52-116/2020
Staðseting av Veðurstovu Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. apr. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
116.20 Svar frá J. Vesturgaard til Ey. Samuelsen - Staðseting av Veðurstovu Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 23. apríl 2021 Mál: 21/06677-2 (at tilskila í svari) Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-116/2020 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni Spurningar um staðseting av Veðurstovu Føroya: 1. Hvørji atlit eru tikin, tá ið avgjørt er at staðseta Veðurstovu Føroya í Tórshavn? 2. Er nøkur ætlan um at flyta veðurstovuna ella partar av henni út um landið - um ja, hvagar og nær? 3. Hevur samgongan eina ætlan viðvíkjandi miðspjaðing av almennum stovnum? Svar: Til nr. 1. Málsøkið veðurtænasta varð yvirtikið í 2009, og tænastan er skipað undir Vørn. Rakstrarkonto á Løgtingsins fíggjarlóg er skipað undir Vørn. Tænastan hevur millum annað hesar uppgávur: • Radiosonderingar tvær ferðir um samdøgrið • Innlesing av veðurforsøgnum á telefonsvarara • Umsiting av veðurstøðum á fleiri økjum kring Føroyar Vørn umsitur útreiðslukontur til lønir, eins og keyp av vørum og tænastum. Á vári 2021 hevur Vørn høli tøk, ið eru væl egnað til endamálið. Hølini eru umvæld seinru árini. Við grundarlagi í hesum atlitum er støða tikin at leggja føroysku veðurtænastuna á Vørn í byrjanini. Til nr. 2. Ætlanin er at staðseta Veðurstovu Føroya á flogvøllinum í Vágum. Eg skal í hesum sambandi leggja áherðslu á, at ætlanin er ikki, at flogvøllurin verður einasta staðið, ið nýtt verður í sambandi við veðurtænastu. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Í hesum sambandi skal eg nevna, at vaktararbeiðspláss og líknandi kunnu staðsetast á øðrum plássum kring landið, tað veri seg í verandi hølum hjá Veðurstøðini í Tórshavn eins og í øðrum økjum kring landið. Avgerð um eina spjadda staðseting skal sjálvandi grundast á tørv og onnur viðurskifti, ið serkunnleikin vísir á. Serkunnleikin í hesum føri eru veðurfrøðingar ella onnur, ið hava arbeitt við verkætlanini og/ella verða knýtt at tænastuni í framtíðini. Til nr. 3. Eg havi ikki luttikið í ítøkiligari viðgerð í samgonguni um ætlanir at miðspjaða almennar stovnar. Eg kann tó viðmerkja, at ætlan mín í sambandi við veðurtænastuna er í góðum samsvari við hugsanir um spjaðing av virksemi kring landið. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
116.20 Spurningur til J. Vesturgaard frá Ey. Samuelsen - Staðseting av Veðurstovu Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. apr. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Staðseting av Veðurstovu Føroya Spurningar: 1. Hvørji atlit eru tikin, tá ið avgjørt er at staðseta Veðurstovu Føroya í Tórshavn? 2. Er nøkur ætlan um at flyta veðurstovuna ella partar av henni út um landið - um ja, hvagar og nær? 3. Hevur samgongan eina ætlan viðvíkjandi miðspjaðing av almennum stovnum? Viðmerkingar: Veðurtænastan varð yvirtikin í 2009, men higartil hevur eingin verulig veðurstova verið í Føroyum. Í fjør játtaði Løgtingið 3,2 milliónir krónur afturat til at seta á stovn føroyska veðurstovu. Í tíðindaskrivi 26. mars skrivar Vørn, at Veðurstovan í fyrstu atløgu fer at húsast við Hoyvíksvegin í Havn.1 Tað er eingin loyna, at arbeitt verður innan veðurfrøði bæði á flogvøllinum og í Norðoyggjum, og partvíst eru hølir og útgerð tøk har. Í hesum sambandi vil undirritaða hava at vita, hvørji atlit eru tikin til staðsetingina av veðurstovuni, og um hetta ikki er eitt starvsøki, ið við fyrimuni kann staðsetast allastaðni í landinum. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at staðsetingin er fyribils, men kortini verður ikki sagt, hvussu leingi veðurstovan skal húsast í Havn. Royndir vísa okkum, at fyribilsloysnir ofta hava lyndi at gerast varandi. Harumframt vil undirritaða hava greiðu á, hvørja støðu samgongan hevur til miðspjaðing av almennum størvum. Á Løgtingi, 13. apríl 2021 Eyðgunn Samuelsen 1 https://www.vorn.fo/kunning/tidindi/vedurstova-foroya- veruleiki/?fbclid=IwAR2t7sd0Mu5ovwoCFX2- r9eGY6ms9lKON7ioZSoxDrj2ZO89s889I2FPEJk -- 1 of 1 --