjalprógv fyri, at fólk eru liðugt koppsett ella eru kannaði fyri COVID-19. Koronupassið gevur fólki atgongd til kaffistovur, matstovur og mentanartilboð. Passið skal m.a. nýtast, um mann skal til frisør, uttanlandsferðir ella vitjanir á forngripa-, lista- og bókasøvnum. Heldur mann ikki reglurnar um koronupass, kann mann fáa bót. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at heilsuverkið eisini arbeiðir við eini líknandi skipan, men enn er ikki greitt, hvørjar eginleikar koronupassið fer at hava, og hvørjar prinsippiellar avleiðingar tað fær fyri viðurskiftini millum borgaran og breiðara samfelagið. Tað er ikki nágreinað, um koronupassið eitt nú bert skal brúkast í sambandi við ferðing uttanlands, ella um tað eisini verður grundarlag fyri, hvat virksemi og hvørjar tænastur borgarin hevur atgongd til í samfelagnum. Heldur ikki er greitt, hvørjar avleiðingar tað fær fyri borgarar, ið ikki lata seg koppseta, ella av aðrari orsøk ikki útvega sær koronupass. Á Løgtingi, 21. apríl 2021 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --