52-118/2020
Veðurstova Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. apr. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
118.20 Svar frá J. Vestergaard til B. L. Jacobsen - Veðurstova Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 23. apríl 2021 Mál: 21/06685-2 (at tilskila í svari) Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-118/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni Spurningar um Veðurstovu Føroya: 1. Nær er endalig avgerð tikin um at staðseta Veðurstovu Føroya í Havn? 2. Er ætlanin at leggja Veðurstovu Føroya aðrastaðni, antin í Klaksvík ella á Flogvøllinum Svar: Til nr. 1. Endalig støða er ikki tikin um at staðseta Veðurstovu Føroya í Havn. Í sambandi við staðseting, so loyvi eg mær at vísa til tíðindaskriv, ið er sent út í sambandi við veðurtænastuna. Í nevnda skrivi stendur millum annað, at Veðurstøðin við Hoyvíksvegin verður í byrjanini høvuðsdeild hjá Veðurstovu Føroya. Í sama skrivi er ásett, at í sambandi við tilbúgving verður kannað um møguleikan at gera vaktararbeiðspláss á viðkomandi støðum, so veðurfrøðingur í ávísum føri kann arbeiða har. Til nr. 2. Ætlanin er at staðseta Veðurstovu Føroya á flogvøllinum í Vágum. Eg skal í hesum sambandi leggja áherðslu á, at ætlanin er ikki, at flogvøllurin verður einasta staðið, ið nýtt verður í sambandi við veðurtænastu. Í hesum sambandi skal eg nevna, at vaktararbeiðspláss og líknandi kunnu staðsetast á øðrum plássum kring landið, tað veri seg í verandi hølum hjá Veðurstøðini í Tórshavn eins og í øðrum økjum kring landið. Avgerð um eina spjadda staðseting skal sjálvandi grundast á tørv og onnur viðurskifti, ið serkunnleikin vísir á. Serkunnleikin í hesum føri eru veðurfrøðingar ella onnur, ið hava arbeitt við verkætlanini og/ella verða knýtt at tænastuni í framtíðini. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 1 of 1 --
118.20 Spurningur til J. Vestergaard frá B. L. Jacobsen - Veðurstova Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Veðurstova Føroya Spurningar: 1. Nær er endalig avgerð tikin um at staðseta Veðurstovu Føroya í Havn? 2. Er ætlanin at leggja Veðurstovu Føroya aðrastaðni, antin í Klaksvík ella á Flogvøllinum Viðmerkingar: Tað er at fegnast um, at arbeiðið við Veðurstovu Føroya nú er komið so langt, at søkt verður eftir veðurfrøðingum. Men sambært starvslýsingini stendur, at høvuðsdeild og vaktarstova verður á veðurstøðini við Boðanes, Tórshavn. 3. nov í fjør segði landsstýrismaðurin annars í svari til undirritaðu, at støða ikki varð tikin til, hvar veðurstovnurin skuldi liggja. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 14. apríl 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --