52-121/2020
Fyriskipanir á hægri útbúgvingum til lesandi við serligum avbjóðingum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
121.20 Svar frá J. av Rana til J. Joensen - Fyriskipanir til lesandi á hægri útbúgving við serligum avbjóðingum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. mai 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 3 100 Tórshavn Dagfesting: 1. mai 2021 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-142 Svar upp á fyrispurning nr. 52-121/2020 eftir Tingskipanini §52 a frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um fyriskipanir á hægri útbúgvingum til lesandi við serligum avbjóðingum, settur landsstýrismanninum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørji átøk eru sett í verk fyri at hjálpa og stuðla lesandi á hægri lestri, sum hava serligar avbjóðingar, eitt nú orðblindni, tunghoyrn, ADHD, autismu o.a.? 2. Hvørjar førleikar hava verandi lestrarvegleiðarar á hægri lestri at hjálpa og vegleiða lesandi við serligum avbjóðingum? 3. Er nøkur ætlan um útbúgva vegleiðarar at vegleiða og stuðla lesandi við serligum avbjóðingum á hægri lestri? 4. Er nøkur meting gjørd av, hvat tað hevði kostað landinum at sett í verk líknandi skipanir við SPS-vegleiðarum, eins og í Danmark? Svar Til 1: Á Fróðskaparsetri Føroya, Vinnuháskúlanum og á Glasi, eru átøk sett í verk, sum stuðla lesandi við serligum avbjóðingum. Felags fyri allar stovnarnar er, at lesandi við niðursettum virkisføri hava møguleika fyri longdari tíð til skrivligar próvtøkur, og longdari fyrireikingartíð til munnligar próvtøkur. Eisini er felags, at lesandi, sum eru lesiveik, skriviveik ella orðblind, hava atgongd til forritið CD-ORD. Lesandi við serligum avbjóðingum á Vinnuháskúlanum og á Glasi hava haraftrat møguleika at søkja um atgongd til bókagrunnin Nota. Fróðskaparsetur Føroya er farið undir eina royndarverkætlan við uttanhýsis serfrøði, sum skal stuðla lesandi, sum eru lesi- ella skriviveik, umframt lesandi, sum hava orðblindni. Talan er fyribils um eina eitt ára royndarverkætlan, sum er galdandi frá 1. mai 2021. Lestrarvegleiðing er á hvørjari deild á Setrinum, har vegleitt verður eftir tørvi. Setrið hevur tríggjar lestrarvegleiðarar í starvi í løtuni, men umhugsar at seta fleiri lestrarvegleiðarar, orsakað av øktum tørvi á vegleiðing. -- 1 of 3 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Setrið hevur greiðar mannagongdir fyri lesandi við niðursettum virkisføri, sum skulu tryggja øllum lesandi á Fróðskapsetri Føroya somu lestrarmøguleikar. Reglurnar áseta møguleikar v.v. stuðulstænastum, sum verða veittar við útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka. Síðan 2016 hevur Setrið havt ein teig í umsóknarbløðunum, sum umsøkjarar á Setrinum kunnu útfylla, um tey hava serligan tørv, sum ávirkar teirra virkisføri. Tað verður tilmælt umsøkjarum, sum hava serligan tørv, um at útfylla henda teigin, hóast hetta ikki er eitt krav. Í upptøkutilgongdini fær umsøkjarin bjóðað samrøðu við lestrarvegleiðara um teir einstøku tørvirnir, sum viðkomandi hevur. Hetta verður gjørt fyri betri at lofta tørvinum, so tann lesandi kann lesa á jøvnum føti við øðrum. Í 2021 hevur Vinnuháskúlin sett ein útbúgvingarvegleiðara, sum samskipar eitt útgreiningararbeiði av teimum lesandi, har tey verða kannaði fyri serligar avbjóðingar í mun til virkisføri. Vegleiðarin samskipar útgreiningina við uttanhýsis serfrøði, sum stendur fyri sjálvari útgreiningini av teimum lesandi. Útgreinanin kann geva rætt til stuðulsamboð til lesing og próvtøku eftir serligari fyriskipan. Glasir hevur fastar mannagongdir fyri, hvussu lesandi við niðursettum virkisføri vera loftað, har miðað verður móti at lofta lesandi við serligum avbjóðingum so skjótt sum gjørligt. Á Næmingatænastuni eru tilknýttir lestrarvegleiðarar, sálarfrøðingar og orðblindalærarar, sum vegleiða og stuðla lesandi við teirra lestri. Í samstarvi við Hoyrnina og einum donskum veitara, er ymisk tøknilig útgerð fingin til vegar, sum stuðlar tunghoyrdum. Henda útgerðin kann nýtast í bæði undirvísingarhøpi, men eisini til felagstiltøk. Glasir samstarvar eisini við Teknmálstulkatænastuna, sum veitir lærubøkur, undirvísingartilfar og tulk, og sum inngongur í dagliga undirvísing og próvtøkur. Leggjast skal afturat, at øll ung í aldrinum 15 til 35 hava rætt til ókeypis sálarhjálp. Hetta fevnir um ein stóran part av teimum lesandi, sum eru undir hægri útbúgving á Glasi, Vinnuháskúlanum ella Fróðskaparsetri Føroya. Til 2: Lestrarvegleiðararnir á Fróðskaparsetri Føroya hava allir førleikagevandi útbúgvingar til lestrarvegleiðing, og hava vikuligan toymisfund og árligt internat, har fakligir spurningar og tema verða viðgjørd. Skúlavegleiðarin á Vinnuháskúlanum er ikki útbúgvin lestrarvegleiðari ella orðblindalærari, men er settur til at samskipa økið, við at inndraga uttanhýsis serfrøði. Vegleiðarin á Vinnuháskúlanum er í einari tilgongd, har hann verður førleikamentur umvegis skeið, fyrilestrar, v.m. og er partur av einum netverki við lestrarvegleiðarum á miðnámsskúlunum í Føroyum. Lestrarvegleiðararnir á Glasi hava útbúgving innan vegleiðing. Partur av starvinum hjá vegleiðarunum er at luttaka á skeiðum, sum vegleiðararnir regluliga luttaka á, fyri at kunna veita teimum lesandi tann stuðul, sum tey hava tørv á. Lestrarvegleiðingin samstarvar eisini við aðrar partar, sum liggja uttanfyri skúlan. Hetta eru fakbólkar og feløg, sum hava við tann ítøkiliga tørvin at gera, og sum eru serfrøðingar á økinum. -- 2 of 3 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Til 3: Í løtuni fyriliggur ongin yvirskipað ætlan um at útbúgva vegleiðarar til lesandi við serligum avbjóðingum, sum eru undir hægri lestri. Tó hevur lestrarvegleiðaratoymið á Fróðskaparsetri Føroya umrøtt ynski um víðari førleikamenning av lestrarvegleiðarum á øllum hægri lærustovnum, sum er rættað lesandi við meira álvarsomum sálarheilsuligum diagnosum. Til 4: Ongin kostnaðarmeting er gjørd v.v. íverksetan av einari SPS-vegleiðaraskipan ella líknandi. Vinarliga Uttanríkis- og mentamálaráðið Jenis av Rana landsstýrismaður -- 3 of 3 --
121.20 Spurningur til J. av Rana frá J. Joensen - Fyriskipanir til lesandi á hægri útbúgving við serligum avbjóðingum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Fyriskipanir á hægri útbúgvingum til lesandi við serligum avbjóðingum Spurningar: 1. Hvørji átøk eru sett í verk fyri at hjálpa og stuðla lesandi á hægri lestri, sum hava serligar avbjóðingar, eitt nú orðblindni, tunghoyrn, ADHD, autismu o.a.? 2. Hvørjar førleikar hava verandi lestrarvegleiðarar á hægri lestri at hjálpa og vegleiða lesandi við serligum avbjóðingum? 3. Er nøkur ætlan um útbúgva vegleiðarar at vegleiða og stuðla lesandi við serligum avbjóðingum á hægri lestri? 4. Er nøkur meting gjørd av, hvat tað hevði kostað landinum at sett í verk líknandi skipanir við SPS-vegleiðarum, eins og í Danmark? Viðmerkingar: Seinastu 10 árini er nógv hent á undirvísingarøkinum, tá tað kemur til hjálp til næmingar við serligum avbjóðingum. Millum annað er serlig útbúgving sett í verk til at útbúgva lærarar til serøkið, flokkar eru skipaðir til næmingar við serligum tørvi, umframt ymsar skipanir, sum hjálpa næmingum at fáa útvegað hjálpiamboð – hetta er galdandi bæði á miðnámi og í fólkaskúlanum. Eisini er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við tilmælum um, hvussu landið loftar næmingum við sálarligum avbjóðingum á miðnámi. Kortini eru at kalla ongar skipanir til lesandi á hægri lestri, sum hava serligar avbjóðingar. Fróðskaparsetrið bjóðar lestrarvegleiðing, men sum heild eru tilboðini avmarkað. Í eitt nú Danmark hava universitetini serligar SPS-vegleiðarar (specialpædagogisk støtte), sum lesandi kunnu venda sær til, hava tey serligar avbjóðingar, ella ynskja at verða útgreinað fyri serligar avbjóðingar, ið ávirka teirra lestrartilgongd. Talan kann vera um eitt nú orðblindni, hoyritrupulleikar, ADHD, autismu o.s.fr. Undirritaði ynskir tískil at fáa greiðu á, um arbeitt verður við nøkrum ítøkiligum ætlanum at lofta lesandi á hægri lestri, ið hava serligar avbjóðingar. Á Løgtingi, 20. apríl 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --