← Løgtingsmál

52-122/2020

Havnarlagið í Skúgvi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. mai 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
122.20 Svar frá J. Nicalsen til B. Sandoy - Havnalagið í Skúgvi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. mai 2021
J. nr.: 21/00131
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-122/2020 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um havnarlagið í Skúgvi
Fyrispurningurin er soljóðandi:
• Hevur landsstýrismaður ætlanir um at bøta um havnarlagið í Skúgvi í summar?
Svar
Landsstýrismaðurin arbeiðir fyri at ferðasambandi er gott um alt landið.
Fleiri lendingar og atløgubryggjur á útoyggjum, sum Strandferðslan brúkar, eru ikki í nóg góðum
standi. Havnirnar eru kommunalar, men kann tað verða trupult hjá smæstu kommununum at fíggja
neyðugar umvælingar.
Landsverk hevur gjørt fyribils kanningar av havnalagnum í Skúgvi, og heldur fram við at fyrireika
verkætlanina. Roynt verður at finna pening, so arbeiðið kann gerast í summar.
Tinganes, 3. mai 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
122.20 Spurningur til J. Nicalsen frá B. Sandoy - Havnalagið í Skúgvi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Brandur Sandoy, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Havnarlagið í Skúgvi
Spurningur:
Hevur landsstýrismaður ætlanir um at bøta um havnarlagið í Skúgvi í summar?
Viðmerkingar:
Útoyggjar okkara eru at meta sum perlur, men hesar hava ofta trupulleikar við
atkomuni.
Veður og vindur gera sítt til, at tað ikki altíð er atkomuligt til hesar oyggjar, og hartil
eru kraftmiklu náttúruviðurskiftini ein stór avbjóðing, tá tað snýr seg um slit á
havnarløgini.
Soleiðis er eisini í Skúgvi, har tað ofta eru stórar avbjóðingar at koma til og frá oynni.
Fyri nøkrum árum síðan byrjaði at brotna burtur av betonginum á lendingini, og hevur
hetta brot nú vaksið seg so stórt, at stórur vandi er fyri, at fólkaskaði stendst av, tá
nakað er at í sjónum, og fólk er niðri á lendingini og tekur ímóti sínum kæru og øðrum
gestum.
Givið er, at verða slíkar umvælingar ikki gjørdar á summartíð, so mugu tær bíða eitt
heilt ár, tí slíkt kann bara gerast í fagrasta veðri.
Fyri at fyribyrgja eini uppaftur størri umvæling, er tað av stórum týdningi, at
lendingin verður umvæld í summar, og tí verður landsstýrismaðurin spurdur um, hvat
hann ætlar at gera við hesi viðurskifti.
Á Løgtingi, 20. apríl 2021
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --