← Løgtingsmál

52-117/2020

Talulæra og bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og demens

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. apr. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
117.20 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá J. Joensen Talulæra og bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og demens.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Talulæra og bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og demens
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta í starv fleiri talulærarar, nú lógin um almanna trygd og
tænastur (vælferðarlógin) er komin í gildi?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at eyðmerkja tørvin og samskipa útboðið við taluvenjingum og
viðlíkahaldsvenjingum fyri fólk við seinheilaskaða og demens?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at veita fleiri bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og
demens?
4. Samskiftir landsstýrismaðurin við kommunala geiran um samstarv av tilboðum á økinum?
Viðmerkingar:
Fyri knøppum ári síðan hevði undirritaði ein líknandi grein 52 fyrispurning til landsstýrismannin
um at fáa sett fleiri talulærarar í starv til tey, sum krevja áhaldandi talulæru.1
130 fólk verða rakt av seinheilaskaða hvørt ár. Fleiri av hesum missa samskiftisførleikan, men
kunnu við venjingum vinna hann aftur. Fleiri vinna arbeiðsførleikan aftur, um
viðlíkahaldsvenjingarnar halda fram eftir sjúkralegu. Samskiftisevnini eru grundarlagið undir einum
virknum sosialum lívi. Á Landssjúkrahúsinum er eitt tilboð, har sjúklingar fáa uml. 10
taluvenjingartímar, men so steðgar tað har. Ofta noyðast avvarðandi at keypa talulæruhjálp, soleiðis
at venjingin kann halda fram. Tað almenna veitir avmarkaða taluhjálp til fólk omanfyri 18 ár.
Avvarðandi at sjúklingum við seinheilaskaða og demens eru ofta fremsta hjálpin. Ein
sjónvarpssending í KVF herfyri lýsti eisini ítøkiliga tørvin á økinum.2
Talulærarar verða brúktir innan onnur øki í almenna geiranum, men einamest til børn og ung. Fleiri
útbúnir talulærarar eru klárir at taka við, um økið verður raðfest hægri og peningur játtaður á
fíggjarlógini.
Tørvurin á bústovnatilboðum er eisini stórur. Her eru einstakar ítøkiligar ætlanir.
Óvist er tó, um øll í landinum fáa somu møguleikar, tá tað kemur til raðfesting av tilboðum.
Landsstýrismaðurin hevur lovað batar. Fyri at fáa greiðu á, hvat ítøkiligt er vorðið betri á hesum øki
seinasta árið, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 13. apríl 2021
Jóhannis Joensen
1 https://www.logting.fo/mal/mal/?id=34
2 https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=122593

-- 1 of 1 --
117.20 Svar fra E. M. Gunnleygsdóttur til J. Joensen Talulæra og bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og demens.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. apr. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
23. apríl 2021
Mál: 21/06102-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir
Thomsen
Nr. 52-117/2020
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um talulæru og bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og demens
settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at
svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta í starv fleiri talulærarar, nú lógin um almanna trygd
og tænastur (vælferðarlógin) er komin í gildi?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at eyðmerkja tørvin og samskipa útboðið við taluvenjingum
og viðlíkahaldsvenjingum fyri fólk við seinheilaskaða og demens?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at veita fleiri bústovnatilboð til fólk við seinheilaskaða og
demens?
4. Samskiftir landsstýrismaðurin við kommunala geiran um samstarv av tilboðum á
økinum?
Viðmerkingar:
Fyri knøppum ári síðan hevði undirritaði ein líknandi grein 52 fyrispurning til
landsstýrismannin um at fáa sett fleiri talulærarar í starv til tey, sum krevja áhaldandi
talulæru.1
130 fólk verða rakt av seinheilaskaða hvørt ár. Fleiri av hesum missa samskiftisførleikan,
men kunnu við venjingum vinna hann aftur. Fleiri vinna arbeiðsførleikan aftur, um
viðlíkahaldsvenjingarnar halda fram eftir sjúkralegu. Samskiftisevnini eru grundarlagið undir
einum virknum sosialum lívi. Á Landssjúkrahúsinum er eitt tilboð, har sjúklingar fáa uml. 10
taluvenjingartímar, men so steðgar tað har. Ofta noyðast avvarðandi at keypa talulæruhjálp,
soleiðis at venjingin kann halda fram. Tað almenna veitir avmarkaða taluhjálp til fólk
omanfyri 18 ár.
Avvarðandi at sjúklingum við seinheilaskaða og demens eru ofta fremsta hjálpin. Ein
sjónvarpssending í KVF herfyri lýsti eisini ítøkiliga tørvin á økinum.2
Talulærarar verða brúktir innan onnur øki í almenna geiranum, men einamest til børn og ung.
Fleiri útbúnir talulærarar eru klárir at taka við, um økið verður raðfest hægri og peningur
játtaður á fíggjarlógini.
1 https://www.logting.fo/mal/mal/?id=34
2 https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=122593

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
Tørvurin á bústovnatilboðum er eisini stórur. Her eru einstakar ítøkiligar ætlanir.
Óvist er tó, um øll í landinum fáa somu møguleikar, tá tað kemur til raðfesting av tilboðum.
Landsstýrismaðurin hevur lovað batar. Fyri at fáa greiðu á, hvat ítøkiligt er vorðið betri á
hesum øki seinasta árið, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 13. apríl 2021
Jóhannis Joensen

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
Svar:
Til nr. 1
Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur koma reglurnar um viðlíkahaldsvenjing í
gildi 1. september í ár. Samstundis skal kunngerð gerast um viðlíkahaldsvenjing, og eru vit
farin undir hetta arbeiðið. Tó er ikki ætlanin, at kunngerðin fer at áseta ávíst tal av
talulærarum at seta í starv.
Harumframt er á fíggjarlógini fyri 2021 settar 2 mió.kr av til viðlíkahaldsvenjing. Ætlanin er
at byrja at veita viðlíkahaldsvenjing til borgarar við seinheilaskaða, parkinson og sclerosu.
Til nr. 2
Landsstýrismaðurin er altíð sinnaður at samskipa útboðið við aðrar myndugleikar. Hetta
krevur tó samstarv og er eisini upp til landsstýrismenninir í heilsumálum og mentamálum at
verða við í.
Landsstýrismaðurin hevur áður greitt frá, at samskifti hevur verið millum landsstýrisfólkini í
almannamálum og heilsumálum um møguligt samstarv og samskipan av viðgerðum og
tænastum, sum ávikavist Almannaverkið og heilsuverkið veita borgarum, sum hava
seinheilaskaða. Landsstýrisfólkini eru samd um, at tað er neyðugt at samstarva um borgarar,
sum fáa seinheilaskaða um borgarin skal fáa nøktandi viðgerð og tænastur, samstundis sum
tey avvarðandi kunnu hava eitt virkið lív.
Til nr. 3
Vantandi bústaðartilboð til borgarar, sum hava seinheilaskaða, hevur leingi verið og er
framvegis ein stór avbjóðing.
Landsstýrismaðurin ásannar, at tað eru ov nógv fólk við seinheilaskaða, sum ikki fáa
nøktandi bústaðartilboð.
Landsstýrismaðurin fegnast tí um, at broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunnin varð samtykt
í Løgtinginum í mars. Við hesi lógarbroyting verða 200 milliónir settar av til serligar
verkætlanir, tað kundi m.a. verið til bútilboð til fólk við seinheilaskaða og demens.
Til nr. 4
Almannaverkið samskiftir við kommunala geiran um tilboð á økinum, serliga um pláss til
borgarar undir 67 ár. Almannaverkið roynir at fáa pláss til fólk í nærumhvørvinum, men eins
og í Almannaverkinum mangla pláss í eldraøkjunum, og tí er tað sera trupult at útvega pláss
til teir borgarar, sum Almannaverkið varðar av, í kommunalu tilboðunum.

-- 3 of 3 --