52-120/2020
Fiskiskapur eftir tunfiski
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mai 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
120.20 Svar frá J. Vestergaard til U. Rasmussen - Fiskiskapur eftir tunfiski.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið 27. apríl 2021 Mál: 21/06638-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-120/2020 Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-120/2020 frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, um fiskiskapin eftir tunfiski Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er grundarlag fyri at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjóøki? 2. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjóøki? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at áseta eina felagskvotu av tunfiski í føroyskum sjóøki? Svar til spurning 1 og 2. Árini um aldaskiftið varð skipað fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi – bæði við føroyskum skipum og í samstarvi við skip úr Japan. Japansku skipunum varð givið loyvi at fiska av kvotuni, sum Japan hevði fingið tillutað gjøgnum ICCAT, sum er altjóða tunfiskafelagsskapurin. Eftir nøkrum árum var kortini givist við fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Hesi árini fiskaðu føroysk skip eisini tunfisk í altjóða sjógvi. Fiskimálaráðið hevur umsóknir um fiskiskap eftir tunfiski til viðgerar. Hesar verða viðgjørdar samsvarandi ásetingum í § 50 í sjófeingislógini. Føroyingar hava rætt at troyta og gagnnýta tað tilfeingi, sum er í føroyskum sjógvi, her undir eisini tunfisk. Á hesum grundarlagi er møguleiki at skipa fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Fiskiskapur eftir tunfiski í altjóða sjógvi verður skipaður sambært samtyktum gjørdar í ICCAT. ICCAT hevur reglur, sum eisini fevna um møguleikar at selja tunfisk. Tá Føroyar ikki eru partur av ICCAT, kunnu tað vera avbjóðingar at selja tunfisk, sum føroysk skip hava fiskað antin í føroyskum ella í altjóða sjógvi. Svar til spurning 3. Tað er ikki hugsanin í fyrsta umfari at seta nakra ávísa kvotu í sambandi við møguligan royndarfiskiskap eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Upplýsast kann, at í fiskiskapinum eftir tunfiski um aldaskiftið, vórðu millum 160 og 240 tons veidd árliga í føroyskum sjógvi. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 1 of 1 --
120.20 Spurningur til J. Vestergaard frá U. Rasmussen - Fiskiskapur eftir tunfiski.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Uni Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Fiskiskapur eftir tunfiski Spurningar: 1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er grundarlag fyri at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjóøki? 2. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjóøki? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at áseta eina felagskvotu av tunfiski í føroyskum sjóøki? Viðmerkingar: Vit eru fiskivinnutjóð, og eigur tað eisini at síggjast aftur í, hvussu vit til eina og hvørja tíð eru klár til at gagnnýta okkara skiftandi sjófeingi uppá besta hátt. Í okkara gróðrarríka havi kring Føroyar svimur eitt veldugt ríkidømi. Ein partur hevur verið til gagns í langar tíðir, ímeðan okkurt er heilt nýtt, sum t.d. at gagnnýta taran. Tó eru stórar nøgdir, við stórum virði, sum enn ikki hevur verið umsett til gagns fyri okkum, sum búgva her í Føroyum. Ein av hesum møguleikum er ein tunfiskur, atlantiskur bluefin (lat. Thunnus thynnus). Mest vanliga støddin á hesum fiski er 200 kg. Atlantiskur bluefin hevur til ymiskar tíðir verið veiddur av londum kring Føroyar. Í 1990’unum vórðu royndir gjørdar eftir hesum fiski í føroyskum sjóøki. Eisini kann nevnast, at norðmenn hava fingið sín fiskiskap av atlantiskum bluefin góðkendan av altjóða stovninum ICCAT. Hesin stovnur kann variera nógv í nøgd. Norra hevði eitt stórt fiskarí í 1950-unum og 60-unum, og tá vóru kvoturnar heilt upp í 15.000 tons. So kom ein tíð, har eingin tunfiskur varð veiddur. Men nú er aftur nógv til av hesum tunfiski og okkara grannalond hava havt veiðu eftir atlantiskum bluefin aftur í fleiri ár. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 19. apríl 2021 Uni Rasmussen -- 1 of 1 --