← Løgtingsmál

52-119/2020

Skipasmiðjustuðul

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. apr. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
119.20 Svar frá H. Abrahamsen til J. E. Poulsen - Skipasmiðjustuðul.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
1
Løgtingið Tórshavn, 27. apríl 2021
Journal nr. 21/06375
Svar uppá fyrispurning frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, um skipasmiðjustuðul,
settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningur
1. Hava landsstýrismaðurin og landsstýrið í hyggju at økja skipasmiðju stuðulin soleiðis,
at føroyskar skipasmiðjur kunnu verða kappingarførar við aðrar skipasmiðjur í
útlondum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina heildarætlanfyri, hvussu vit styrkja
um Føroyar sum ein kraftdepil innan umvælingar, nýgerð og veitingar til
skipavinnuna? Tað veri seg bæði fiski-og flutnings vinnuna?
Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum.
Sambært vinnupolitikki samgongunnar skal vinnupolitikkur verðar grundaður á, at kapitalur
og arbeiðsmegi skulu hava frítt at fara til vinnur, sum skapa avkast. Tað almenna skal tryggja
vinnuni góðar karmar, soleiðis at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum.
Samstundis framgongur, at arbeiðast skal við at menna føroyskt skipasmíð, og at tað í sambandi
við, at føroyska fiskivinnan næstu árini skal endurnýggja skipaflotan, skal arbeiðast fyri, at
hetta í størst møguligan mun verður gjørt í Føroyum.
Løgtingslógin um studning til skipasmiðjur er frá 1996 við broytingum í 2002. Eftir hesi lóg
kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til
nýbygging og umbygging av flótandi eindum.
Skipasmiðjuvinnan er ein týðandi partur av føroyska búskapinum, sum skapar ringvirkningar í
føroyska samfelagnum. Landafrøðiliga staðseting Føroya saman við føroyska
vinnubygnaðinum ger, at skipasmiðjuvirksemi eisini frameftir verður ein týðandi partur í
føroysku vinnuni. Fiski- og alivinnan fylla nógv í føroyska búskapinum og báðar vinnur hava
tørv á tænastum frá føroyskum skipasmiðjum, bæði til umvælingararbeiði og til nýbyggingar.
Farma- og ferðafólkaskip hava somuleiðis tørv á skipasmiðjum, og útlendsk skip eru javnan á
beding í Føroyum, tá eitthvørt skal umvælast.
Eg havi fingið áheitan frá skipasmiðjuvinnuni um at broyta stuðulsskipanina, undir hesum at
hækka stuðulin, og eg eri í samskifti við vinnuna hesum viðvíkjandi. Harumframt er tørvur á
at nágreina ivaspurningar, sum hava verið í samband við umsiting av lógini.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
2
Umhvørvis- og vinnumálaráðið arbeiðir tí í løtuni við frágreiðing og tilmæli um at endurskoða
stuðulsskipanina, undir hesum spurningin um kappingarføri hjá føroyskum skipasmiðjum, og
hvørt tað er rætt at hækka stuðulin. Spurningurin um at minka um útlátið frá skipum er eisini
ein partur av arbeiðinum við frágreiðingini.
Frágreiðingin og tilmæli verða latin mær miðskeiðis í mai mánaði.
Væntandi fara tilmælini serliga at snúgva seg um, hvørt stuðulin átti at verið hækkaður sum
heild, men harumframt eisini hvørt hægri stuðul kann verða latin, tá varandi orkuloysnir verða
valdar í samband við ný- ella umbygging.
Tá ið eg havi fingið frágreiðingina og tilmælini, verður farið undir politisku viðgerðina, t.e.
serliga at fáa staðfest hesi viðurskiftini:
• Er undirtøka fyri at hækka skipasmiðjustuðulin sum heild,
• er undirtøka fyri at differentiera skipasmiðjustuðulin, t.d. soleiðis at ávís nýbygging fær
hægri stuðul (t.d. endurnýgging av heimaflotanum),
• er undirtøka fyri at hava serstuðul til varandi orkuloysnir.
Eftir ta politisku viðgerðina í landsstýrinum og samgonguni verða broytingarnar í
løgtingslógini um skipasmiðjustuðul evnaðar til og lagdar fyri Løgtingið til støðutakan.
Vónin er, at vit frameftir fáa eina skipan, sum kann vera við til at menna føroyskt skipasmíð.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 27. apríl 2021
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
119.20 Spurningur til H. Abrahamsen frá J. E. Poulsen - Skipasmiðjustuðul.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Skipasmiðjustuðul
Spurningar:
1. Hava landsstýrismaðurin og landsstýrið í hyggju at økja skipasmiðju stuðulin
soleiðis, at føroyskar skipasmiðjur kunnu verða kappingarførar við aðrar
skipasmiðjur í útlondum?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit
styrkja um Føroyar sum ein kraftdepil innan umvælingar, nýgerð og veitingar
til skipavinnuna? Tað veri seg bæði fiski- og flutnings vinnuna.
Viðmerkingar:
Føroyski fiskiskipaflotin er gamal og niðurslitin. Aldurin á fiskiskipaflotanum er alt
ov høgur. Hetta hevur við sær, at bæði umstøðurnar hjá manningini og raksturin hjá
reiðaríunum er munandi verri, enn gott er. Vit síggja, at bjartskygni er afturkomið í
fiskivinnuna. Fleiri reiðarar hava í hyggju at byggja skip, men hesir reiðarar hava ein
stóran trupulleika, og tað er byggikostnaðurin. Grønlendingar hava endurnýggjað ein
stóran part av teirra fiskiflota við Tax-lease skipanini, ið ger tað munandi bíligari at
byggja skip. Hendan skipanin er ikki loyvd í Føroyum í løtuni. Skulu skipasmiðjurnar
her á landi hava nakran møguleika at kappast við slíkar skipanir, má
skipasmiðjustuðulin hækka munandi. Hettar hevði ført við sær, at vit kundu sæð fleiri
nýbygningar bygdar í Føroyum og føroyska vitanin innan skipasmíð hevði verið økt
munandi, øllum at frama.
Nógv verður tosað um grøna orku fyri tíðina og vita vit, at fiskiflotin stendur fyri
umleið helminginum av útlátinum. Eldri skip dálka munandi meira enn nýggj skip, tí
kann hettar eisini vera ein íløga á teirri síðuni.
Eisini vita vit, at tá ið siglingarleiðin í Arktis er tikin í fulla nýtslu, liggja vit mitt á
leiðini. Tí kunnu vit verða ein týðandi viðleikari, tá talan er um at veita tænastur og
veitingar. Hetta kann helst lættliga gerast ein týðandi inntøkukelda hjá okkum sum
landi í framtíðini.

-- 1 of 2 --

Vit hava sera dugnaligar veitarar innan allar geirar av veitingum og tænastum til skip
og skipaferðslu í Føroyum. Styrkja vit við hesum enn meira um vitanina/royndina hjá
hesum veitarum, er vinningurin stórur fyri okkum sum land.
Á Løgtingi, 15. apríl 2021
Jóhan Eli Poulsen

-- 2 of 2 --